mikudagur 9. mai 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2007
Verður sammett við
fólkatalið, gevur býtið
av tingsessum útjaðar
anum fyrimun fram
um meginøkið.
Størstu ójavnarnir
eru í Sandoyar og Suð
urstreymoyar
valdømum.
Hagtíðindi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað er bert einaferð hent, at
tingmannatalið og fólkatalið
hava verið púra samsvarandi.
Hetta var aftan á løgtings
valið í 1943, tá tingmanna
talið var 25. Í øllum hinum
23 løgtingsvalunum, sum
verið hava síðani 1924, tá
skipanin við eykavaldum
kom í, hava skeivleikar ver
ið, sigur Hagstovan á heima
síðu sínari.
Stovnurin hevur gjørt eitt
yvirlit yvir býtið av tingses
sum í ymsu valdømunum, í
mun til fólkatalið. Sagt
verður, at nú orðaskifti aftur
hevur tikið seg upp um, at
Føroyar skulu vera eitt
valdømi, er áhugavert at
ge ra upp, hvussu væl ting
sessirnir í roynd og veru
eru býttir millum valdømini
sammett við fólkatalið.
Verri eftir 1978
- Fólkatalið er ikki bara
broytt nógv í tølum, eisini
er lutfalsliga býtið millum
valdømini
nógv
broytt.
Mest eyðsýnda broytingin
er miðsavningin, har Suður
streymoyar valdømi gerst
alt størri partur av heildini.
Hetta rákið er alla tíðina,
men tók serlig dik á seg aft
an á krígg ið og fram til sjey
tiárini. Tað sæst eisini, at
tað mesta av hesi miðsavn
ing er farið burturav partin
um hjá Suðuroyar valdømi,
har minkingin upp á seg
hevur verið størst, sigur
Hagstovan á heimasíðuni.
Hagstovan hevur eisini
gjørt upp býtið av tingsess
um upp á valdømini, og hen
da myndin er meira ófriðar
lig. Áðrenn 1978 sveigg jaði
umboðanin bæði uppum og
niðurum tað lutfalsliga fól
katalið, so í longdini gjørd
ist býtið av tingsessum yvir
høvur rættiliga beint. Men
aftan á 1978 hava skeivleik
arnir í hvørjum einstøkum
valdømi næstan altíð vent
sama veg, so skeivleikarnir
ikki longur verða útjavnaðir
sum tíðin gongur.
Javning við
eykavaldum
Spurt verður eisini, hvussu
væl tingsessirnir eru býttir.
Og har sigur Hagstovan, at
uppgerðin er ikki heilt so
líkatil, tí bert talið á umdøm
isvaldum ligg ur fast. Eyka
valdir tinglimir kunnu fella
á ymis valdømi, og talið
kann eisini skifta. Yvirhøvur
er valskipanin soleiðis, at
tann lutfalsligi ójavnin í
umdømisvaldum
verður
javnaður nakað aftur við
eykalimunum. Bert einaferð
er tað komið fyri, at ting
mannatalið og fólkatalið
hava verið púra samsvarandi.
Hetta var til løgtingsvalið í
1943, tá tingmannatalið var
25. Í øllum hinum 23 løg
tings valunum, sum verið
hava síðani 1924, tá skipan
in við eykavaldum kom í,
hava skeivleikar verið.
Vága valdømi rættast
Myndin vísir greitt, at síð
ani 1978 tá núgaldandi val
lóg kom í gildi, hava Norð
uroyggjar og sunnanfjørðs
valdømini havt fyrimun,
meðan meginøkið hevur
verið undirumboðað. Vága
valdømi hevur hinvegin
havt lutfalsliga rætta umboð
an á tingi síðani líka síðan
1966.
Meðan nettoskeivleikin
eftir vallógini frá 1924 til
samans bert kom upp á 11
sessir eftir 15 løgtingsvalum,
er
nettoskeivleikin
eftir
galdandi vallóg komin upp
á 17 sessir eftir bert 9 løg
tings valum.
Snýta ikki
Tey seinastu trý árini eru 117 partafeløg farin í sjálvbodna avtøku, men landsstýrismaðurin
í fígg jarmálum heldur ikki, at fólk hava gjørt tað fyri at sleppa undan at gjalda skatt av
vinningsbýti. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, heldur harafturímóti, at
høvdu øll tøl komið á borðið, høvdu løgtingsfólk ásannað, at hol eru, sum mugu typpast.
Bárður Nielsen er sambært Útvarpinum samdur við honum, men sigur, at uppgávan er
arbeiðskrevjandi.
VÍS til Føroya
Íslendska trygg ingarfelagið Vátrygg ingafélag Íslands, vanliga nevnt VÍS, hevur gjørt
av at stovna eina deild í Føroyum, so skjótt tey formligu viðurskiftini eru í lagi, skrivar
Dimmalætting. Høgni í Stórustovu, sum verður leiðari á føroysku deildini hjá VÍS,
sigur vð blaðið, at tey bíða eftir, at Løgtingið skal avgreiða lógaruppskotið um trygg ing
í Føoryum. Í fyrstu atløgu fara ætlandi umleið fimm fólk at arbeiða á føroysku deildini
hjá VÍS.
