Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2007 39 tíðindi Sonja Jógvansdóttir var ein av trimum, ið helt røðu á 1. maidags­ haldinum á Vaglinum. Sonja er samskipari fyri HA og HK. Nið­an­ fyri prenta vit røðu hennara í fullum líki: 1. mei skuldi verið dag­ur­in, har vit kundu fegnast um, hvussu væl tað gongur her í landinum. 1 mei skuldi verið dagurin har vit klappa hvørjum øðrum á rygg in og siga – hetta er heilt okay – faktisk hava vit tað ordi­ liga gott - hetta skuldi verið dagurin har vit hildu eitt risa gildi og samstundis mintust øll tey, sum við blóð sveitta og tárum offraðu seg sjálvi í stríðnum fyri einum betri og rættvísari samfelag - bæði í Føroyum, men eisini úti í heimi. Hetta skuldi verið ein gleðisdagur burturav, men tað er tað ikki heilt, tí enn væntar nógv í stríðnum um tað rættvísa samfelagið – enn er nakað væl eftir á mál - Framtíðin kemur av sær sjálvari – men tað ger fram­ burður ikki. Rákið í Føroyum er greitt – Munurin millum fólk veksur – tey sum eru væl fyri, gerast betur fyri – og tey, sum ikki høvdu so nógv fyri nøkrum árum síðani – tey standa í stað. Tølini tala sítt greiða mál. Ein kanning frá sein­astu viku vísir, at Keypi­orkan hjá limunum í ar­beiðarafeløgunum stend­ ur í stað – hetta er ikki nóg gott – meini so við – tað gong­ur væl í Føroyum – fólk flest hava merkt ein risa framburð seinastu árini – men keypiorkan hjá arbeið­aranum stendur í stað. Hetta merkir at vit fáa eitt samfelag har ójavnin gerst rættuliga sjónligir. Láglønt í Føroyum merkja ikki, at tað gongur væl í samfelagnum – hetta kann ikki verða rætt. Tað er ongin, sum veruliga ynskir sær eitt samfelag, sum er merkt av stórum gjógvum. Tað er kortini ikki bara arbeiðarin, sum merkir á tað egnum kroppi, at samfelagið er á vanda kós. Eisini aðrir samfelagsbólkar eru við sviðu soð. Um vit taka pulsin á Før­ oy­um í dag og hygg ja at ym­iskum samfelagsbólkum – hvussu er støðan tá? Hvussu er við teimum heimleysu? Hava menningartarnaði tað nóg gott? – Hvat við einligum mammum? Hvat við fólki, sum liva av forsorgarhjálp? Hvat við teimum, sum fáa fyritíðarpensjón? Hvat við sálarsjúkum? Spurningurin er eisini um sam­felagið rúmar øllum føroyingum? Sum tað sær út í løtuni er svarið nei. Vit megna ikki at skapa eitt samfelag, har øll fáa lut í framburðinum. Tì eiga vit at brúka henda 1. mai til klárt og tíðiliga at taka aftur í orðini um at Her má vend koma í - og so kunna vit møguliga legg ja afturat, at tað má altso verða nú. Vit hava ikki ráð at bíða til 2015 – Málið snýr seg í dag um, at tú og eg, og grannin og hasin kraft originalurin niðanfyri hava tað gott í dag. Tað er ongin ivi um, at pol­itiski mynduleikin hevur amboðini, ið skulu til, fyri at trygg ja at allir samfelagsbólkar fáa ágóða av framburðinum í føroyum – og mangla tey onkur amboð so er at skaffa tey – og tað er at skaffa amboðini nú. Spurningurin er bara um viljin er at brúka hesi amboð so at framburðurin kemur teimum til góðar sum hava mest brúk fyri honum. Tað er heldur ongin ivi um, at fakfeløgini hjá tímaløntum hava eina stóra avbjóðing fyri framman. Fakfeløgini mugu trygg ja, at limir teirra fáa nøktandi liviumstøður og áhaldandi gera vart við tann ójavna sum valdar millum samfelagsbólkar í Føroyum í dag. Í dagsins Føroyum er til­ knýti hjá okkum til ar­beiðs­ marknaðin avgerð­andi fyri, hvørja vælferð vit fáa. Arbeiðsmarknaðurin er trygdin undir arbeiðs­loys­is­ skipan, undir barsilsskipan, undir frítíðarløn, undir pen­­sjónsskipan – trygg­ing­ ar verða ornaðar á arbeiðs­ marknaðinum og so kundi eg hildið á. Hetta rák kenna vit úr USA – har er tað mangan so, at hevur tú ikki eitt gott arbeiði við góðum trygg ingum av øllum møguligum slagi, ja so hevur tú onga vælferð – Spurningurin er, hvat tað fer at gera við okkara samfelag framyvir, at vaksandi part­ ur av tí, sum vit sígg ja sum vælferðartænastur, er bein­ leiðis treytað av til­knýti okk­ ara til arbeiðs­marknaðin. Vit kunna í dag staðfesta, at tað er ein lønargjógv í Før­ oy­um – limirnir hjá Før­oyar ar­beiðarafelag forvunnu í 2005 168.000 kr í meðal. 