mánadagur 14. mai 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 14. mai 2007
13
viðmerkingar
Rætt er, at Heðin Morten
sen ongantíð hevur fingið
nakað serligt álitisstarv
vegna Sambandsflokkin,
og tað man vera av tí ein
faldu grund, at hann ikki
hevur roynst nakar álitis
maður í flokkinum.
Hetta tykist at verða høv
uðsyvirskriftin yvir polit
iska lívinum hjá Heðini
Mortensen. Í eini drúgvari
grein í Sosialinum um dag
arnar ger Heðin Mortensen
rættiliga burtur úr sær og
prógvar við einum dømi
fyri og øðrum eftir, at alt
hansara strev á politiska og
almenna víðvøllinum hevur
gingið út uppá at hevja sín
egna persón so høgt upp á
tignarstigan sum gjørligt.
Vit sum hava virkað á
somu víðvøllum hava tíðum
upplivað, at Heðin Morten
sen so málvíst hevur siktað
eftir plasering á tindunum,
at kreftirnar ikki skulu fara
fyri skeytið við at verða
brúktar til at arbeiða við
dagligu trupulleikunum í
teimum stýrum, ráðum og
nevndum, sum hann hevur
blandað seg uppí.
Tað sigst, at Heðin Mort
ensen skal vera nevndar
limur í fleiri nevndum, enn
hann sjálvur hevur tal á,
harav hann man vera for
maður í teimum flestu, og
sostatt hevur hann millum
ár og dag havt mangan und
irorðnaðan nevndarlimin til
at gera alt tað triviella
nevndararbeiði, sum ikki
gevur status.
Av greinini í Sosialinum
gongur eisini fram, at mað
urin má líða av onkrum
formi
fyri
forfylgingar
ørsku. Øll hava verið so illa
vorðin við hann og forðað
honum í at klatra upp eftir
tignarstiganum. Tað er sjálv
andi í lagi og kann viðhvørt
vera beinleiðis fremjandi at
vera tilvitaður um sítt egna
virði, men tá ið hetta tilvitið
verður til eina universella
kenslu av, at ein er sjálv
skrivaður til at eiga eina
ræðið á Olympos, so kann
tað gerast í so stríggið fyri
umhvørvið, sum ofta leggur
dent á aðrar kvalifikatiónir,
so sum tað at fáa alt tað dag
liga maskinaríið at koyra.
Heðin Mortensen gremur
seg um, at hann ongantíð
slapp nakað og ongantíð
varð virdur í Sambands
flokkinum. Virðingini var
ongantíð nakað í vegin við.
Heðin er ein skilagóður
maður , sum hevur peruna í
lagi. Belevin er hann, altíð
væl klæddur og væl ‘styl
aður’ og er sum stoyptur til
at umboða, hvat tað enn
skal vera.
Heðin Mortensen hevur
ongantíð verið illa dámdur
av
Sambandsflokkinum,
soleiðis sum hann pástend
ur, men rætt er, at hann ong
antíð hevur fingið nakað
serligt álitisstarv, og tað
man vera av tí einfaldu
grund, at hann ikki hevur
roynst nakar álitismaður í
flokkinum. Óteljandi eru
teir fundir, sum álitisfólk
floksins hava lagt sína sál í
at fáa so nógv burturúr sum
gjørligt. Tann myndin, sum
í Sambandsflokkinum stend
ur eftir Heðin Mortensen
er, at hann vanliga kom sum
ein hvirluvindur ov seint á
fund, setti seg niður eina
løtu, hugdi einar tvær, tríggj
ar ferðir at klokkuni og
segði so, at hann tíverri var
noyddur at fara á ein annan
týdningarmiklan fund (tað
má vera strævið støðugt at
skula halda uppi illusiónini
um, at ein ikki kann verast
fyri uttan). Og so var hann
horvin.
Heðin Mortensen sigur,
at hann ikki skyldar Sam
bandsflokkinum nakað sum
helst. Tað kann væl vera,
men
Sambandsflokkurin
hevur heldur ikki væntað
sær so ovurhonds mikið av
Heðini Mortensen, tí tað er
ein almenn vitan, at hann
hevur stórt sæð bara havt
áhuga í at arbeiða fyri sín
egna persón. Hann hevur
undir øllum umstøðum hesi
seinastu 20 árini verið upp
stillaður av Føroya Væl, og
var hann ikki tað, so sat
hann hvørki á tingi ella í
býráði.
