hósdagur 10. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 83 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 89 - 10. mai 2007
Klædnafyritøkan
væntar at virka 60
tons komandi ár.
Spurningurin er bert,
um tey fáa hendur á
ullini
FRAMLEIÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein av teimum, ið sýndu
fram á North Atlantic Fish
Fair, var klædnafyritøkan
Sirri í Vági. Árni Brattaberg
eigur fyritøkuna, og hann var
sjálvur við á stevnuni.
Og hann læt væl at søluni
hesar dagarnar, stevnan
vardi.
Alt verður virkað úr før
oyskari ull og fer gjøgnum
eina lutfalsliga langa til
gongd, áðrenn lidna vøran
kemur út til kundan. Heilt frá
vasking um tøting og spinn
ing til binding og veving.
Ullin er sum nevnt tilfeing
ið, og á tí økinum áttu vit
at verið væl fyri, tá hugsað
verður um, at Føroyar bera
70.000 áseyðir. Men so er
kortini ikki, sambært Árna
Brattaberg, stjóra í Sirri.
- Tað vísir seg, at alt ov
lítið av ullini kemur til høld
ar. Vit koma at brúka 40
tons í ár, og ætlandi fara vit
at brúka 60 tons komandi ár.
Spurningurin er bara, um vit
fáa hendur á so nógvari ull,
sigur Árni Brattaberg.
Nógv fyri skeyti
Spurningurin er so, hví menn
ikki fáa ullina til høldar. Ein
sannroynd er, at í nógvum
hagapørtum verður ullin
bara brend, aðrastaðni endar
hon í ruskbingjunum kring
landið. Og tað er harmiligt,
tí hetta er tilfeingi, sum nógv
kundi verið gjørt burturúr,
heldur Árni Brattaberg.
- Tað er heldur ikki so, at
fólk gera tað púra fyri einki.
Vit lata 10 kr. Fyri kilo av
ull, og hartil verður latið
fýra krónur í stuðli. Heldur
ikki skal nakað gjaldast fyri
flutning, so tað átti at lønt
seg hjá onkrum at savna
ullina saman, sigur stjórin
á Sirri.
Hann sigur, at í summum
førum hevur hann sett seg
í samband við fólk og bein
leiðis gjørt avtalur við tey
um at fáa ullina til høldar.
Tað hevur víst seg at givið
frægasta úrslitið.
- Serliga hava konufólk
verið røsk at savna ullina og
fingið hana til Vágs. Og sum
nevnt er eitt ikki so lítið oyra
til tann, ið tímir at fáast við
tað, sigur Árni Brattaberg.
Tað er annars postverkið,
ið skipar fyri flutninginum í
serligum sekkum.
Sirri í Vági:
Virka 40 tons av ull í ár
Árni Brattaberg læt væl at
søluni á NAFF. Hinvegin
harmast hann um, at so nógv
av føroysku ullini ikki kemur
til høldar.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sigldu ávirkaðir
Løgreglan í Ringkøbing í Danmark hevur gjørt av at
skuldseta tveir menn fyri at hava siglt við báti, meðan teir
vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Menninir, sum eru brøður,
sendu neyðarkall sunnudagin, tí teir høvdu siglt á land í
einari vík nærhendis Ringkøbing. Teir boðaðu frá, at sjógvur
var í bátinum, og at hann var um at søkka. Teir fingu kortini
bátin avaftur, men tá teir komu til lands, blivu teir tiknir og
skuldsettir fyri rúsdrekkasigling.
Ikki í stjórn
Í Íslandi er líkt til, at Framsóknarflokkurin fær ein frammaná,
nú val verður til Altingið um vikuskiftið. Tann seinasta
meiningakanningin vísir, at flokkurin fær 7,6 prosent av
atkvøðunum og missir sjey av sínum tólv tingmonnum.
Flokkurin er í verandi stjórn, men Valgerður Sverrisdóttir,
uttanríkisráðharri og úr Framsóknarflokkinum, sigur, at
flokkurin fer ikki í stjórn aftan á valið, um valúrslitið verður
so ringt, sum kanningin vísir.
Tveir tungvektarar
innan norska fíggjar
heimin koma til
Føroya í dag at greiða
frá teirra royndum av
privatiseringum í
Noregi. Tryggingar
felagið Føroyar skipar
fyri fyrilestrum um
evnið morgin
FYRILESTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tveir av fremstu stjórunum
innan norska fíggjarheimin
koma nú til Føroya at siga sína
hugsan um privatisering sum
heild – men eisini við atliti
til komandi privatiseringina
av Føroya Banka.
Talan er um Øyvind Birke
land, ið er stjóri fyri DnB
NOR Kapitalforvaltning,
sum er størsti bankin í Nor
egi. Bankin umsitur 1.700
milliardir norskar krónur og
hevur 2,2 milliónir privat
kundar og 188.000 vinnu
lívskundar. Fyritøkan hevur
áleið 12.000 starvsfólk, og
er samstundis størsta lívs-
og pensjónstryggingarfelag í
Noregi við umleið 900.000
kundum.
Hin fyrilestrarhaldarin er
Helge Leiro Baastad, og er
forstjóri í Gjensidige, eitt av
størstu skaðatryggingarfel
øgunum í Noregi við umleið
einari millión kundum og
tryggingargjøldum upp á
14 milliardir norskar krónur.
Eini 3000 fólk starvast hjá
Gjensidige, sum eisini hevur
uppkeypt tryggingarfeløg í
fleiri øðrum londum, eitt nú
í Danmark og baltikum.
- Tað er eyðsæð, at hesir
báðir hava nógvar og drúgv
ar royndir innan fíggjarheim
in, og hava verið við til sam
anleggingar og privatiseringar
av almennum fyritøkum, sig
ur Gunnar í Liða, forstjóri í
Tryggingarfelagnum Føroy
ar.
Hvat við Føroya
Banka
Ein av heilt spennandi hend
ingunum innan føroyska fíggj
arheimin í hesum døgum, er
privatiseriingin av parti av
Føroya Banka. Og sjálvandi
verður hetta eisini eitt tema í
sambandi við fyrilestrarnar
og kjakið í morgin.
- Hetta eru mennn, sum
hava drúgvar royndir at
arbeiða í einari børsskrá
settari fyritøku, og vita alt
um, hvørjir fyrimuni og
hvørjir vansar fylgja við tí,
sigur Gunnar í Liða.
Í tí sambandi nevnir for
stjórin í Tryggingarfelagnum
Føroyar, at børsskráseting er
fyri eina fyritøku ein kelda
til kapital, dynamikk og
opinleika, men samstundis
verður fyritøkan sárbær og í
vanda fyri at verða uppkeypt
av øðrum stórfyritøkum.
- Føroyskt vinnulív stend
ur á gáttini til stórar avbjóð
ingar. Evnisdagurin bjóðar
eitt sjáldsamt innlit, sum
kann gagna øllum teimum,
sum ikki ræðast nýggju av
bjóðingarnar, sigur Gunnar
í Liða.
Byrjað verður kl. 16.00 í
morgin í Klingruni í Norður
landahúsinum og hildið
fram til áleið 17.30. Øll eru
vælkomin, men plássið er
avmarkað, so tað er at boða
frá luttøku í góðari tíð.
Tryggingarfelagið Føroyar skipar fyri:
Fíggjarligir tungvektarar greiða frá privatisering
Gunnar í Liða, forstjórií Tryggingarfelagnum Føroyar
Savnsmynd