Meginøkið undirumboðað á tingi
Hóast avleiðingin av
einum valdømi helst
er, at fleiri kvinnur
koma inn, so setir tað
eisini størri krøv til
floksapparatini at fáa
kvinnurnar fram. Het
ta sigur Kári á Rógvu,
formaður í
Javnstøðunevndini
Javnstøða
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Verða Føroyar eitt valdømi,
verða eisini fleiri kvinnur
valdar á ting. Hetta hevur
mangan verið ført fram í
javnstøðuprátinum.
Ein
orsøk til hetta er, at fólk í
útjaðaranum
eisini
fáa
møguleika at atkvøða fyri
teimum sterku kvinnuligu
valevnunum, og at hesar
soleiðis
fáa
eitt
størri
atkvøðugrundarlag.
Aðrar loysnir eru
Kári á Rógvu, formaður í
Javnstøðunevndini
sigur
við Sosialin, at eitt valdømi
givið er ein bati fyri javn
støðuna.
- Men, um endamálið
skuldi verið meira javn
støða, so hevur Javnstøðu
nevndin víst á í øllum før
um tvær aðrar loysnir, sum
kunnu útjavna kynsbýtið í
tinginum, sigur Kári á Róg
vu.
Hann sigur seg vóna, at
tingið tekur hesi bæði upp
skotini við, um ætlanir kort
ini eru um at broyta vallóg
ina. Uppskotini snúgva seg
um at fáa meiri javnstøðu í
sambandi við uppstillingina.
Annað gongur uppá, at býta
listaatkvøðurnar út á undir
umboðaða kynið, fyri á
tann hátt at hála tað longur
upp á listan.
- Hetta eru atkvøður, sum
flokkurin kortini hevði fing
ið, men sum undirumboðaða
kynið tá fær gagn av, sigur
hann.
Javnstøðunevndin
heldur eisini, at tað hevði
verið rætt, um javnstøða
var á øllum uppstillingarlist
unum, og allarbest, um teir
eisini vóru raðfestir, sum
vit kenna tað úr øðrum
Norðurlondum.
Veik floksapparat
Formaðurin í Javnstøðu
nevndini legg ur stóran dent
á, at við einum valdømi
verða krøvini til floksappa
ratini nógv herd.
- Sum er, eru floksappara
tini heldur veik. Nú er vandi
fyri, at tey sterku, sum hava
miðlatekki, ráð og tíð at fø
ra valstríð, verða tey somu,
sum verða vald. Flokkarnir
hava ikki fyrireikað seg til
hetta øðrvísi valstríðið, sum
millum annað krevur, at teir
gera uppstillingarlistar, sum
bæði taka lokal atlit, og hug
sa um kyns- og aldursbýtið.
Nú er vandi fyri at kvinnur
nar fara at halda seg aftur,
eisini í flokkunum, tí pengar
og orka verður nýtt til at fáa
sterku menninar fram. Tí
hevði tað verið uppaftur
meira upplagt at havt rað
festar listar nú, sigur Kári á
Rógvu, sum eisini heldur at
flokkarnir nú áttu at gjørt
nógv meira við at fyrireika
kvinnurnar til valstríð.
Veljaraatferðin
broytist
Kári á Rógvu sigur seg ann
ars harmast um, at hendan
kollveltandi broytingin í
politiska landslagnum verð
ur framd so knappliga.
- Uppstilling eigur at fara
fram í góðari tíð, og eitt val
stríð eigur at vera væl fyri
reikað. Hetta er ikki minst
galdandi fyri kvinnurnar,
sum kanska ikki hava so
drúgvar royndir við at selja
seg sjálvar, sigur Kári á
Rógvu.
- Broytingin er somikið
stór, at hon átti at verið
framd fyrr í valskeiðinum.
Og enn einaferð eru vit vit
ni til, at ongin veljari verður
spurdur, sigur hann, og vísir
á, at veljarin eisini broytir
veljaraatferð, tá skipanin
broytist.
- Nú er eisini vandi fyri,
at summi verða uppaftur
meira lokal, tí tey savna seg
um eitt valevni, sum veljarin
kanska ikki er so samdur
við idéologiskt, sigur Kári
á Rógvu. Kortini sigur
hann, at tað góða við einum
valdømi er, at vit nú sleppa
undan hesum løgna við at
størsti flokkur ikki fær flest
umboð.
Talvan her vísir, hvussu nógvar tingsessir hvør valdømið fekk ov nógv/lítið, um tingmanningin
varð býtt eftir fólkatali
Eitt valdømi bati
fyri javnstøðuna
Kári á Rógvu, formaður í Javnstøðunevndini