mikudagur 9. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 • 9. mai 2007
MIÐvikan
19
sluppu við skipi, fóru í staðin at
rógva út, og hetta lá jú eisini væl
fyri við Gjógv.
Tað var so nógvur fiskur at fáa,
og tað var eisini so serliga gott
veður um summarið.
Undir krígnum vóru so nógvir
bátar, sum róðu út, at tað gjørdist
ov trongligt á vanligu leiðunum.
So frætta vit, at bátarnir eru
farnir at fiska eystur á havið.
Tað var so óhøgligt. Vit fingu at
vita, hvar teir royndu, og tað
var Brúgvin og Barið, sum miðið
kallaðist. Miðhavið gav frá sær,
tí bleiv einki at fáa. Men so
minnist eg tað, at eingin visti,
hvar hvør annar fór.
Vit ætlaðu so at fara eystur á
hav við snøri. Eg átti eina byrsu,
hon klikti við øðrum løbinum.
So fór eg til Sivar Martin, tann
góði jarnsmiður hann var, at fáa
sett eina aðra fjøður í. Vit fara
so eystur á hav. Eg síggi ein bát,
og teir draga, sum teir vilja, og
so sigldu vit eitt sindur burtur
frá honum. Tað var logn, og tað
var ikki ein tann einasti fuglur
at síggja, men vit høvdu fingið
nakrar sildir. Eg hevði tikið so
mikið sum eitt karðatróður, t.v.s.
stødd á einum karða, av spiki við
mær. So fóru vit at skera smáar
bitar av spiki og at kasta teir á
sjógv. Og ryturnar koma á skák
niður úr luftini. Pápi skjeyt so
eina rytu í part, og so kastaðu vit.
Vit fingu 2.000 pund, og eingin
kom til meira enn 1.400 pund á
hesi leið eftir hetta. So vit vóru
stak heldigir henda dagin. Hetta
var mariumessudag, 25. mars í
1943.
Piddi í Fuglafirði fer
at keypa fisk
Ein morgun fóru bátarnir til
útróðrar og tað var so óalmindi
liga gott veður. Tað sást væl
inni á landi. Summir fóru eitt
sindur longur enn summir. Á ytra
endanum á línuni var ikki ein tann
einasta hýsa. Vit fingu ikki ein
fisk, men á innara endanum var
á hvørjum húki. So koma vit aftur
at landi. Teir flestu høvdu einki
fingið, men Rættarbáturin ella
Norðingurin, sum verpápi mín og
beiggi hansara Óli Andrias á Rætt
áttu, høvdu fingið nógva hýsu.
Aftaná bleiv ikki so gott veður, og
spurningurin var, um vit skuldu
fara ein dag afturat. Tað gjørdist
eisini sjaskveður morgunin eftir,
og eingin bátur fór til útróðrar.
Vit stóðu í handlinum hjá Sofus
Debes og tosaðu um, hvat vit
skuldu gera, tí tað vísti seg at
vera nógv hýsa til nú. Óli Andreas
var av bestu skilamonnum bæði
á sjógvi og landi og hevði verið
skipari í nógv ár, og hann hevði
ført skip hjá Pidda í Fuglafirði.
So spurdu vit hann, um hann
ikki vildi tosa til Fuglafjarðar,
um teir vildu keypa fisk her
norðuri. Tað var ja hjá Pidda,
áðrenn hálvtalað var orðið. So
var eitt tríbein ella gálgi settur
í gjónna, og vektir settar upp,
tað vóru tær stóru trævektirnar.
Og hvønn tann einasta dag
varð fiskurin vigaður í Gjónni,
og so vóru vit leysir við hann.
Motorbátur kom úr Fuglafirði eftir
fiskinum og útróðrarmenninir
fingu pengarnar í hondina. Tað
var vist Dánjal Klein, sum tá var
formaður í Føroya Fiskimanna
felag, sum hevði við vektina at
gera. Í Fuglafirði varð fiskurin
umskipaður og sendur til Bret
lands.
Vit vóru síðan regluliga avrokn
aðir hvørja ella aðru hvørja viku.
Ferjá
Vit fingu okkum eftirnavnið
Ferjá, og hetta navn hevur sína
søgu. Ferjá er á í Gjáarlíð. Hon
rennur oman í Funningsfjørð.
Sagt verður, at tað var her, at
víkingurin Grímur Kamban tók
vatn, og teir góvu ánni navnið
Ferjá, sum er elsta áarnavn í
Føroyum. Grímur Kamban var
fyrsti norðbúgvi, ið setti sínar
føtur á land í Føroyum og var
hetta sum skilst í Funningi.
