Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2007 31 tíðindi Tey flestu kenna til viðgongdina, sum íslendski fíggjar­heim­ urin hevur havt sein­ astu mongu árini. Kortini mælti Helge Baadstad frá at fylgja í fótasporunum hjá íslendingum. - Tit eru bæði ov smáir og ov seinir, segði forstjórin í Gjensidige FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ein annar royndur mað­ur í norska fíggjarheimi­ num, ið hevði næsta inn­slag­ ið í Norðurlandahúsinum fríggja­dagin. Hann eitur Helge Leiro Baadstad, og er stjóri í størsta norska trygg­ingarfelagnum, Gjen­ sidige, við 3000 starvs­fólk­ um og um einari millión kund­um. Felagið hevur upp­ keypt tryggingarfeløg í Dan­ mark og Baltikum og um­setur fyri 15 milliardir um árið, hevur ein egin­ kapital upp á 20 milliardir og situr á 32 prosent av norska marknaðinum. Helge Leiro Baadstad byrj­aði við at greiða eitt sind­ur frá um felag sítt, og at tað eru kundarnir, sum eiga tað, eins og við Trygg­ ingarfelagnum Føroyar. - Frá 80-árunum hava vit verið noyddir at tillaga okk­ um til ein alsamt minni stýrd­an fíggjarmarknað við harðari útlendskari kapping, minkandi marginalvinningi og ikki minst minni rikis­ ogn­arskapi, segði Helge Baad­stad. Støðan í Noregi líktist okkara fram til endanum av 80-unum, tá stýringin á markn­aðinum minkaði burt­ ur í einki, samstundis sum kapping kom á økinum. Og tað hevði bæði jaliga og neiliga ávirkan við sær. - Á pluss-síðuni kann eg nevna, at rentumarginalarnir fullu um øll norðurlond. Vinnulívið fekk bíligan kapital, sum aftur økti um virðisøkingina í sam­felag­ num. Og skulu vit døma eft­ ir úrslitunum hjá størstu norð­ur­lendsku fíggjar­feløg­ unum, so forvinna tey eisini pening, segði Helge Baad­ stad. Á minus-síðuni hevur hetta ført til eina konsoli­der­ ingstilgongd, sum so aftur hevur merkt, at eigara­viður­ skiftini á mangari stoltari norskari fyritøku eru flutt uttanlands. Gjensidige hevur sum einasta trygging­ arfelag megnað at verið á norskum hondum fram til í dag. Byrjaðu í smáum Gjensidige hevur eisini kon­ soliderað seg, men hevur sum nevnt megnað at staðið á egnum beinum. Felagið svíkur ikki síni mál og hev­ ur ikki gloymt sínar røtur, greiddi Helge Baadstad frá. Um uppruna felagsins segði hann: - Í 1816 varð bygdar­ bruna­kassin í Nesi í Akers­ hus stovnaður av Jens Colst­ rup, presti, eftir at øll hans­ ara familja misti lívið í ein­ um eldsbruna. Í 1922 var talið á brunakøssum vaksið til 260, og vórðu teir tá savn­ aðir í samtakinum Sam­ trygd. Felagið bleiv til sum úrslit av einum samstarvi mill­um Landkreditt og Norges Bondelag. Hugskot­ ið var at geva felagnum nóg sterkan pall at standa á, so tað kundi tola ein størri elds­bruna. Eftir eina sam­an­ legging millum Samtrygd og Norges Bilforsikrings Gjensidige í 1985, var Gjen­ sidige ein veruleiki.Vit hava framvegis brunakassar, og hesir hava varðveitt sítt sjálvstýri, samstundis sum teir hava fíggjarligu trygd­ ina, at tola júst størri elds­ brunar, greiddi Helge Baad­ stad frá. Síðani vendi forstjórin í Gjensidige sær móti tí, sum helst flestu áhoyrararnir vóru komnir í Klingruna at frætta. Nevniliga hvussu hesir báðir sera royndu stjór­ arnir mettu, at privatiseringin av Føroya Banka skuldi fara fram. Og her hevði Helge Baadstad nøkur góð ráð til fjøldina, og kanska ikki minst til samfelagið sum heild. Fyri tað fyrsta ráddi hann føroyingum til, ikki at gera sum íslendingar. - Føroysku fíggjarstovnar­ nir eru ov smáir at venda eygunum móti kappingini á altjóða marknaðinum, og har­­til eru tit eisini alt ov seinir á veg. Ikki tí at tað er nakað galið við stórum ambi­tiónum, men tað er mun­ur á at raka sær og at skera alla høkuna av, sum vit siga í Noregi, segði Helge Baadstad sum vísti á, at tað var