Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 91 - 14. mai 2007 Tað hevur leingi ljóð­ að, at Boys In A Band skulu spæla á Spot Festivalinum, men nú er tað almannakunn­ gjørt á heimasíðuni hjá festivalinum. Samstundis vóru Eivør og Budam sett á skránna Tónleikur Niels Uni Dam nilsuin@sosialurin.fo Eivør, ið var stóra høvuðs­ navnið á AME-Føroyar hevði eina framúrskarandi framførslu í Norður­landa­ húsinum og sannførdi tí umboðið fyri Spot-festivalin um, at hon eigur at sleppa á stóra sýnisgluggatiltakið í Århus, har hon eisini spældi í fyrra árið. Hinir báðir bólk­arnir Budam og Boys In A Band høvdu somuleiðis sera sannførandi framførslur á tí minna AME-pallinum, ið var í Kagganum, hesar framførslur fullu somikið væl í smakkin hjá umboð­ num fyri Spot Festivalin, at teir eisini vóru bodnir við. Hetta er fyrstu ferð, at hesi bæði nøvnini vera spottaði. Frammanundan er greitt, at Lena Andersen luttekur á Spot-festivalinum, sum part­ ur av norðurlendskum sang­ skrivara verkstaði. Lena lut­ tók eins og Eivør á Spot­ festivalinum í 2005. Spot-Festivalurin er í stór­ an mun ein ídnaðarfestivalur, har eini 500 fólk úr evro­ peiska tónleikaídnaðinum lut­taka. Men samstundis eru eisini nógvir vanligir áskoðarar. Festivalurin er hildin í nógvum ymiskum hølum í jútlendska høvuð­ staðnum, við nógvum ym­isk­­um sløgum at kon­sert­ um. Í ár verður 13. ferð at skipað verður fyri hesum festivali, ið alsamt gerst ein meira virdur sýnisgluggi fyri norðurlendskan tón­ leik. Í fjør vóru Føroyar sera væl umboðaðar á festivali­ num av Knút Háberg Eystur­ stein, Teiti, 200, Høgna Lis­ berg og The Dreams, um­framt Valravn við før­ oysku songkvinnuni Onnu Katrina Egilstrø. Tað gjørdist Serbia, ið vann Eurovision finaluna leygar­ kvøldið. Ein 22 ára gomul kvinna setti øll hini londini á pláss Eurovision Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo 22 ára gamla Marija Seri­ fovic sang sangin Molitva so sannførandi, at Euro­ vision næsta ár verður hild­ ið í Serbia. Ílatin mann­ fólka­klæði, minti Marija mest um Roy Orbison. Hon var á onkran hátt júst tað um­­venda av donsku DQ og ukrainsku Verka Serduchka, ið vóru menn latnir í sum kvinnur. Hóast stigamunurin til endans var rættiliga stór­ ur niður til Ukraina á øðrum plássi, so var rættiliga spenn­andi í løtum. Annars var talan um eitt sera fjøllbroytt Eurovision tiltak, og tey, ið spáddu, at Eurovision var broytt fyri altíð, við sigrinum hjá Lordi høvdu rætt. Her var rokkur, poppur, fólkatón­ leikur og nógv ymiskt. Eins og spátt framman­ und­an vóru tað tey Eystur­ evro­pe­isku londini, ið domi­ neraðu, einastu lond í top 14, sum ikki vóru úr Eyst­­ur­ ­evropa vóru Turkaland á fjórða plássi og Grikkaland á sjeynda plássi. Verður reglu­­gerðin tann sama í kom­andi ár, sum í ár, koma tey fremstu 14 lond­ini bein­ leið­is í finaluna, meðan hini skulu í eina hálvfinalu. Lond­ini í Vesturevropa áttu tyngra endan av tabellini, frá 17. plássi og uppeftir. Ein­asta eysturevropeiska land, ið blandaði seg í hetta stríðið var Littava á 21. plássi. Grannaatkvøður hava al­tíð verið galdandi í Euro­ vision, serliga Noðrurlond og lond í Suðurevropa hava verið hervilig til hetta. Men nú somikið nógv lond úr Eysturevropa luttaka, ið hava eina kenslu av felags­ skapi, so gerst hesin trend­ urin so øgiliga dominer­ andi. Danir atkvøddu fyri grannum Serliga í Danmark hava at­finningarnar ímóti granna­ atkvøðunum verið harðar. Men danir vóru ikki petti frægari sjálvir, við sum vant at geva hinum Norður­ lond­unum (í hesum førinum var bert eitt, nevniliga Svøríki) fult stigatal. Danska Ekstra Bladet hevur gingið á odda við sínum atfinningum, og nú leggur blaðið eftir vinn­ arasanginum, ið blaðið met­ ur vera eitt kopi av einum albanskum sangi, ið kapp­ aðist í fjør. Videobrotið, ið blaðið brúkar sum próv­ førslu er tó alt annað enn sannførandi. Eyðun Nolsøe á ovastu rók Sangurin Hvønn dag av nýggju fløguni hjá Eyðuni Nolsøe hevur í nakrar vikur bjóðað av um ovasta plássið á 15 teimum bestu, og hesa vikuna eydnaðist tað popschlagara veteraninum úr Klaksvík at røkka ovastu rók. Lagið hjá Eyðun hevur skumpað Mín Russiski Vinur hjá Páll Finnur Páll av trúnuni, sum best umtókta lag í Føroyum í dag. Harumframt eru løg við Boys In A Band, Eivør, Lenu Andersen, Tannbustband og Rannvá Jacobsen á listanum. Ógvisligt óhapp í sjónvarpinum Danska sjónvarpsrásin TV3+ vísti í gjár ógvisliga óhappið hjá Top Gear vertinum Richard Hammond. Fyrstu boðini av sjúkra­húsi­ num í Leeds vóru at Top Gear verturin Richard Hammond hevur fingið álvarsligan heilaskaða eftir ferðsluóhappið, tá hann í fjør í einum rasarabili við jet-motori koppaði við næstan 500 km/t. Hammond greiddi sjálvur frá um óhappið, og vísti fyrst tvær væl­ eydnaðar koyringar í bilinum. Her koyrdi hann 505 km/t. Síðan vísti hann myndir av túrinum har eitt dekk punkteraði. Richard Hammond greiddi frá, at hann er komin seg væl eftir óhappið. Budam, Eivør og Boys In A Band á Spot Myndatekstur: Marija Serifovic og hinar í serbiska bólkinum vóru ovfarakátar um sigurin Mynd: polfoto Úrslit Land Stig 1 Serbia 268 2 Ukraina 235 3 Russland 207 4 Turkaland 163 5 Bulgaria 157 6 Hvítarussland 145 7 Grikkaland 139 8 Armenia 138 9 Ungarn 128 10 Moldova 109 11 Bosnia/Hersegovina 106 12 Georgia 97 13 Rumenia 84 14 Makedonia 73 15 Slovenia 66 16 Lettland 54 17 Finnland 53 18 Svøríki 51 19 Týskland 49 20 Spania 43 21 Litava 28 22 Frakland 19 23 Stóra Bretland 19 24 Írland 5 Serbia vann Eurovison Eivør fer aftur í ár á pall á Spotfestivalinum Mynd: Jens Kristian Vang