Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 88 - 9. mai 2007 Í øllum teimum um 20 londunum í Europa, har innheint­ ingar­fyritøkan Intrum Justitia finst, gera teir javnan frágreiðingar um gjaldsmynstrið í landinum, sonevnd benchmark’s. Nú fer Intrum Føroyar at gera líknandi frá­ greiðing um føroyska gjaldsmynstrið KANNING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Intrum Justitia er inn­heint­ ingar fyritøka, sum finst um nærum allan heim. Í Europa er hon at finna í ein­ um 20 londum, og upp­runa­ liga hoyrdu Ísland og Før­ oyar undir økið hjá Dan­ mark. Men av tí at íslendski og føroyski marknaðirnir tóktust dønum ov smáir, fingu íslendingar fyri nøkr­ um árum síðani loyvi at stovna sína egnu deild av Intrum Justitia. Við í loyvinum fylgdu Før­oyar, og fyri góðum ári síðani sýntist íslendingum løtuna komna, at fyritøkan eisini arbeiddi seg inn á føroyska marknaðin. – Eg hevði í mong ár starvast sum skipsmeklari í útlandinum, og hevði ferð­ ast víða í hesum ørindum. Tey sambond, eg hevði upp­ arbeitt tóktust helst Føroya Banka áhugaverd, so eg fekk boðið starv hjá teim­ um. Men so ein dagin hevði ein sakførari boð eftir mær og vildi vita, um eg hevði áhuga at starvast í fyritøku, sum hevði í umbúna at seta á stovn deild í Føroyum, greiðir Jákup Jensen frá. Tó at tað ikki kom fram, hvør fyritøkan var, var Ják­ up ikki avvísandi, og longu dagin eftir ringdi hesin sak­ førarin og bað um fund aft­ ur dagin eftir, sum var ein hósdag. Á hesum fundinum kom Jákup mestsum í avhoyring og síðani bleiv ein triði fundur skotin upp at vera um vikuskiftið. Men av tí at Jákup skuldi til Danmarkar, mátti hann beinleiðis úr Keyp­mannahavn til Íslands sunnudag. Skjót avgerð Har kom Jákup út í eina rætti­liga triðja stigs avhoyr­ ing, og eftir hetta fóru ís­ lendsku vertirnir útum eina løtu. Stutt eftir komu teir aftur við einum tíggju síður sáttmála, og so fekk Jákup Jensen boð um at skriva undir. Hann vildi kortini hava sáttmálan heim við at lesa ígjøgnum í frið og náðum, men har var einki við at gera: take or leave it! Ís­ lendi­ngar høvdu brúk fyri ein­um manni, ið kundi taka skjótar avgerðir, og eftir at hava tosað við baklandið, tað er konuna, gjørdi hann av at skriva undir. Hetta var fyri einum góð­ um ári síðani, 1. apríl í fjør, og síðani nýtti Jákup nakrar mánaðir at kanna markn­að­ in. Í september var so klárt at lata upp, og Intrum Før­ oyar var ein veruleiki. Tað hevur gingið ógvuliga væl hesa tíðina, fyritøkan hev­ur verið á føroyska mark­ n­að­inum. – Vit hava longu nú um 350 fyritøkur sum kundar, og vit eru seks fólk í starvi. So vit kunnu ikki annað enn vera nøgd við gongdina higartil, sigur Jákup Jen­ sen. Eisini sjálv innheintingin hevur gingið sera væl, og Jákup metir, at um 85% av innkrevjingunum eru fing­ nar inn. Kanna gjaldsmynstrið Intrum Justitia er ein fyri­ tøka, sum finst í umleið 20 londum í Europa, umframt í ymsum londum kring all­ an heim. Fyritøkurnar í Ís­landi og Føroyum eru í eini serstøðu, tí tey í veru­ leikanum eru sjálvstøðug feløg, meðan hini øll eru undir einum og skrásett á partabrævamarknaðinum. Men øll feløgini hava tó tað til felags, at tey tvær ferð­ir um árið lata eina kann­­ing gera av gjalds­ mynstr­inum í tí landi, har tey virka. Og nú Intrum Føroyar hava gott hálvt ár á baki, fer eisini føroyska deild­­in at lata gera slíka kann­­ing av føroyska gjalds­ mynstrinum, eina sonevnda benchmark kanning. Hesar kanningar geva nógv ymisk og áhugaverd svar. Í Hollandi vísir henda kanning eitt nú, at 48% av krøvum móti