mikudagur 9. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2007
15
Elsa Andreasen, Valurin Tvøroyri, andaðist
mánadagin 7. mai 77 ára gomul. Farið verður úr
kapellinum á Tvøroyrar sjúkrahúsi, í kirkjuna í
kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar
kirkju hósdagin klokkan 12.30. Sungið verður
úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Elsu,
kunnu lata Hjartafelagnum eina gávu, konta í
peningastovnunum.
Petrea Olsen á Toftum fer til gravar úr
Fríðrikskirkjuni í morgin, hósdagin 10. mai, klokkan
14.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Í
minningarorðunum
um Petreu Olsen er eitt
skipanavn komið skeivt
fyri. Har tað stendur Neptun
skal sjálvsagt standa Nólsoy.
Bæði skipini gingu burtur í
sama illveðri í 1934. Nólsoy
við 20 monnum og Neptun
við 23 monnum. Orsakið
mistakið!
ó.
Í vikuskiftinum verður Kí-
høllin karmur um eina stóra
bilastevnu. Sum nakað
nýtt verður tað ókeypis hjá
vitjandi at koma inn.
Høllin verður full av
bilum, umframt at fleiri bilar
koma at standa uttanfyri.
Nógv av teimum kendastu
bilmerkjunum verða umboð
að. Bilsølurnar, sum vera
við, eru: Ivan Johansen Bilar,
Berg Motors, Reyni Service,
Norðbil og Nordcar.
Úr Klaksvík verður sagt,
at nú undirsjóvartunnilin er
komin, er tað vorðið høglig
ari hjá bilasølunum at koma í
Norðoyggjar at sýna bilarnar
fram og harvið koma nærri
sínum kundum.
Bilastevnan verður opin
báðar dagarnar í vikuskift
inum frá kl. 15.00 til 21.00.
Tíðindaskriv
Læknaskrivarafelag Føroya
hevur havt aðalfund. Nevndin
hevur skipað seg soleiðis:
Sæunn Ólavsdóttir Hansen,
formaður, Marna Gásadal,
skrivari, og Beinta D. Mohr,
kassameistari. Tiltakslimir
eru Ruby Danielsen og Eyð
Hansen.
Endamál felagsins er
at virka fyri áhugamálum
læknaskrivaranna. At styrkja
sambandið millum lækna
skrivararnar og at skipa fyri
felags skeiðum, fyrilestrum
og tiltøkum annars.
Læknaskrivarafelagið
havt aðalfund
Bilastevna í KÌ-høllini
Í vikuskiftinum verður Kí-høllin karmur um eina stóra bilastevna
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
mín elskaði maður, okkara kæri pápi, verfaðir og abbi
Rune Mattiasson
Göteborg
andaðist 20. apríl.
Jarðarferðin verður úr Tynnered kyrka
hin 16. mai, kl. 11.
Nanna
Jan-Erik, Gunilla, Samuel, David, Pauline og Linnéa
Kerstin, Rolv, Daniel, Björn og Olle
Tómt stendur plássið í okkara heimi.
Tungur verður vegurin einsamøll at ganga.
Takk, kæri maður, fyri farin ár.
Takk, góði pápi og abbi, fyri allan kærleika.
Tit, ið vilja minnast Runa, kunnu senda eina gávu gávu til mis-
siónshúsið í Hovi. Konta í peningastovnunum.
Hetta er »Nólsoy«, ið gekk
burtur í 1934, og víst varð til í
greinini um Petreu Olsen
Rætting:
Skipið var sjálvsagt Nólsoy
Dagurin
10. mai. Gordianus, deyður í umleið 362. Heiðin
rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og varð
hálshøgdur.