mánadagur 14. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 91 - 14. mai 2007
Semingsmaðurin
hevur merkt á sær at
bæði arbeiðsgevarar
og arbeiðarafeløg
hava ein ektaðan vilja
til at finna semju.
Undir øllum umstøð
um væntar hann ikki,
at arbeiðssteðgur
verður fyrrenn um
nakrar dagar
Semingsroyndir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg vænti, at vit sleppa
undan einum arbeiðssteðgi.
Tað var ein rættiliga bjart
skygdur
semingsmaður,
sum sat og legði seinastu
fyrireikingarnar á alt av
gerðandi
semingsfundin
ímillum arbeiðsgevararnar
og tey fimm arbeiðara
feløgini.
Terje Sigurðsson, sem
ingsmaður, sigur, at hann
væntar, at semingsroyndin
fer at enda við eini semu,
so at vit sleppa undan
einum
landsumfatandi
arbeiðssteðgi.
Semingsfundurin skuldi
byrja klokkan 13 í dag, men
frammanundan hava teir
báðir
semingsmenninir,
Terje Sigurðsson og Símun
Absalonsen havt samband
við partarnar alt vikuskiftið,
har teir hava loddað dýpið.
Tað, sum er komið fram
undir hesum tingingunum,
gevur hon øktar vónir um,
at tað fer at eydnastat finna
semju.
- Talan er um ábyrgdarfull
fólk, sum eru við í hesum
samráðingunum, so arbeiðs
steðgur eri ikki ein møgu
leiki, sum vit hugsa um í
løtuni.
Men
partarnir
standa
rættiliga langt frá hvørjum
øðrum og skal semja finn
ast, krevst tað sjálvandi, at
báðir partar geva seg.
Hann sigur, at eftir at
hava tosað við partarnar,
hevur hann eina greiða fat
an av, at bæði arbeiðsgev
arar og arbeiðarafeløg eru
sinnað at gera, hvat tey
kunnu fyri at sleppa undan,
at leggja landið lamið.
- Báðir partar vísa ein
ektaðan vilja til at finna
eina semju, so tað er sjálv
andi hetta, sum verður mál
setningurin.
- Men kunsturin og av
bjóðingin verður so at finna
eina semju, sum liggur
innanfyri pínumarkið hjá
báðum pørtum og vónandi
fer tað at eydnast, sigur
semingsmaðurin.
Ganga nakrir dagar
Semingsmaðurin
hevur
longt sáttmálan til á midnátt
í kvøld og vanliga fatanin
hevur
verið,
at
sostatt
verður eisini arbeiðssteðgur
á midnátt, eydnast tað ikki
at finna semju.
Men her er semingsmað
urin ósamdur.
Hann heldur, at endar tað
við arbeiðssteðgi longu á
midnátt, skal tað ganga
heilt óvanliga illa.
- So leingi vit samráðast
verður ongin arbeiðssteðg
ur. Og so leingi nakrar sum
helst vónir eru fyri semju,
ætla vit at halda á við
samráðingunum og at taka
okkum ta tíð, sum krevst.
Og tað er so mangan
komið fyri, at samráðingar
hava verið tveir, tríggjar og
fýra dagar, áðrenn tað
verður greitt um tað verðu
egg ella ungi.
Gongst illa og semings
royndin slitnar, er sostatt
ikki væntandi, at tað verður
fyrrenn um nakrar dagar.
Væntar at sleppa
undan arbeiðssteðgi
Tað er við góðum treysti, at semingsmenninir báðir,
Terje Sigurðsson, vm. og Símum Absalonsen, fóru undir
semingsroyndirnar seinnapartin í dag
Stjórin á Strand
ferðsluni gjørdi at tað
var ófriðarligt heima
hjá forkvinnuni í
Føroya Arbeiðara
felag alt vikuskiftið
Suðuroyarsigling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verður verkfall, sleppur
Smyril at sigla kortini!!!!
Tað
sker
Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag enn eina
ferð út í papp.
Hon er í øðini inn á
stjóran í Strandferðsluni, tí
hann hevur alment boðað
frá, at endar tað við verk
falli, verður Smyril lagdur,
so at Suðuroyggin verður
avskorin frá meginøkinum.
-Tað er ótrúligt, at stjórin
fyri eini almennum stovni
ikki kann hugsa seg betri
um áðrenn hann almanna
kunngerð slík ósannindi,
sigur Ingeborg Vinther.