kundum, er móti fólki undir 35 ár. Sama mynstrið finst í Noregi. Sama kanning vísir, at í Finlandi og Svøríki verða gjaldsavtalur ógvuliga væl hildnar, meðan í Italia og serliga Portugal stendur illa til í so máta. Og tær royndir Jákup Jensen higartil hevur gjørt sær benda á, at Føroyar verða at finna í miðuni ella kanska enntá í verra enda­ num í so máta. Tað er altíð áhugavert at síggja gjaldsmynstrið í ein­ um landi. Eisini hjá fyri­tøk­ um, sum selja vørur til við­ komandi land. Og føroysku kanningarnar fara at fylgja sama leisti sum í hinum londu­num, so tølini lættliga kunnu samanberast. Annars metir Jákup Jen­ sen, at mynstrið nú aftur er við at broytast í Føroyum. – Undan kreppuni var nær­­um bert hugsað um at hava stóran umsetning, og minni um útistandandi pen­ ing. Hetta broytti kreppan soleiðis, at fokus var sett á at fáa pengarnar inn sum skjótast. Nú er mynstrið við at broytast aftur ímóti tí, ið var undan kreppuni, metir Jákup Jensen. Ávaringarlampur Og júst her hevur Intrum út­ greinað eina ávar­ingar­skip­ an, sum kundarnir kunnu leggja sær í geyma og verða tilvitaðir um. Hendan skip­ an umfatar: • broytt innkeypsmynstur (keypa minni inn, versn­ andi likvitetur) • størri innkeyp (kann merkja, at aðrir veitarar hava steðga kreditti) • kreditt framum kontant­ avsláttur • afturgjald í fleiri ratum – Hetta nevnda kann metast sum ávaringarlampur, sum kortini ikki neyðturviliga merkja nakað ringt. Tað er eitt nú ikki neyðturviliga av tí ringa, um ein fyritøka fer at keypa meiri inn, vísir Jákup Jensen á Nakrar aðrar reglur eru eis­ini, sum tó kunnu metast meiri »bleytar«, og hesar eru: • afturlating av deildum ella pørtum av virk­semi­ num • stór útskifting í leiðsluni • broytingar í eigaraviður­ skiftunum • broytingar av kontonumm­ ari ella peningastovni Eitt annað, sum fyritøkur eisini skulu leggja sær í geyma, er, at 60% av teim­ um rokningum, ið ikki verða goldnar til tíðina, verða ikki goldnar við vilja, vísir áðurnevnda kanning – So vit mæla kundum okk­ara at halda seg til so­nevndu 2-2-2-skipanina. Fyrsta tveytalið stendur fyri at senda áminning innan tvær vikur eftir, at rokningin er fallin til gjaldingar. Ann­ að tveytalið stendur fyri tveim­um áminningum í mesta lagi, og hitt triðja fyri tveimum vikum millum áminningarnar í mesta lagi. Og tað hevur víst seg at virka sera væl, sigur Jákup Jensen, stjóri í Intrum Før­ oyar. Virðismikil ráevni Í kvøld fer kanadiska námsfelagið True North Gems at kunna fólkið í grønlendsku bygdini Fiskenæsset um ætlanir felagsins at leita eftir rubinum og safirum í einum øki, sum felagið hevur kannað seinastu tíðina. Felagið ætlar at gera fleiri royndarboringar í summar fyri at fáa staðfest jarðfrøðina við Fiskenæsset. Samstundis er ætlanin at savna umleið 50 tons av ráevni, og síðani verður kannað, hvørji møgulig virðismikil evni eru í ráevninum. Vøkstur steðgaður Líkt er til, at tann ovurstóri vøksturin í donsku handverks­ vinn­uni er steðgaður. Ein spurnarkanning vísir, at nógvar handverksfyritøkur hava nóg mikið at gera hetta árið út, men at tær kortini eru færri í tali enn fyri nøkrum mánaðum síðani. Kortini er eingin orsøk til at rópa varskó, sigur felagið hjá handverksfyritøkunum. Felagið vísir á, at so leingi arbeiði er til allar hendur og tørvur á arbeiðsmegi á summum økjum er ikki vandi á ferð. Intrum Føroyar: Kortleggja gjaldsmynstrið í Føroyum Jákup Jensen, stjóri á Intrum Føroyar, sigur, at 85% av innkrevjingunum koma inn. Og tað er meiri enn meðal fyri altjóða fyritøkuna Mynd: Jens Kristian Vang