Vegasamband
Gjógv fekk í 1959 vegasamband
til Eiðis. Inntil tá varð nógv gingið
millum Gjógv og Eiði, sum t.d. við
posti. Vegasamband til Funnings
kom ikki fyrr í 1961. Nógv ár
seinni kom vegur frá Funningi
í Funningsbotn, og harvið við
restina av Eysturoynni. Júst hetta
sambandið kom eisini at hava
stóran týdning fyri bygdina, tí tað
er so ofta á vetri, at tað ikki er
koyrandi um Eiðisskarð.
Lagnan hjá Oliviu
Angeliu, mammu
Dánjal Klein
Aðrastaðni í hesi Miðviku prenta
vit greinina Livsskæbner, sum
presturin Absalon Joensen skriv
aði í 1920 um mammu Dánjal
Klein, sum æt Olivia Angelia.
Henda greinin talar fyri seg
sjálva, um hvussu hart tað
kundi vera hjá fólki. Vit minnast
væl Oliviu, sum doyði í 1927
og minnast eisini, at hon bert
hevði eitt eygað, og er greitt frá
orsøkini fyri hesum í umrøddu
grein. Jógvan Sofus minnist, at
hann gekk at lesa, sum tað varð
kallað, uppi í Geil hjá henni. Tey
vóru eini fimm seks børn í senn.
Tað var soleiðis, at børn fóru
seks ára gomul út í onnur hús
at ganga at lesa, so tey kendu
bókstavirnar og dugdu eitt sindur
at lesa, áðrenn tey fóru í skúla.
Hetta hevur verið eitt slag av tí,
sum vit í dag kalla forskúla.
Henda lesing gekk fyri seg í
roykstovuni, har tað framman
undan stóð ein stórur vevur, sum
hon uttan iva hevur brúkt til at
vinna til lívsins uppihald. Her var
heldur trongligt inni, men tað var
hugnaligt og væl gekk at læra.
Tá ið hon fór til gravar, fór
lærarin Jóhan Kallsoy við skúla
børnunum niðan í Geil at syngja
fyri líkinum, og man hetta hava
verið ein viðurkenning og tøkk fyri
tað, sum hon hevði lært børnini.
Tøkk til Dinnufíu og
Jógvan Sofus
Her endar røðin við frásøgnum
hjá hjúnunum báðum, sum hava
upplivað so nógv, og sum vita so
nógv. Røðin gjørdist nógv longri
enn roknað var við frá byrjan.
Ofta er tað soleiðis, at ein søga
førir eina aðra við sær. Verður
hon ikki tikin við beinanvegin, er
vandi fyri, at hon fer í gloymsk
una.
Vit vita, at henda røðin hevur
verið nógv lisin, og at hon hevur
verið roknað sum eitt virðismikið
íkast til søguna hjá “vanligum”
fólki í Føroyum.
Tann mest kensluborni parturin
hevur verið frásøgnin um Acorn,
og her hava vit eisini upplivað, at
tey avvarðandi at hesi vanlukku
hava verið sera fegin um tað,
sum her fyrstu ferð er fest á blað.
Hetta er eitt gott dømi um, at
tað ræður um at fáa fest slíkar
hendingar á blað, áðrenn tað er
ov seint. Hetta er veruliga ein
partur av okkara lagnusøgu og
samleika.
Sjúrður, sonur Dinnufíu og
Jógvan Sofus, hevur eisini gjørt
eitt stórt arbeiði at fáa hesar frá
sagnir so rættar og fullfíggjaðar
sum gjørligt.
Fyri meg sjálvan hevur arbeiðið
við hesi røð verið ein uppliving
og ein stuttleiki. At kunna gera
nakað, sum fólk virðismeta og
takka fyri, er – næstan – nóg stór
løn í sær sjálvum.
Men Dinnafía og Jógvan Sofus:
Takk fyri, at tit vildu greiða okkum
øllum frá tykkara áhugaverda lívi!
Henda myndin er tikin, tá Dinnafía og Jógvan Sofus høvdu diamantbrúdleyp í 1997. Standandi f.v. eru børnini: Jónhild,
Gerda, Katrin, Kristina og Sjúrður
Her sæst Jákup Pauli Biskopstø saman við systrini Apoloniu. Tey mistu bæði
blaðungar synir við Acorn, umframt at Jákup Pauli brendist illa
Frida, dóttir Jákup Paula Biskopstø,
kendur frá okkara frásøgn um Acorn,
saman við manninum Tummasi
Debes