Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 88 - 9. mai 2007 Stutt sagt Avsanna skuld- setingar Russland og Kina vísa aft­ ur skuldsetingum frá Am­ nesty International, sum vil vera við, at tey bæði lond­ ini senda vápn til Dar­fur, og at tey tí eru við til at halda ófriðinum og ágang­ inum har uppi. Am­­nesty Inter­­national sigur, at russ­ isk vápn fyri 21 mió. doll­ar­ ar og kinesisk vápn fyri 24. mió. dollarar endaðu hjá teim­um harð­rendu Janja­ weed-upp­reist­rarmonn­ unum í fjør. Tað er alment kent, at Janja­weed fær stuð­ ul frá sudanska stjórnar­heri­ num. Bæði londini avsanna tíð­indini, og kinesiska stjórn­­in sigur, at hon er tvørt­ur­ímóti til reiðar at senda hjálp­arfólk til Darfur, so­­leið­is sum ST hevur bið­ ið um. Einki rættar­mál Ein dómari í Texas í USA staðfesti í gjár, at tann út­ lagni kubanin og fyrr­ver­ andi CIA-maðurin Luis Po­sada Carriles skal ikki møta í rættinum í einum máli, sum annars skuldi byrja í býnum Houston um nakrar dagar. Kuba og Vene­ suela hava kravt at fáa fatur á Luis Posada Carr­­iles, sum verður sett­ur í samband við eina bumbu­atsókn at ein­um kubanskum ferða­manna­­flog­ fari í 1979. At­­sóknin kravdi 73 mannalív. Men dómarin í Houston sigur, at tann 79 ára gamli Carri­les er ósekur í ákær­uni. Hann hevur annars sit­ið í fongsli í tvey ár fyri brot á innflytaralógina, men her­fyri bleiv hann latin leysur ímóti 350.000 dollar­ um í trygd. Ongan tónleik Pakistanskir bussførarar, sum koyra buss tætt við af­ghanska markið, sleppa ikki at spæla allan tónleik í bussinum longur. Teir sein­ astu dagarnar hava víð­ gongd­ir muslimar veri í buss­unum og lagt hald á tónleikafløgur, sum eftir teirra tykki vóru ósømi­ ligar. Nú skulu bussfør­ar­ arnir bara spæla tónleik, sum hevur átrínaðarligt til­ knýti, ella sum eggjar til heilagt kríggj. Handlar, sum selja tónleik, hava fing­ ið boð um at taka allan verðs­ligan tónleik av hill­u­ num. Akta handilsmenninir ikki boðini, verða handl­ arnir stongdir. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Eg biði øll, sum vita nakað um Madeleine McCann, siga myndugleikunum frá (fótbóltsstjørnan Christiano Ronaldo) útlond Tann trý ára gamla enska gentan Madeleine McCann hvarv í Portugal seinasta hósdag. Myndugleikarnir ivast ikki í, at hon er burturflutt Allar marknastøðir á marki­ num millum Portugal og Spania hava myndir av Made­leine McCann hang­ andi á veggjunum, og tað sama er í floghavnum og aðrastaðni, har nógv fólk koma saman. Portugisisku myndugleikarnir eru kortini ikki vísir í, at gentan er fram­vegis í Portugal, og tí hevur Interpol fingið boð um at leita eftir gentuni. Keldur í løgregluni siga við blaðið O Público í dag, at løgreglan ber ótta fyri, at eitt altjóða brotsmannalið hevur burturflutt Madeleine, og at ætlanin helst er at lata onkran ættleiða hana fyri nógvar pengar. Madeleine McCann varð rænd úr songini á einum gistingarhúsi í Praia da Luz tætt við ta væl umtóktu Algarve-strondina seinasta hóskvøld, meðan foreldur hennara sótu á einari mat­ stovu í grannalagnum. O Público skrivar, at løgreglan hevur teknað eina mynd av einum manni, sum í síðstu viku royndi at lokka nøkur smábørn í býnum Sagres nærhendis Algarve at koma við sær. Men løgreglan torir ikki at almannakunngera tekn­ingina, tí tað kann koma Madeleine McCann í lívs­vanda, skrivar blaðið. Burturflytingin hevur sum vera man vakt stóran ans í Bretlandi. Í gjárkvøldið var fótbóltsspælarin Christi­ ano Ronaldo í Sky News og bað øll hjálpa portugisisku myndugleikunum at finna Madeleine. Ronaldo er portu­gisi, men spælir við enska meistarafelagnum Man­chester United. Nógvir grannar hjá Hollywood hava fingið boð um at fara úr húsunum Skógareldurin hevur serliga gjørt um seg í Griffith Park- lundini í Los Angeles, og myndugleikarnir í býnum bera ótta fyri, at fleiri av teimum kendu býareyð­ kennu­num kunnu fara upp í royk. Eldurin kyknaði í gjár­ kvøldið lokala tíð, og mynd­ ugleikarnir sendu fleiri hundrað sløkkiliðsmenn við tyrlum at basa eldinum. Kortini breiddi eldurin seg skjótt. Í nátt herjaði hann millum annað eitt bygt øki millum Hollywood og San Fernando Valley, og alla nátt koyrdu løgreglubilar runt í økinum, og í hátalar­ um vórðu fólk biðin um at fara úr húsunum. – Sleppið tykkum burtur hiðani, tí eldurin er á veg hendanvegin, róptu løgreglu­ menninir sambært AP- tíðindastovuni. Eldur uttan fyri Hollywood Kann vera burturflutt til ættleiðing Madeleine McCann hvarv seinasta hóskvøld