Fráboðanin frá stjóranum
á Strandferðslnui um, at
Smyril verður lagdur í ein
um verkfalli, gjørdi viku
skiftið hjá Ingeborg ógvu
liga ófriðarligt.
- Telefonin ringdi alla tíð
ina at spyrja og at skeldast,
so tað var lítil friður, sigur
forkvinnan í Føroya Arbeið
arafelag.
Hon sigur, at tað vóru øll
møgulig fólk, sum ringdu.
Ikki minst vóru tað fólk, ið
skuldu av landinum, sum
stúrdu fyri um tey nú ikki
sluppu avstað ella ikki.
Harmiligt og átaluvert
Men Ingeborg Vinther stað
festir eisini, at øllum hesum
trupulleikanum kundu vit
sloppið undan.
- Hevði stjórin á Strand
ferðsluni hugsað seg um og
var hann ikki lopin fram,
høvdu vit sloppið undan at
loypt óneyðugan ótta á
fólk.
Hon vísir á, at seinast, tá
ið verkfall var, fekk Smyril
undantaksloyvi at sigla.
- Arbeiðarafeløgini hava
eisini longu tikið avgerð
um, at endar hetta við verk
falli, fær Smyril aftur hesu
ferð undantaksloyvi at sigla
við fólki og privatbilum.
Einasta treyt er, at hann
ikki flytir farm.
- Hetta kunngjørdi eg eis
ini í samrøðu við Sosialin
longu mikudagin annan
mai.
- Tí er tað ómetaliga
harmuligt og átaluvert, at
stjórin fyri Strandferðsluna
upp undir vikuskiftið kunn
gerð, at Smyril skal leggjast
og sostatt loypur óneyðug
an ótta á fólk.
Hon sigur, at verður verk
fall, fáa teir limir í arbeið
arafeløgunum,
sum
eru
knýtt at Smyrli, undantaks
loyvi at vera til arbeiðis.
Tað er galdandi bæði fyri
teir, sum binda og loysa og
teir, sum ganga náttarvakt
umborð.
- Undir øllum umstøðum,
kundi stjórin fyri Strand
ferðsluni sett seg í samband
við
fakfeløgini,
áðrenn
hann leypir á leistum og
almannakunngerð
ósann
indi, sigur ein rættiliga ørg
fakfelagskvinna við Sosi
alin í morgin.
Vit fingu ikki orðið á
strandferðslustjóran
fyri
evstamark í dag.
Ingeborg Vinther í øðini inn
á Strandferðsluna
- Lat tað vera sligið
rimmarfast: Endar
hetta við verkfalli,
verður Smyril ikki
lagdur, men sleppur
at sigla sum vant við
fólki og privatbilum,
eru bæði Ingeborg
Vinther og Hans
Joensen, formaður
í Havnar Arbeiðs
mannafelag púra
samd um. Ingeborg
Vinther harmast
um, at stjórin á
Strandferðsluni
hevur loypt
óneyðugan ótta á
fólk
Lívfrøðin skipað seg
Nevndin í tí nýstovnaða Lívfrøðingafelagnum skipaði seg
á nevndarfundi í gjár. Jóhannis Danielsen bleiv valdur til
formann, Jóhanna Olsen er næstformaður, Bjørg Mikkelsen
skrivari, Eydna í Homrum kassameistari, og Janus Hansen
er nevndarlimur. Ti8ltalslimir eru Maria Gunnleivsdóttir
Hansen og Dorete Bloch. Lívfrøðingafelagið ætlar sær at
menna almennu tilvitanina um lívfrøði og fer at skipa fyri
fyrilestrum fyri limum og øðrum.
Bar við botn
Ferjan »Trollfjord«, sum er eitt av skipunum hjá norska
reiðarínum Hurtigruten, liggur nú við bryggju, eftir at tað
tók botn. Í gjár vóru kavarar niðri og kannaðu botnin, og
sambært blaðnum Nordlys hevði skipið fingið fleiri smá
hol á botnin, men vandi var ikki fyri skipinum. 374
ferðafólk vóru við skipinum, tá óhappið hendi,og tey fara
ætlandi við øðrum skipum ella flogførum. Manningin,
sum telur 65, verður verandi umborð.