Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 91 - 14. mai 2007 Hvønn umboðar Eirikur Lindenskov, spyr Lis­­­beth L. Petersen í lesarabrævi her á síðuni í dag. Tað er fallið henni fyri bróstið, at Sos­i­al­ ur­­­­in hev­­ur skrivað um hendingina, tá Lisbeth L. Petersen fekk høvi at gerast Føroya Løg­ mað­­ur, men takk­aði nei, tí hon ikki vildi hava Heð­in Mortensen til borgarstjóra. Sos­i­alurin var sjálvandi ikki á hesum sam­ gong­u­­fundi, so vit kunnu bara endurgeva tað, sum onnur hava sagt okkum. Vit hava spurt um­­boð úr øllum flokkunum, sum vóru til staðar, og øll siga við ein munn, at Lisbeth L. Petersen ikki vildi hava Heðin Mortensen at yv­ir­taka borgarstjórasessin. Og tað var júst hetta, vit vildu lýsa í grein­ini, at Heðin Mortensen hevur verið ein »trup­­ul­ leiki« fyri Sambandsflokkin fleiri ferðir, og at hetta kostaði Lisbeth L. Pet­er­sen høvið at ger­­ast Føroya Løgmaður. Í 1990 kostaði tað eftir øllum at døma Sam­bands­flokk­i­num fólk­­a­­tingssessin, at Heðin Mortensen ikki var á listanum, og í 2004 kostaði tað Sam­ bands­flokkinum borgarstjórasessin í Tórs­ havn­ar Kommunu, at hinir býráðslimirnir hjá flokkinum ikki vildu hava Heðin Mortensen í borgarstjórasessin. Hvussu leikur fer í málinum um nýggja fíggj­ ar­mál­aráðharran - sum fekk øði í grindina hesa­ferð - frætta vit helst nærri um seinni í dag. Men Listbeth L. Petersen skal vita tað, at Sos­i­ al­ur­in rennur ikki ørindi fyri ávísan politiskan flokk ella ávísar politikarar. Okkara aðaltáttur er at lýsa mál frá fleiri síðum til tess at fáa veru­leikan fram. Men veruleikin kann vera illa lýddur - og upp­­fat­­an­­i­r­nar kunnu vera fleiri. Í hesum føri eru tað fleiri av býráðslimunum í Tórshavnar komm­unu í 1994, sum hava aðra uppfatan enn Lisbeth. L. Petersen. Sosialurin Løgmansembætið sum glapp av hondum SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Havi lisið grein í Sosialinum 10 mai undir heitinum ”Heð­in ”kostaði” Lisbeth løg­­­manssessin í 1994” , men kennist ikki heilt við tað, sum Eirikur Lindenskov har skrivar m.a. um ein sam­ gongufund í tí sambandi. Mær vitandi luttók Eirik­ ur ikki á interna samgongu­ fundinum, ið var á formans­ skrivstovuni seint eitt kvøld­ ið, tá Sambandsflokkurin bíð­aði eftir svari frá mær um løgmanssessin, ið stóð mær í boði júst tá. Eg hevði boðið samgong­ uni á fund, tí eg vildi skatta dýpið, hvat kundi hent, um eg tók av tilboðnum. Hvat hendi kunnu bæði Eirikur og onnur lesa á síðu 372 og 373 í frálíku bókini um Sambandsflokkin, sum Anja Andreasen hevur skriv­ að. Bæði Schumann Hjaltalin og Heðin Mortensen vóru umrøddir har, og tá semja ikki fekst um tey nøvnini, er tað rætt at eg spurdi, um Eilif Samuelsen, ið so hevði komið inn fyri meg í bý­ráð­ ið, kundi verið eitt upp­ skot. At eg skuldi seta júst tað sum treyt, er beinleiðis ósatt, men treytin var, at Sam­­bandsflokkurin varð­ veitti formanssessin. Sum um­røtt í bókini setti Tjóð­ veldisflokkurin krav um sess­in, og tað kundi eg sum umboð fyri Sambands­flokk­ in als ikki góðtaka. Vit fóru til hús, og næsta morgun boð­aði eg Sambandsflokki­ num frá, at eg ikki tók