mánadagur 14. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 91 - 14. mai 2007 ]
Skála var ávegis fimta
sigrinum á rað, tá
Mikkjal Thomassen
við einum dundur
skoti bjargaði vertu
num javnleikin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
449 minuttir. Somikið leingi
eydnaðist Skála at halda mál
ið reint, um roknað verður
frá seinna AB-málinum, tá
Skála í fjórða umfari tapti 2-
0 á heimavølli.
Síðani tá hevur bara ging
ið rætta vegin hjá Skála,
sum hesa ferð var ávegis
fimta sigrinum á rað.
Og tað var heldur ikki so
nógv, sum bendi á, at B36
skuldi skora sunnudagin.
Skála var fyrst og fremst
komið til Havnar fyri at
halda fast um javnleiki. Frá
byrjan hildu teir nógvum
fólki á egnari hálvu, og tá
B36 heldur ikki tóktist at
satsa nakað, gjørdist fyrstu
trý kortini rættiliga linlig.
Onkur hálvur møguleiki
spurdist burtur úr bóltum,
sum vórðu oystir inn í brots
teigarnar, og ógvuliga sig
andi var størsti kjansurin hjá
B36, tá Curcic ta einu ferð
ina fór púrasta skeivur, men
Sylla sendi tó hálvfluktaran
himmalhøgt uppum.
Mál í heimsflokki
Undirhaldsvirðið vaks nak
að eftir steðgin. B36 royndi
at flyta spælið longur niðan
á Skála-hálvuna, men teim
um vantaði tó neyðugu ferð
ina, sum skuldi opna verj
una hjá teimum gulu.
Enn var tað við deyðbólt
um, at vandin var størstur,
og ta einum ferðina var eis
ini um reppið, at Ove
Nysted fekk sett høvdið á
eitt hornaspark. Men bara
20 sekund seinni var bólt
urin ístaðin í B36-mesku
num. Tað skuldi verið kravt
við lóg, at fótbóltsvenjarar
kring landið ogna sær avrit
av sjónbandinum, tí talan
var um eitt fyrimyndarligt
dømi um kontra-spæl, tá
hetta er allar vakrast. Levi
Hanssen og Obi gjørdu
skjótt av, tá bólturin varð
sendir niðan, og við tveim
um fyrstuferðssendingum
var B36-verjan útspæld. Og
tá Bogi Gregersen hevði
spurtað seg fram í høgru,
slepti annars leysi Levi
bóltinum til enn betri stadda
álopsfelagan, sum ikki gav
Jákupi Mikkelsen nakran
sum helst møguleika.
Bakkaðu ov langt
Tað er væl skilligt, at Skála-
menninir iðra seg um, at
teir ikki hildu fast um leiðsl
una, men fyrst og fremst, so
hava teir sær sjálvum at
takka í so máta. Seinasta
korterið duttu teir nevnliga
alt ov langt aftur á vøllin,
og tað B36 møguleikan at
leggja eitt massivt trýst. At
Allan Mørkøre varð skiftur
inn í álopið fyri verjuleikara,
og at Ove Nysted varð
tveittur fram í fremstu røð,
økti sjálvandi um trýstið.
Men tann stóri møguleikin
tóktist kortini ikki koma.
Tolið hjá B36-fjepparu
num mundi vera slitið nógv,
tá málið loksins kom. Men
talan var so sanniliga um
eitt mál, sum var vert at
bíða eftir. Í besta samba-
stíli streyk Santos ígjøgnum
vinstra borð, har tveir verju
leikarar ikki megnaðu at
fanga hann. Innleggið ferð
aðist aftur um verjuspælar
arnar, og á brotsteigarmarki
num kanónfluktaði Mikkjal
Thomassen bóltin upp í
hornið. Fyri fyrst ferð mátti
16 ára gamli Hans Jørgensen
í Formula-málið eftir bólti
num, men júst hatta skotið
hevði nakar málverji í heimi
num kunna vart fyri.
