Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mai 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 89 - 10. mai 2007 Eingin semja enn Enn er einki komið burtur úr sáttmálasamráðingunum millum arbeiðsgevarafelagið hjá fíggingarstovnum og Finansforbundet um arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða í Føroya Banka og hjá Trygd. Partarnir hava boðað hvør øðrum frá ávikavist verkfalli og verkbanni, og fæst eingin semja, lata Føroya Banki og Trygd ikki upp tann 21. mai. Partarnir tosa eisini um, hvønn teir skulu biðja royna at fáa semju í lag. Umrøða korallir Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fer Pål Buhl Mortensen, doktari, at halda fyrilestur á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni við heitinum „Nordens fantastiske koralrev - biologi og økologi“. Í fyrilestrinum fer hann at greiða frá korallum, hvussu tey veksa, og hvørjum tey liva av. Harafturat fer hann at greiða frá, hvørji tiltøk okkara grannalond hava sett í verk fyri at verja síni korallir. Fyrilesturin, sum byrjar klokkan 19.30, er almennur. Ø er ein trupul bókstavur at brúka altjóða, men henda trupulleika hevur Føroya Banki loyst við at gera Ø til O, soleiðis at bankin á altjóða pallinum eitur Foroya Banki. Tað kom fram, tá samleikaskiftið hjá Føroya Banka varð kunngjørt í morgun BANKI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroya Banki hevur fingið nýtt búmerki og nýggjan samleika. Seint í gjárkvøldið og í morgun varnaðust fólk kring landið, at gamli sjó­ maðurin við sydvest á høvd­ inum og róðrinum framman fyri sær, varð pilkaður niður og eitt nýtt búmerki varð hongt upp í staðin. Eitt einfalt búmerki, svart við hvítari áskrift og navni bankans. Í morgun var boðið til tíðindafund hjá Føroya Banka í miðbýnum, har greitt varð frá nýggja búmerkinum og nýggja samleikanum. Ø ella O Tað var Janus Petersen, for­ stjóri, sum greiddi frá broyt­ ingunum og orsøk­unum aftanfyri, at sjó­mað­­urin við sydvest nú mynstr­ar av. Sjómaðurin, sum hevur staðið á vakt hjá Sjóvinnubankanum síð­ani 1932, og so hjá Føroya Banka síðani 1994, tá Sjónvinnubankin og Før­oya Banki løgdu saman, verður nú avloystur av ein­um munandi einfaldari búmerki. – Gamli samleikin vísir til samanrenningina mill­ um Føroya Banka og Sjóvinnubankan, meðan nýggi samleikin vísir betri tað, vit eru í dag, staðfesti Janus Petersen og vísti til tørvin á samleikaskiftinum, nú bankin skal einskilj­ast og skrásetast á virðis­bræva­ marknaðinum. Og júst tí, at Føroya Banki í næstum fer undir uttan­landavirksemi, hevur verið neyðugt við ávísum broytingum ella tillagingum á búmerkja- og navnasíðuni. – Tað er bara fólk í norður­ londum, sum kenna til Ø, og tey fara framvegis at síggja henda bókstav í nýggja búmerkinum. Men hjá øðrum fólkum fer bókstavurin at líkjast einum O, soleiðis at bankin fer at eita Foroya Banki á altjóða pallinum, greiddi Janus Petersen.. Nýggja heimasíðu Í samband við sam­leika­ skiftið, hevur bankin fingið nýggja heimasíðu, www. foroya.fo. Eina heimasíðu sum sambært bankanum er greiðari og meiri upplýsandi enn tann gamla, og sum er bygd upp um tey trý høv­ uðsvirkisøkini hjá bank­ anum: vinnu-, privat- og íløgu­virksemi. Afturat tí er so ein partur, sum er ætlaður komandi partaeigarum, fjøl­ miðlum og øðrum. Føroya Banki hevur gjørt nógv burtur úr nýggja samleikaskiftinum, og hetta fer brúkarin eisini at merkja komandi dagarnar í lýsingarátaki bankans. Foroya Banki uttan Ø Ø er ein trupul bókstavur at brúka altjóða, men henda trupulleika hevur bankin loyst við at gera Ø til O, soleiðis at bankin á altjóða pallinum eitur Foroya Banki, meðan hann millum føroyingar framvegis eitur Føroya Banki Hølir ynskjast! Vegna ein klient, sum ætlar at byrja virksemi í Havn, verður søkt eftir hóskandi handilshølum til støddar 2-300 m2 og við góðum atkomu- og parkeringsviðurskiftum. Áhugaði kunnu venda sær til advokatfelagið við strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS email: lawfirm@lawfirm.fo HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO tórmóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir Jógvan Páll Lassen, adv. ella Tórunn D. Lassen, skrivara e-mail: tdl@lawfirm.fo Janus Petersen, forstjóri, greiddi frá samleikaskifti bankans, sum millum annað skal gera tað lættari á altjóða marknaðinum Mynd: Álvur Haraldsen