mánadagur 14. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Hava fult
álit á Paris
Nevndarformaður
í KÍ-fótbóltur sig
ur, at tey ikki hava
nakrar ætlanir um
at skifta venjara í
úrtíð
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum tað framgongur
aðra staðni á síðuni,
so er Tony Paris helst
tann venjarin, sum í
løtuni situr leysastur í
venjarasessinum. Eitt
áttanda pláss var neyvan
tað, sum áskoðararnir
høvdu væntað eftir fyrsta
triðingin av kappingini,
og á ymsum kjaktorgum
eru fleiri viðhaldsfólk,
ið geva ilt av sær um
venjaran.
Men sambært nevnd
arformanninum í KÍ,
Aksel Johannesen, so
verður talan ikki um
nakað
venjaraskiftið
her og nú.
- Tað er slettis ikki eitt
mál, sum hevur verið
upp á tal í nevndini.
Sjálvandi eru úrslitini
ikki nøktandi, men fyri
tað fara vit ikki at taka
nakra avgerð í óðum
verki.
Hevur nevndin tosað
ítøkliga um, hvat kann
gerast fyri at venda
gongdini?
- Í løtuni verður eing
in broyting fram. Vit
hava fult álit á, at venj
ari og spælarar í felag
kunnu rætta gongdina
uppaftur, sigur Aksel
Johannesen.
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Tað finnast fólk, sum renna undan ábyrgd.
Og so finnast tað fólk, sum ikki vilja geva upp
Tony Paris, KÍ-venjari
Tony Paris ásannar, at
trýstið er stórt, nú KÍ
er dottið á trið
niðasta plássið á
stigatalvuni. Men
hann slær eisini fast,
at hann ikki ætlar sær
nakran veg
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Túnatosið í Klaksvík og á
ymsum kjaktorgum hevur
sínar greiðu niðurstøðu.
Nevnliga at Tony Paris er
ávegis úr KÍ, sum við einum
áttanda plássi als ikki hevur
livað upp til vónirnar um
heiðursmerki.
Tað hevur eisini ljóðað,
at fundarvirksemið í nevnd
ini hevur verið stórt seinastu
vikuna, og so seint sum
sunnudagin hevur enn ein
fundur verið, skilst. Somu
leiðis hevur ljóðað, at KÍ
hevur verið í samabndi við
aðrar venjarar um at taka
yvir í sessinum, og kanska
verður hetta longu gjørt
hósdagin.
Maðurin í miðdeplinum
– Tony Paris – staðfestir tó
sjálvur, at hann avgjørt ætl
ar sær at fullføra arbeiðið,
sum hann saman við felag
num fór undir í fjør.
- Sjálvandi er trýstið stórt
á bæði meg og spælarar, nú
gongdin ikki hevur verið
nakað serligt. Sjálvur trúgvi
eg, at trýstið á venjaran hjá
KÍ er størri, enn tað er hjá
nøkrum øðrum venjara í
landinum. Fólk vilja hava,
at KÍ vinnur gull á hvørjum
ári, og tað hava tey eisini
allan rætt til.
- Í ár hevur tað bara ikki
riggað serliga væl. Vit gjørd
ust nummar fýra í fjør, og
kanska var tað eitt betri
úrslit, enn vit í veruleikanum
høvdu fólk til. Men sjálvur
vónaði eg tó kortini, at vit
kundu røkka málinum um
eitt pláss millum heiðurs
merkini. At tað so ikki tyk
ist eydnast, hevur so eisini
sínar orsøkir. Fólk hava
lyndi at gloyma, at fortreyt
irnar hjá okkum hava verið
alt annað enn góðar. Tveir
spælarar eru farnir av land
inum, og sunnudagin rest
aðu fimm aðrir mans. Og
alt annað líka eigur tað at
geva
trupulleikar,
sigur
Tony Paris.
Afturat hesum listanum
kundi venjarin helst lagt
navnið á Høgna Madsen,
sum eftir øllum sólarmerkj
um at døma hevur spælt sín
seinasta dyst fyri felagið.
Men tað er tó eitt mál, sum
Tony Paris ikki vil gera við
merkingar til í løtuni.
Ringast fyri
spælararnar
Sær sjálvum so líkt, so tyk
ist Tony sjálvur ikki at vera
stórvegis nervaður av trýsti
num.
- Tað finnast fólk, sum
renna undan ábyrgd. Og so
finnast tað fólk, sum ikki
vilja geva upp. Eg havi álit
á mær sjálvum og spælar
unum, og eg ætli mær
ongan veg. At vit valdu at
gera ein fýra ára sáttmála
botnaði jú eisini í, at bæði
eg og felagið vistu av, at
tað fór at taka tíð, um KÍ
skal endurreisast. Eg haldi
avgjørt, at vit hava gjørt
framstig á fleiri økjum,
men tað er enn langt eftir á
mál.
- Men í løtuni eru tað
helst spælararnir, sum eru
mest trýstir. Sjálvsálitið er
ein so øgiliga stórur partur
av fótbólti, og í løtuni er
hetta at kalla burtur. Hetta
eru altso ikki Ronaldo ella
Rooney, men spælarar, sum
royna at liva eitt vanligt lív,
har teir spæla fótbólt í frí
tíðini. Og tá ert tú ikki líka
væl fyri at tackla slíkt trýst,
sum spælararnir uppliva í
løtuni. Mítt arbeiði er væl
eini 80% á mentala økinum,
og tí mugu spælararnir aftur
trúgva upp á seg sjálvar. Í
bakspeglinum
var
tað
kanska eyka keðiligt, at vit
ikki vunnu steypakapping
ina í fjør. Eg hevði sagt, at
vit fóru at vinna okkurt, og
fram til tað seinasta trúðu
spælararnir mær í hesum.
Kanska viga míni orð ikki
heilt so nógv í so máta í ár.
Júst steypakappingin er
helst besti møguleikin hjá
KÍ at vinna nakað í ár.
Hósdagin er fjórðingsfinala
móti Skála á skránni, og
Tony hevur sjálvandi góðar
vónir her.
- Í løtuni hava vit ikki eitt
lið, sum kann stríðast um
meistaraheitið. Vit hava
spælt onkrar góðar dystir,
men í landskappingini skalt
tú raka rætt viku eftir viku.
Í steypakappngini er tað
øðrvísi, so megna vit at
raka dagin, og kanska fáa
eitt gott lutakast til hálv
finaluna, so kann alt henda,
sigur Tony Paris.
VIT STUÐLA FREMAD AMAGER
Ætlar sær ongan veg
Sessurin er av álvara
farin at ridla undir Tony
Paris. KÍ hevur bert
vunnið ein av seinastu
fimm dystunum, og tað
merkist á stigatalvuni
17