Hóma heiðursmerkini
Seinastu løtuna royndi B36
at skora enn eitt mál, og tað
var eisini um reppið, at
hetta kom, men hesa ferð
spældi hepnið ikki við í
teirra parti. Javnleikurin
merkir, at tað ikki eydnaðist
at vinna seg á toppin í hes
um umfarinum, og einki er
at ivast í, at Kurt Mørkøre
og hansara menn iðra seg
um, at tað ikki eydnaðist at
gagnnýta møguleikan at
vinna seg framum EB/
Streym.
Hjá Skála var úrslitið
helst at liva við. Men eisini
teir iðra seg, tá teir nú vóru
somikið stutt frá sigrinum.
Enn ein sigur vildi veruliga
flutt liðið upp móti heiðurs
merkjastríðnum.
Men
megna teir at halda fast um
góðu gongdina, sum hevur
verið, so kunnu teir væl
vinna seg har upp kortini.
John var
nøgdur
Hóast Skála fyri fyrstu
ferð læt mál fara ígjøg
num undir nýggja venj
aranum, so var John
Petersen ikki nakar
ónøgdur maður eftir
javnleikin móti B36.
Felagnum, har John í
sjey ár taldist millum
berandi kreftirnar á lið
num.
- Sjálvandi er tað
keðiligt at missa sigur
in, tá tú ert somikið
nær. Men eg haldi, at
javnleikurin er eitt rætt
víst úrslit, sigur venjar
in, sum annars er væl
nøgdur um avrikið.
- B36 lá langt afturi á
vøllinum fyri steðgin.
Men sum gestir í Gunda
dali hildu vit ikki, at
tað var upp til okkum
at skapa dystin. Eftir
steðgin hendir kanska
meira, tá B36 flytur
spælið longur niðan,
men vit halda teimum
kortini frá møguleikum,
og hatta kontra-málið
hjá okkum er altso í
heimsklassa.
Tíverri
fáa teir so eitt ordans
trýst seinastu løtuna,
og so fáa teir eitt mál,
har vit tvær ferðir selja
okkum í síðuni. Sjálv
andi rakar Mikkjal eis
ini handan bóltin per
fekt, og eg skal so ikki
lasta Hans, at hann hesa
ferð læt mál fara ígjøg
num, sigur John Peter
sen.
-mørk
Ikast-Bording vann
Ikast-Bording er annað felagið í finaluni í
europeisku kappingini EHF Cup í kvinnu
hondbólti, og danska felagið stóð seg væl í
fyrru finaluni, sum varð spæld um vikuskiftið.
Ikast-Bording spældi á heimavølli og vann
dystin 35-30 ímóti russiska liðnum, sum verð
ur roknað sum tað sterkara liðið. Ikas-Bording
skal nú royna at verja fimm máls leiðsluna í
seinnu finaluni, sum verður spæld í Mosvka
tann 20. mai.
Byrial gjørdi comeback
Johan Byrial Hansen gavst í fjør við fótbólti á
høgum stigi. Arbeiðs- og familjuumstøður gjørdu,
at hann gavst á superligaliðnum hjá AC Horsens.
Sunnudagin var hann tó aftur at síggja á liðnum
hjá AC Horsens, sum spældi ímóti AaB. Leikbann
og skaðar høvdu við sær, at Johan Byrial Hansen
var tikin inn á liðið aftur. Hann spældi í 57 minutt
ir, áðrenn hann var skiftur út. Byrial hevur verið
hjálparvenjari hjá Danmarksseriuliðnum hjá AC
Horsens, har hann eisini hevur spælt seinasta
árið.
Skála
B36
B36-Skála 1-1 (0-0):
Perlumál í linligum dysti
Tað eydnaðist B36 at bjarga sær
eitt stig í heimadystinum móti
Skála. Men hóast fagnaðurin
um útjavningina var stórur, so
var talan kortini um vónbrot
Mynd: Álvur Haraldsen
19