av. Soleiðis gekk tann fund­ urin. Hvørjar ”sannleiks-apostl­ ar” Eirikur hevur tosað við, kann eg bert gita, og hvønn Eirikur Lindenskov um­boð­ ar við greinini veit eg heldur ikki, antin tað so er Javn­ aðarflokkin ella eitt ”polit­ iskt óheft” tíðindablað, ið vit, sum enn gjalda til Før­ oya Tele, eru við til at gjalda fyri. At enda kann eg bert siga, at eg tíverri havi ringar royndir av at trúgva uppá avtalur við Javnaðarflokkin í býráðnum, so eg ivist ikki í, at har trívist Heðin Mort­ en­sen væl. Tórshavn 12 mai 2007 Hvønn umboðar Eirikur Lindenskov? Sambandsflokkurin Lisbeth L. Petersen Formaður Sambands­flok­ sins langar nú út eftir løg­ manni og ákærir hann fyri avtalubrot. T.v.s. orðloysing­ urin hevur spilt alt spælið. Jú, spennandi verður at frætta, hvat víðari fer fram í polittiska sjónleikinum. Trupulleikin skuldi loyst seg sjálvan, tí sjálvsagt er neyðugt hjá einum eftir­kom­ andi fíggjarmálaráðharra at duga at “leggja tvey og tvey saman” fyri at røkja starv­ ið. Vónandi hevur floks­ leiðsl­an nú til síðst eisini tikið hetta til eftirtektar og biðið formannin taka hædd fyri slíkum í metingum sín­ um. Politiskur sjónleikur Hjalmar N. Poulsen Allir partaeigarar hava fingið upplýsingar Tíðindaskriv P/F Thor Síðani greinin um Thor og felagið Ocean Group stóð í seinastu útgávu av Vinnu­ vitan, hava aðrir partar í máli­num gjørt viðmerkingar og lagt okkum undir ymiskt, sum ikki er í tráð við veru­ leikan. Tað, sum stendur í nevndu grein, sum byggir á eina samrøðu við okkum báðar, kunnu vit standa inni fyri og vit ætla okkum ikki und­ ir nakað longri tjak um mál­ ið. Nevnda grein lýsir okk­ ara fatan av málinum og fólk kunnu so sjálvi meta um málið eftir at hava lisið tær viðmerkingar, sum hava verið til greinina. Bert hesar fáu viðmerk­ ingarnar til greinina hjá Magnus Gudmundsson og Elias Christophersen í Sosial­inum tann 7. mai 2007: Eingin partaeigari hevur nakrantíð biðið okkum um upplýsingar, ella biðið um at fáa fund uttan at slíkt ynski er eftirlíkað. Tað fyrsta vit hoyrdu um, at onkur partaeigari møgu­ liga var ónøgdur við viður­ skifti í felagnum var tá vit fingu bræv frá íslendskum advokati við ynski um fund. Tann fundurin var hildin í Hósvík. Hetta var eftir at allir hes­ ir partaeigar høvdu skrivað undir eina avtalu, har teir bundu seg at selja parta­ brøvini saman og vit vita fyri vist at teir eisini høvdu fingið boð uppá teirra parta­ brøv uttan at vit vóru kunn­ aðir. Á fundinum í Hósvík vórðu vit spurdir um ymisk roknskaparlig viðurskifti, ma. um tað rokning, teir báð­ir í greinini nevna. Sjálv­ andi eru øll fíggjarligu við­ urskifti okkara í lagi og vit bjóðaðu teimum at koma at kanna øll viðurskifti, evt. sam­an við grannskoðara, men tað tilboðið tóku teir ikki av. Viðvíkjandi tí láni frá Eik, sum teir nevna, er at siga, at tey viðurskiftini eru øll lýst í partaeigarasáttmála. Talan er um eitt lán, sum frá byrjan varð avtalað. Sum nevnt er alt tað, sum stendur í fyrru blaðgrein okk­ara rætt, men vit skulu tó viðganga at vit ikki áttu at kalla nakran fyri landa­ svíkjara, ella quisling. Tey orðini taka vit aftur. Hósvik, tann 9. maj 2007