mikudagur 9. mai 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2007
Hægsta toppskattin
Eingir skattgjaldarar í ES-londunum rinda so nógvan skatt
av teirri seinast forvunnu krónuni sum danir. Tað vísir ein
kanning hjá OECD. Kanningin vísir, at ein danskur løn
takari rindar 63 prosent í skatti av teirri seinast forvunnu
krónuni, Belgia er á øðrum plássi við 59,6 prosentum og
Svøríki á triðja plássi við 56,5 prosentum. Seinastu árini er
marginalskatturin fallin munandi í ES-londunum, men
næstan einki í Danmark, sigur OECD.
Skjóta sildreka
Íslendska stjórnin hevur gjørt av at loyva hvalabátum at
skjóta 39 sildrekar til vísindaligar kanningar í ár. Ætlanin
var, at bátarnir skuldu fara út í gjár, men teir settust aftur,
tí veðrið var heldur ólagaligt. Hvalabátarnir skutu tríggjar
sildrekar í síðsta mánað, 31 skulu skjótast í summar, og
teir seinastu fimm skulu so skjótast í heyst, skrivar Morgun
blaðið. Kanningarnar eru lið í einari verkætlan, sum bleiv
løgd fyri fýra árum síðani.
Við fóðuri
Jóhanna á Bergi vísir á, at
bæði Skurin og Sirius ser
liga hava siglt við alifóðuri
– bæði úr Føroyum og heim
til Føroya, eins og skipini
hava siglt við fóðuri millum
aðrar havnir her um okkara
leiðir.
Hon vil ikki upplýsa
søluprísin fyri Skuran.
Útgerðarmaður aftanfyri
felagið, H.T. Shipping, er
Tórhallur Thomsen.
Hann sigur, at orsøkin til
søluna er ikki, at minni er
at sigla við.
- Tíðin stendur ikki í stað,
og marknaðurin broytist.
Tiðin krevur størri og betri
skip, sigur Tórhallur Thom
sen, útgerðarmaður.
Umframt at vera útgerð
armaður, umsitir hann eisini
lastbilarnar hjá Faroe Ship.
Jóhanna á Bergi,
stjóri í Faroe Ship,
sigur, at tey vóru sera
væl nøgd við North
Atlantic Fish Fair,
hóast talið av vitjandi
á básinum hjá
teimum var heldur
minni enn seinast
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Jú, vit eru stak væl nøgd
við fiskivinnuframsýning
ina. Vit høvdu kanska ikki
so nógv vitjandi á básinum
hesaferð sum seinast, stevn
an varð hildin, men fyri
tann skuld vóru tey vitjandi
ikki minni áhugaverd.
Jóhanna á Bergi, stjóri í
Faroe Ship, heldur ikki, at
sjálvt talið av vitjandi nýtist
at siga nakað serligt um
dygdina av fiskivinnufram
sýningini.
- Vit høvdu nógvar áhuga
verdar vitjanir, kanska fleiri
enn áður. Hetta er eitt frá
líkt høvi hjá okkum at hitta
viðskiftafólk, sum vit javn
an hava samband við, men
undir øðrum viðurskiftum,
sigur hon.
At merkja rák
Jóhanna á Bergi sigur, at
tey sum so ikki vænta sær
at síggja tey stóru úrslitini
beint á sjálvari framsýn
ingini, men hetta er ein
liður í tí viðskiftaarbeiði,
sum hoyrir undir eina flutn
ings- og tænastufyritøku,
sum Faroe Ship er.
- North Atlantic Fish Fair
er soleiðis eisini eitt frálíkt
høvi at merkja tað rák, sum
rørist í okkara part av
vinnuni, sigur Jóhanna á
Bergi, stjóri í Faroe Ship.
Faroe Ship væl
nøgd við NAFF
- NAFF er eitt gott høvi at hitta viðskiftafólk og annars at
merkja tað rák, sum rørist í okkara parti av vinnuni, sigur
Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tey fyrstu árini sigldi Skurin serliga við fóðuri fyri Ewos, men tá alivinnan var í stórari kreppu,
sigldi skipið fyri fleiri viðskiftafólk
Navn:
Skurin
Heimstaður:
Norðragøta
Smíðistaður/ár:
Ringkøbing (1975)
Longd:
49,75 metrar
Breidd:
8,30 metrar
BRT:
299
Maskina:
B&W Alpha 470 HK
Ferð:
10 míl
Eigari:
H.T. Shipping Sp/f
Útgerðarmaður:
Tórhallur Thomsen
FAKTA
Farmaskipið Skurin er seldur til Fraklands og teir átta
menninir, sum eru knýttir at skipinum, eru sagdir úr starvi
sambært galdandi uppsagnartreytum
Mynd: Skipalistin/ Leivur Nygaard
- Tað gekk væl at fáa
gestirnar heim við
flogfari, og tað gekk
væl at fáa teimum
innivist, sigur Fríðun
Jacobsen hjá
Greengate Incoming
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var felagið Greengate
Incoming, sum syrgdi fyri
at fáa flestu útlendsku fram
sýnararnar og gestirnar hig
ar til lands, og felagið skip
aði eisini fyri, at hesi fingu
innivist og bilaleigu, eins
og flutning millum flogvøll
in og høvuðsstaðin.
Fríðun
Jacobsen
hjá
Green Gate Incoming sigur,
at øll hotellini í býnum vóru
øll fult bookað, meðan
North Atlantic Fish Fair var
í høvuðsstaðnum.
- Eg haldi, at tað gekk
væl at fáa allar gestirnar
heim við flogfari, og tað
gekk væl at fáa teimum inni
vist.
Hon sigur, at Greengate
Incoming kortini ikki stóð
aftanfyri flutningin og inni
vist hjá øllum útendsku
gestunum, tí ein partur at
luttakarunum syrgdu fyri
hesum sjálvi.
- Vit fingu umleið 150
fólk higar til lands, sigur
Fríðun Jacobsen hjá Green
gate Incoming.
Alt gekk væl