Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 • 9. mai 2007 MIÐvikan 18 høvdu bjóðað honum sjokulátu. Hann var ein av teimum, sum doyði við Kristinu. Elsa helt á at seyma útstýr eftir at onnur høvdu mist vónina Elisabeth, dóttur Elsu, sum var forlovað við Axel, greiðir frá, at hon fyri nógvum árum síðan fekk at vita frá Dias á Heyggi, at Axel var ikki serliga fegin um keypið av Kristinu. Hann helt vist, at hetta var ein ov stórur biti fyri ein so ungan mann. Axel og Elsa skuldu giftast, tá teir komu aftur. Elsa seymaði útstýr, og hon fekk seg ikki at trúgva, at Kristina var burtur­ gingin. Hon helt áfram at seyma eftir, at fólk annars høvdu mist vónina um skipið. Hon misti ikki bert drongin, men eisini sín 15 ára gamla beiggja Sámal, sum eisini var við. Elsa fór seinni til Suðuroyar at læra til skræddara. Í 1927 varð hon gift við Niels Absalonsen av Viðareiði, og tey fingu fýra børn. Tey bygdu á grundini í Klaksvík, sum Axel hevði gjørt. Tað var altíð sera gott samband millum Elsu og ættina hjá Axel við Gjógv, og tað var javnan, at tey vitjaðu hvør hjá øðrum bæði við Gjógv og í Klaksvík. Elsa gekk eisini alla sína tíð við ringinum hjá Axeli, sum enn er í ættini. Sigast kann, at her hevur verið talan um eitt sjáldsamt trúfesti. Misti tveir synir og fosturson Sum nevnt høvdu teir verið við Gjógv og dansað. Edmund var ein, Skála-Dánjal, (hetta vísir til Norðskála) systkinabarn abba í Jákupsstovu, var pápi hansara. Ísak æt eisini ein annar beiggi hansara, og var hann eisini við. Ein var, sum æt Rasmus. Hann var sonur Jógvan. Ein drongur, sum æt Jógvan, hevði sovið hjá Óla Debes og var nokk í slekt við tey. Men eg minnist seinni, at tey snakkaðu um, at Kristina var forlist. Tá kom eg serliga at minnast henda Rasmus, sum svav uppi hjá okkum. Eg minnist, at ein maður í klædningi kom út úr kamarinum. Hetta hevur verið Rasmus. Skála Jógvan og Skála Dánjal áttu eina systur gifta í Hvannasundi, hon at Anna. Teir vóru systkina­barn abba í Jákupsstovu. Dánjal, hann var pápi Ísak og Edmund, og fosturpápi Axel, yrkti ein sera vakran sang um hesa hending. Hann var yrktur í 1921 og var 32 ørindi. Eg minnist onkur ørindini, og tvey teirra ljóða soleiðis: En Sørge-Sang jeg nu synge vil om mine to Sønner kære, som drog til Island i Februar, jeg saa dem ikke mere. De var altid hinanden saa kær, de tre havde samme Vugge. Den vugge for min bevidsthed staar, til mine Øjne sig lukke. Allur sangurin er prentaður í Gjáar søgu hjá Petur J. Sigvard­ sen. Sum sagt vóru gjáarmenn vóru eisini við. Umframt Aksel var eisini Petur Jakku, pápi hansara, og hálvbeiggin Jákup Martin, so teir vóru tríggir úr tí húsinum. Og so vóru tveir synir Hans Jakku í Gortru og Siggu. Annar æt Poul Johannus, og hin æt Andrias. Umframt teir var eisini Dion úti á Tarafløtti. So var ein sum æt Andrias. Hann var slektaður av Tvøroyri. Hann var komin norður til Gjáar at vera hjá Henriettu mostir síni. Pápi hansara æt Andrias á Dyrtufløtti úr Porkeri, og hann var skipari og doyði ungur av sjúku í 1911. Konan sat eftir við fimm børnum og gekk við tí sætta. Andrias kom tískil norður til Gjáar at vera. Hann var tvíburi, og syst­ir hansara æt Anna. Mamma teirra var úr Sámalsstovu við Gjógv og var gift suður á Tvøroyri. Men tvíburarnir vóru føddir í Sámalsstovu. Andrias doyði so við Kristinu bert 15 ára gamal. Anna gjørdist nokk so gomul. Hon bleiv ikki gift og lærdi til fotograf og arbeiddi eisini sum fotografur. Fiskaturking við Gjógv Deksbáturin Lilli hoyrdi til Gjáar, og hann førdi fisk til Gjáar. Sofus Hilduberg var skipari. Eg fór at landa saltfisk har dagin eftir, at eg var konfirmeraður. Tað er, haldi eg, seinasti fiskur, sum er turkaður við