168.000 kr – hetta er ikki nógv, men hetta er inntøkan hjá einum stórum parti av føroysku løntakarunum. Skattapolitikkurin hjá sam­ gonguni hevur ikki bøtt upp á gjónna, tvørturímóti! Fer henda lønargjógv at for­ fylgja limunum hjá Føroya Arbeiðarafelagnum, tá ið tey hava brúk fyri vælferðar­ tænastum – svarið er ja - sjálvandi ger tað tað, tá ið nógvir ágóðar eru treytaðir av – hvat tín inntøka hevur verið - Tað nýgg jasta dømi um hetta er framtíðar pensjónin – pensjónin hjá fólki skal, sambært landsstýrinum fram­yvir bygg ja á 3 súlur – Samhaldsfasti og ein við­ bót frá landinum er ein súla – pensjónin á arbeiðs­markn­ aðinum er ein súla – og hin triðja súlan er tað møguliga, sum fólk spara upp við síðuna av! Við øðrum orðum kunna vit vænta, at tann møguligi stættarmunur sum er, meðan vit arbeiða, fer at forfylgja okkum í ellisárum – er hetta rætt??? Ein annar viðkomandi spurn­ingur at seta sær er, hvat við teimum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki koma á arbeiðsmarknaðin – skal so ongin vælferð vera til teirra, - Føroyski arbeiðsmarknaðurin er í øllum føri ikki serliga rúmmligur í løtuni! OG hvat við teimum, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman??? Tað er ein sannroynd, at tað kostar 12 ferðir eina ar­beiðaraløn at seta búgv í Tórshavn í dag - og í øðrum stór plássum sígg ja vit eisini, at tað verður munandi dýrari at seta búgv. Hetta kann gerast ein stórur trup­ulleiki fyri framtíðar búseting í Føroyum. Tað eru so nógvir tílíkir samfelags spurningar, sum fakfeløg mugu fyrihalda seg til í dag og framyvir, tí at vælferðarspurningar - eru spurningar um tilknýti til arbeiðsmarknaðin – tí skulu fakfeløg hava eina mein­ing og tí skulu fak­feløg seta dagsskránna í samfelagnum – fyri at kunna gera hetta ordiligt er neyðugt at standa saman – tað er neyðugt við øktum samstarvi millum fakfelagsrørsluna - Áðrenn eg fari at takka fyri meg vil eg eisini heita á tykk­um um at minnast tær kvinnur og teir menn, sum nógvastaðni í heiminum mugu offra alt í stríðnum fyri rættvísinum. Hjá okkum er tað ein sjálv­ fylgja, at tú ikki for­fylgir fólki, tí tey eru fak­liga virkin – Ingeborg Vinther – Hans Joensen – Jan Højgaard - Vígdis Jó­hannesen – Eyðstein Peter­sen- Gunnleivur Dalsgarð – Vár í Gongd og aðrir fak­felagsleiðarar nýtast ikki at vera bangin fyri, at løgreglan búrar tey inni, tí tey hava tala at – Ella bara tí at tey stríðast fyri sínum limum– men hetta er ikki ein sjálvfylgja í nógvum pørtum í heiminum í dag – minnist til hetta – tað hevur heldur ikki altíð verið fakfelagsfrælsi í Føroyum- Mín áheita á tykkum, sum standa her í dag er, – far og føl pulsin á samfelagnum - kanska er tað ikki heilt tað paradísi á jørð, sum vit halda tað er, men tað er gjørligt at broyta tað – tað krevur bara, at vit hava dirvi at hygg ja at, hvat tað er sum gongur fyri seg í samfelagnum – og síðani handla. Meðan vit bíða eftir heimsins besta samfelagið mugu og skulu vit øll hava tað gott – bæði materielt men eisini andaliga. Takk fyri meg og minnist til - framtíðin kemur av sær sjálvari – tað ger framburður ikki. Sonja Jógvansdóttir er samskipari hjá Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Hon førdi fram røðu á 1. maidagshaldinum á Vaglinum Framtíðin kemur av sær sjálvari – tað ger framburður ikki