Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2007 summarkapping 47 Victor á Lakjuni Í summar verða 25 ár liðin, síðani handilin hjá Victor á Lakjuni í Klaksvík lat upp á fyrsta sinni. Tað vóru hjúnini Victor og Marjun á Lakjuni, sum byrjaðu arbeiði, og tey bæði hava eisini rikið hand­ilin líka síðani. Victor á Lakjuni hevur í løtuni fleiri fólk í arbeiði, og tey hava øll úr at gera. Tey arbeiða við fleiri stórum verkætlanum, so har er nokk at takast við. Handilin hjá Victor á Lakjuni selur at kalla alt, sum hevur við hita, vatn og sanitet at gera. Handilin hevur eisini selt møblar til baðirúmið í fleiri ár, men fyri einum ári síðani lótu tey eina nýggja avdeiling upp í handlinum. - Fyri einum ári síðani gjørdu vit eina nýggja avdeiling bert við baðirúmsmøblum, og hetta hevur riggað stak væl. Úrvalið hjá okkum er nógv størri nú, og sølan hevur eisini gingið sera væl hetta árið, sum avdeilingin hevur verið opin, sigur Marjun á Lakjuni. Í summar verða tað 25 ár síðani, hjúnini Victor og Marjun á Lakjuni byrjaðu við arbeiðnum hjá Victor á Lakjuni Við hesi kvittan bjóðar Hotel Vágar tær ein eksotiskan drykk. Kvittanin er galdandi fyri í mesta lagi 4 gestir, ið eta á hotellinum og kann nýtast allar dagar í vikuni frá kl. 17:00. Skal nýtast innan 1. juni 2007 Hotel Vágar • 380 Sørvágur • Tel. 30 90 90 • Fax 30 90 91 • hotel@ff.fo Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri Troyggjur Heilar og opnar