Gjógv og var hetta 16. mai 1927. Vanliga plagdi altíð nógvur fiskur at verða turkaður um sumrini. Annars er ein nokkso stuttlig søga um Sofus. Sum fiskiklógv vildi hann sjálvandi hava mennin­ ar at standa sum longst við snøri. Men hinvegin skuldu menn eisini hava sína frívakt. Einaferð stóð so nógv á honum, tá nógv var at fáa, at hann flutti klokkuna eina tíma fram og fór at purra út. Men hann hevði als ikki hugsað um, at ein ungur fuglfirðingur hevði fingið eitt ur í konfirmatónsgávu, og hetta avdúkaði hetta »numm­ ar«, sum heldur ikki varð endur­ tikið. Fiskur plagdi eisini at koma frá Vágsbotni til Óla Debes og frá Mortensens monnunum til Petur Kristian, sum handlaði tá. Og eitt sindur seinni til Dánjal Klein av Stongunum í Klaksvík. Ein motorur plagdi at koma við fiski, og hann kallaðist Dan. Teir turkaðu fiskin úr Klaksvík undir Gulakletti. Hinir vóru í fjøruni og eysturi í fjøru. Tá fekst fiskur turrur. Eina ferð, eg eri heima frá Jóannes Patursson, sigi eg við konu mína, at eg fari at spyrja til Klaksvíkar, um eg ikki kann fáa upp í ein ella tveir motorar av fiski at turka. »Finn ikki upp á sovorðið. Tað nyttar einki.« Teir søgdu, at tað skuldi ikki verið ting í vegin, at eg skuldi fingið fisk at turka, men teir vóru givnir fyri fleiri árum síðan. Tað seinasta var farið til Svínoyar, og tað bleiv ongantíð turt! Ein útróðrartúrur Eg skal fortelja frá einum túri við Ólastovubátinum, sum kallaðist Royndin Fríða. Hetta var, tá ið eg var 14 ára gamal. Pápi átti sess í honum. Pápabeiggi mín, Jógvan á Klá, átti ein sess, og Pætur í Jógvanstovu, pápabeiggi, átti tveir. Í Ólastovu vóru tveir sessir í húsinum. So eru vit farnir til útróðrar ein dag. Tað var nógvur lág­ættar­ vindur. Vit høvdu kanska eini 30 stykkir av línu. Tað sá ikki væl út til at kunna vinna upp land tann dagin. Vit vóru farnir illa mannaðir, nógv ringast mannaðir av gjáarbátum. So er liðugt at draga, og teir tosa um, hvat teir skulu gera. Báturin var 40 ár, og hann var veikur. Vit fara so at rógva til ein trolara at biðja teir sleipa okkum til lands. Vit ætla at fáa alt upp úr honum. Fór báturin, gjørdist ikki við, søgdu teir. Vit fara so at rógva, og tá ið vit hava róð ein hálvfjórðing, koyrdi trolarin á. Teir vistu nokk ikki av okkum. Men so settu vit seglið á. Hetta var nýtt segl. Hansina, kona Jákup Paula, hevði seymað tað. Pápi og Jákup Pauli høvdu sett viðføringarnar undir. So repaðu teir seglið, og bóglínan varð knýtt um stavnin. Tað var vánaligur sjógvur. Eg og pápabeiggi mín oystu alla tíðina. Tá minnist eg, at sonur Jákup Paula, Hans Jacob, rópar: »Pápi, lækka!« Tað stóð næstan fossur inn um stýriborðsbógv. Men Jákup Pauli svaraði: »Tað man ikki fara at bila. Hann hevur so mangan gruggutan farið.« Eg minnist, at vit vóru ein av fyrstu bátunum til lands henda dagin. Vit høvdu fiskað 1.000 pund. Útróður undir seinna krígnum Undir seinna kríggi var eisini nógv­ ur útróður við Gjógv. Tá vóru jú so nógvir menn, sum ikki sluppu til skips. Tey flestu av skipunum fiskaðu ikki, men sigldu við ísfiski við nógv minni manning enn van­ ligt. Teir fiskimenn, sum tískil ikki Katrina á Rætt, mamma Dinnufíu. Kistan hevur eina serliga søgu. Tummas í Sjúrðastovu átti hana. Hann var forlovaður og komin til giftingar. Hann skuldi byggja, og viðurin til húsini var komin og lá niðri í Gjónni. Tá kom knappligt brim og viðurin flotnaði út. Og tann sum ongatíð giftist var Tummas. Hann doyði tískil út frá húsinum á Rætt og kistan er enn í ættini Her hevur Jógvan Sofus verið á floti 90 ára gamal og er komin heim um Sátuna. Báturin Bóndin er 80 ár Elsa á Biskupstøð, sum var forlovað við Axel Sivertsen, skipara á Kristinu. Hon er gott dømi um trúfesti