Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2007 56 summarkapping Skálabúðin Skálabúðin liggur í miðbýnum í Havnini og er ein av førandi klædna­handlunum í landinum. Handilin lat av fyrstan tíð upp heilt afturi í 1945, og 11 ár seinni fekk hann navnið Skálabúðin, sum handilin eitur enn tann dag í dag. Tá ið handilin lat upp av fyrstan tíð, seldi hann klæðir til bæði børn og vaksin – kvinnur og menn. Í dag selur Skálabúðin bert klæðir til konufólk. Ása Østerø er ein av leiðarunum í Skálabúðina. Hon letur væl at gongdini hjá hanbdlinum. - Jú, vit hava hampiliga nógv at gera, og eg haldi, at tað gongur bara heilt væl við handlinum. Summarmótin hjá okkum er eisini komin, so nú byrja vit spakuliga at merkja, at fólk byrja at keypa fleiri summar­klæðir. Skálabúðin selur tó ikki bara klæðir. Tey hava eisini eina gardindeild í handlinum, tey selja ymiskt til føroysk klæði, og so hava tey eitt tað størsta úrvalið av frakkum og jakkum í landinum. - Vit munnu nokk vera ein av førandi handlunum í landinum, hvat viðvíkur sølu av frakkum og jakkum, tí vit hava eitt rættiliga stórt úrval, sigur Ása. Skálabúðin hevur eisini eina deild fyri yngri kvinnur. Henda deildin er ikki í sama húsi sum Skálabúðin, men stendur hinumegin vegin. Hesin handilin kallast Móta­ skálin.            7 9 6 H ú s a r Te l 2 2 2 0 6 0 w w w. v i l j i n . c o m V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv • Bátur til 12 fólk • Skipaðir túrar • Leigutúrar • Fiskitúrar Viljin Tours            Njót nattúruna við klettum, holum og fuglalívinum við Vestmannabjørgini. Vit sigla inn í djúpar holur og millum lodrøtt fuglabjørg og tætt millum bogar og sker. Um tú vilt uppliva nakað serstakt - royn so ein túr við einum av okkara bátum. Trygdin er í hásetri og manningin hevur góðar royndir og nógv ár á baki. Sightseeing túrar eystur undir land ...og kring allar Føroyar PALLI LAMHAUGE Tel. 424155 - fax 424383 sight@sightseeing.fo www.sightseeing.fo Skálabúðin hevur eitt tað størsta úrvalið í landinum av frakkum og jakkum til konufólk