Heðin metir sjálvur, at
flokkurin altíð fegin hevur
viljað fingið hansara at
kvøður, men at hann ikki
skuldi loyva sær tann frek
leika at vænta sær nakra
politiska ávirkan afturfyri.
Flokkurin hevur sjálvandi
ikki verið fegnari at fingið
atkvøðurnar frá Heðini enn
tær hjá øllum hinum, sum
flokkurin hevur stillað upp
til val. Heðinsa atkvøður
eru ikki petti meira tignar
ligar enn nakrar aðrar, og
hartil er tað so, at allar at
kvøðurnar jú eru sambands
atkvøður tá ið samanum
kemur og ikki spesielt Heð
insa. Haraftrat er tað djúpt
suspekt, so stóran dent
Heðin leggur á sínar atkvøð
ur. Væl vita øll, hvussu ser
liga stóran ómak Heðin
hevur gjørt sær fyri at
skrava so nógvar atkvøður
sum møguligt saman fyri at
tryggja sær sessin. Politiskt
hevur Heðin jú í sínum
virki verið óstabilur, tað
man vera ein frágreiðing
um, at politiska leiðslan
ikki hevur litið honum tær
heilt stóru uppgávurnar upp
í hendur.
Sostatt situr hann í dag
sum býráðsformaður upp á
sambandsatkvøður, og hann
hevur Sambandsflokkinum
at takka fyri alt tað, ið hann
er, eisini aftan á tað loka
bragdið, hann framdi eftir
seinasta val móti sínum
floksfeløgum.
Tað var sjálvandi nakað
góðtrúgvið av tingmanning
Sambandsfloksins, tá ið
nýggjur
landsstýrismaður
skuldi kjósast fyri Bárð
Nielsen, at vænta sær nakr
an lítillátaðan sømiligleika
frá Heðini Mortensen. Tað
hevði undir øllum umstøð
um verið at gingið ov mikið
langt. Ein og hvør dugir at
síggja, at tað hevði verið
fullkomiliga burturvið, at
Heðin, sum situr sum javn
aðarborgmeistari upp á sam
bandsatkvøður kom í tingið
sum javnaðarmaður upp á
sambandsatkvøður.
Men
Heðin Mortensen heldur
seg hava nakað at hevna
Sambandsflokkinum og for
manni hansara, og tað er
týðiligt, at hann hóreiggjar
sær vælnøgdur sum hevndar
eingil í hesum døgum.
Formaður Sambandsflok
sins kann gleða seg um, at
tingmanningin sum eina
sjálvfylgju peikaði á hann
sum landsstýrismann í fíggj
armálum. Hevur løgmaður
einaferð í tíðini sagt, at
hann skuldi syrgja fyri, at
eingir trupulleikar fóru at
standast av Heðini, um ein
slík støða kom upp, so hev
ur hann tikið munnin ov
fullan og gjørt rokning utt
an vert. Longri er tann søg
an ikki.
Men kenni eg Sambands
flokkin rætt, so fer hann óiv
að at rekja seg væl út úr
hesari fløkjuni.
At Heðin Mortensen nú
enn einaferð hevur klamsað
við teirri somu hurðini, sum
hann varð vístur út ígjøg
num, tá vantandi loyalitetur
hansara gjørdist ovboðin
fyri flokkin, er sjálvandi
óhugaligt. Men tað kennist
onkursvegna eisini sum ein
lætti.
»Ein og hvør er sær sjálvum næstur«
Eilif
Samuelsen
Í annaðkvøld, týskvøldið
15. mai 2007 klokkan
20.00, verður fyrsti
ársfundurin hjá ABC
barnahjálp í Føroyum
hildin í Miðlahúsinum í
Vágsbotni í Havn. Á
Fundinum verður greitt
frá arbeiðinum, sum nú er
byrjað í Liberia. Eisini er
ætlanin at fáa
einstaklingar og fyritøkur
at tekna seg sum ABC vinir
á fundinum, sum er
almennur
ABC barnahjálp
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Á fyrsta ársfundurin hjá ABC
barnahjálp verður greitt frá
um fyrstu verkætlanin hjá
felagsskapinum, sum er í afrikanska
landinum Liberia.
