mikudagur 9. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú er vit komin til
seinasta part í røðini
við frásøgnum hjá
Jógvan Sofusi og
Dinnufíu Ferjá. Hesa
ferð greiðir Jógvan
Sofus meira frá um
útróður og um fiska
turking við Gjógv.
Dinnafía greiðir frá tí,
hon minnist um ta
syrgiligu vanlukkuna,
tá ið Kristina gekk
burtur í 1920 og um
mammu Dánjal Klein,
har børnini gingu at
lesa
Ein vanlukka, sum rakti Gjógv
sera meint, var, tá ið Kristina
gekk burtur í 1920 við 17 monn
um. Seks av teimum vóru frá
Gjógv. Petur J. Sigvardsen greiðir
meira frá hesi vanlukku í síni
Gjáarsøgu.
FF-blaðið hevði í 2004 hevði
eina samrøðu við Andrew
Godtfred, sum var sonur Dias á
Heyggi, sum var kendur skipari
og reiðarí í Vági. Vit fara her
at endurtaka tað, sum Andrew
greiddi frá um Kristinu:
Í 1913 keypti pápi sjálvur skip,
ið hann nevndi Kristina eftir
konuni. Hann fór eftir skipinum
sama dag, sum eg var føddur.
Hann hevði leigað ein Garðabát
at fara til Íslands við manningini.
Kristina var nógv besta skipið í
Føroyum øll árini pápi hevði hana,
og hon fiskaði betur og betur
fyri hvørt ár, sum gekk. Í 1915
fekk hon 850 skippund, í 1916
fekk hon 950 skippund og í 1918
fekk hon 1050 skippund. Hetta
var eisini umtalað í bløðunum.
Í 1918 skrivaði Suðuroyablaðið
Føroyatíðindini m.a.:
»Den energiske kaptajn
Godtfred, hvem et ... Held har
fulgt i mange Aar, og hans
dygtige Mandskab, har efter
hvad der forlyder, efterlignet
Franskmændenes Fangsmaade,
idet de ikke blot nøjes med
Bundfiskeriet, men forstaar at
finde Fisken paa Forskellige
Dybder, en Fremgangsmaade, der
giver forbavsende Resultatet paa
ganske kort Tid.«
Spurt verður í blaðnum, hvør
ið mundi fara at sláa metið hjá
Kristinu. Kanska fór tað at vera
”Kristina” sjálv! Og rætt var, tí í
1919 fingu teir 1455 skippund.
Seinni keypti Kjølbro ”Kristinu”
saman við Axel Sivertsen, men
hon gekk burtur árið eftir. Eg
havi hoyrt, at Kjølbro mundi farið
av knóranum tá, tí hon var ikki
tryggjað.
Teir fóru avstað 21. februar 1920,
og um hesa tíðina var rættuligt
illveður, men teir eru kortini helst
komnir til Íslands í øllum góðum.
Men tann 28. februar brast hann
á við einum slíkum ódnarveðri,
sum eingin tá visti makan til, og
sum eisini merktist við Gjógv.
Tað frættist einki aftur frá skipi
num, uttan nakrar leysasøgur
um, at skipið var sætt av ymsum,
men hetta gjørdi bert ilt verri.
Samstundis hvarv Helena við
16 monnum. Í juni hvørvur Karin
við 13 monnum. Av teimum átta,
sum vóru við Puritan, doyðu teir
seks. Tilsamans fórust 62 mans
á sjónum í 1920, sum man vera
eitt tað størsta feigdarár hjá
føroyingum.
Dinnafía minnist
summar av
manningini
Tá var eg knappliga trý ára
gomul, so tað er ikki tað nógva,
eg kann minnast frá hesum. Men
kortini minnist eg, at á jólum
1919, sum Kristina fór avstað í
februar, at menn frá Norðskála
høvdu verið við Gjógv og dansað.
Mamma og tey í Jákupsstovu
áttu so nógva slekt har. Axel
Sivertsen, skiparin á Kristinu, var
gjáarmaður. Hann var uppvaksin
í Svínáum hjá ommusystur síni.
Mamma hansara doyði, tá ið
hann var tríggjar vikur gamal.
Hon var systir abba í Jákupsstovu
og var ikki meira enn 25 ár, tá
ið hon doyði. Hon æt Katrina,
kallað Trina, og var gift við Petur
Jakku á Fløtti. Omman á Fløtti
tók Kristian, men Axel vaks upp í
Svínáum hjá Elsu, sum var systir
Katrinu, langommu í Svínáum.
Hon var ommusystir Axel, og hon
tók hann sum nýføðing. Hon átti
fleiri børn, eisini børn sum vóru
eldri. So giftist ein dóttir Elsu
út til Fugloyar. Hon hevði Axel
við sær. Tá hevur hann verið eini
sjey ár. Tey kallaðu hann Axel
á Stræti, sum var húsanavn á
Kirkju. Hann bleiv forlovaður í
Klaksvík við eini dóttur Jákup á
Biskupstøð, sum æt Elsa. Tey
høvdu grundað í Klaksvík.
Hann var ein ungur skipari. Í
1917 førdi hann, 22 ára gamal,
Elsu hjá Niels J. Mortensen av
Tvøroyri. Elsa varð niðurskotin
á bankanum av týskum kavbáti
23.mai hetta ár.
Ein hálvbeiggi Axel, Jákup
Martin, var við skipinum. Jákup
Martin var bert 17 ára gamal.
Øll manningin fór í bátin, tá ið
teir sóu kavbátin, og teir fingu
boð um at rógva yvir til hann.
Skiparin og fýra av manningini
fingu boð um at koma umborð
í kavbátin, meðan hinir róðu
aftur til skipið við týskarum, sum
løgdu spreingievni í skipið. Ein
av teimum, sum fóru umborð á
kavbátin, var Jákup Martin, og
týskarar høvdu verið so blíðir
við henda unga dreingin, at teir
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
7. partur. Dinnafía og Jógvan Sofus:
Elsa gloymdi ikki dreingin,
hon misti við »Kristinu« í 1920
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hesir menn eru helst av Vágoynni, sum Axel førdi beint áðrenn Kristinu. Myndin hevur áhuga fyri hesa grein, tí fleiri av manningimi á ”Kristinu” eru við á henni.
Menninir á myndini eru: Aftara rað frá vinstru: 1. Rasmus Nysted, Norðskála, 2. Jens Klæmint Danielsen, Svínoy, 3. Marius Hansen, Árnafirði 4 og 5 ókendir 7.
Johannes Danielsen, Svínoy og 7 ókendur. Fremra rað: 1. Sofus á Sagbonki og 2. bróðir hansara Mikkjal Pauli (Palli) Eliasen, báðir av Kirkju 3. Axel Sivertsen,
skipari, 4. Andreas Johannesen, Gjógv og 5. Edmund Nysted, Norðskála
Fylgjandi seks av hesum monnum fórust við Kristinu: Rasmus Nysted, 22 ár, Jens Klæmint Danielsen, 20, Johannes Danielsen, 18, Axel Sivertsen, 25, Andrias
Johannesen, 15, og Edmund Nysted, 17
Axel Sivertsen, skipari