Arbeiðið hjá ABC barnahjálp í
Liberia er longu byrjað, og í løtuni
verður gjørdur vegur inn til sjálvt
skúlaøkið.
Í dag eru um 200.000 foreldraleys
børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá
hava hesi børn lítlar og ongar vónir
um skúlagongd og útbúgving. ABC
barnahjálp ynskir við verkætlanini
at vera við til at skapa so nógvum
av hesum børnum, sum yvirhøvur
gjørligt, møguleika til skúlagongd,
útbúgving og varandi menning.
Verkætlanin í Liberia er stór og
umfatar skúlaheim og skúla til
500 næmingar. ABC barnahjálp
í Føroyum arbeiðir saman við
íslendska systirfelagsskapinum
við sama navni.
Felagsskapirnir seta sum treyt,
fyri at veita hjálp, at eins nógvir
næmingar av báðum kynunum
verða tiknir inn í skúlarnar.
Stórur dentur verður eisini lagdur
á, at tað verða tey børn, ið hava
størsta tørvin, sum sleppa inn í
skúlarnar.
- Arbeiðsloysi í landinum er
stórt og tað stendur ikki á at fáa
arbeiðsmegi, sigur Matthew
Zakeuh, sum leiðir arbeiðið í
Liberia.
Hann roknar við, at bygningarnir
kunnu standa klárir umleið
desembur 2007 - februar 2008.
Tá verður faddurskipanin klár
og fólk fáa høvi at tekna seg sum
stuðulsforeldur. Mánaðarliga
gjaldið verður væntandi einar 200
– 300 krónur, og er tað gjald fyri
skúlagongd, eina máltíð um dagin
og rætt til læknahjálp.
Skúlar og skúlaheim hjá
ABC barnahjálp verða rikin
við fíggjarligum stuðli frá
stuðulsforeldrum. Verkætlanin í
Liberia byggir eisini á jarðarbrúk,
sum eitt lið menning til
sjálvbjargni.
Endamálið hjá ABC barnahjálp
er at útvega faðir- og móðurleysum
og fátækum børnum varandi
hjálp við skúla, kostarhaldi,
læknahjálp og bústaði við hjálp
frá stuðulsforeldrum.
Hjálp til vón og framtíð
Øll hjálp til ABC barnahjálp
er haldgóð og varandi. Eitt av
loysnarorðum ABC barnahjálpar
er, at eitt barn, ið fær hjálp til
útbúgving, vinnur av tí restina av
lívinum.
ABC barnahjálp, sum byrjaði sítt
arbeiðið í desembur í fjør, hevur
fingið góða móttøku í Føroyum,
sigur Rúna Sivertsen, dagligur
leiðari hjá felagsskapinum.
ABC barnahjálp í Føroyum
arbeiðir eftir somu meginreglum
og við hjálp frá íslendska
felagsskapinum, ið hevur 18 ára
royndir aftanfyri seg.
Á ársfundinum verður eisini
møguleiki hjá fyritøkum at tekna
seg sum ABC vin. Ynski er, at ABC
vinir skulu bera raksturin av ABC
barnahjálpini. Felagsskapurin
verður rikin so bíliga, sum
yvirhøvur gjørligt, soleiðis at
peningurin, ið stuðulsforeldur
lata, fer óskerdur til skúlagongd
hjá børnunum.
Felagsskapurin hevur tørv á
nógvari hjálp, bæði fíggjarligari og
praktiskari. Hvør ókeypis tænasta
til ABC barnahjálp kemur fátækum
neyðstøddum barni til góðar og
kann vera við til at skapa vón og
framtíð.
Ársfundurin er almennur og
nevndin vónar at síggja nógv fólk
á fundinum.
Fyrsti ársfundur hjá ABC barnahjálp
- Arbeiðsloysi í landinum er stórt og tað stendur ikki á at fáa arbeiðsmegi, sigur Matthew Zakeuh, sum nú er í ferð
við at gera veg inn til skúlaøkið