betri at vera ein stórur fiskur í einum lítlum hyli, enn ein lítil fiskur í einum vandamiklum havi. Samstarv er vegurin Hann vísti fyri tað næsta á, at tað er rætt at lata upp fyri fíggjarmenningini og at liberali­sera. - Eins og ein línudansari mugu fíggjarfyritøkur røra seg fyri ikki at detta niður. Rørslur merkja broyting. Tað er spennandi, og við­ hvørt fær tú ilt, men ikki so ilt, sum tá tú dettur av lín­ uni. Og líkar okkum rørsl­ una, kunnu vit endurtaka hana ímorgin. Royndir í Noregi vísa, at liberalisering er rætti vegurin fram. Uttan liberalisering, eingin fram­ gongd, segði forstjórin í Gjensidige. Í triðja lagi vísti hann á, at eingin orsøk er at lata eigaraviðurskiftini enda á útlendskum hondum. - Tað finnast aðrir møgu­ leikar enn at selja fíggjar­ stovnarnar av landinum til hægstbjóðandi. Tað er ikki altíð tann, ið rindar mest, er tann besti fyri kundarnar og samfelagið. Av royndum hava vit í Gjensidige prógv fyri, at frælsi og sjálvstøða kann vera meiri týdningar­ mikið, enn størst møguligi løtuvinningur, segði Helge Baadstad. Tað finst nevniliga ein ann­ar møguleiki, og tað er samstarv. Við at fara í sam­ starv við ein sterkan út­lendskan fíggjarstovn, varð­veita vit avgerðarrættin, samstundis sum vit tryggja neyðuga fíggjarliga grundar­ lagið. Og samstarvsfelagar eru neyvan truplir at finna, tí Føroya Banki framman­ undan hevur neyðuga út­breiðslukervið, ið nær út til borgaran. - Vit í Gjensidige dáma frælsi, og vit vita av egnum royndum, at strategiskt sam­ starv kann virka, um báðir partar hava fyrimun av tí. Tað er ikki neyðugt at gifta seg við einum villini djóri, tá tú kanst fáa bæði konga­ dóttrina og hálva kongaríkið fyri nærum sama prís, segði Helge Leiro Baadstad, for­ stjóri í Gjensidige at enda í fyrilsetri sínum í Norður­ landa­húsinum fríggjadagin. Forstjórin í Gjensidige: – Gerið ikki sum íslendingar betri úrslit í Føroyum enn Eik rokn­skapir. Tískil hava bæði Eik Banki og Føroya Banki á fyrsta sinni al­ manna­­­kunngjørt ársfjórð­ ings­rokn­skapir. Og tað er hugaligur lest­ ur hjá serliga partaeigar­un­ um, tí hesir roknskapir vísa hvør í sínum lagi ógvuliga stóran vøkstur í avlopinum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Avlopið hjá Eik Banka er vaksið úr 45 milliónum krónum fyrsta ársfjórðing 2006 upp í heilar 136,9 milli­ónir sama tíðarskeið í ár. Hjá Føroya Banka eru tølini vaksin úr 30 milli­ ónum upp í 54 milliónir í ár. Talan er í báðum førum um bruttotøl, tað vil siga áðrenn skatt. Fyri Suðuroyar Spari­ kassa eins og Norðoya Spari­­­kassa er galdandi, at hvørgin teirra letur al­ manna­­­­­kunn­gera ársfjórðing­ srokn­skap, men Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Spari­kassa sigur, at teir eru ógvuliga væl nøgdir við gongd­ina higartil í ár. - Vit hava brúkt nógvan pening seinastu tvey árini at menna Suðuroyar Spari­ kassa, og tískil hava rokn­ skapirnir ikki verið nakað at reypa av. Nústaðni byrja vit at síggja úrslitið av hes­ um íløgum. Eg kenni ikki tey nágreiniligu tølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár, men eg kann siga so mikið, at tað sær rættiliga gott út fyri hetta tíðarskeiðið, sigur stjór­in í Suðuroyar Spari­ kassa, Søren Bruhn. Virkar víða Tað er eingin loyna, at Eik Banki seinastu árini hevur verið ógvuliga virkin á fíggj­­ar­økinum, og hevur víðk­­að virksemi sítt út um landoddarnar. Hetta er óiv­ að eisini neyðugt, skulu før­ oysku peningastovnarnir menna seg í altjóða kapp­ ing­ini. Eik hevur breitt seg til at eiga tvey dóttirfeløg fult og heilt, tað vil siga allan parta­­peningin í feløgunum. Talan er um húsameklara­ felagið P/F Inni og Eik Bank Dan­mark, ið mest fæst við »Pri­vate Banking«, virðis­bræva­handil, ognar­ røkt, vinnuút­lán og panti­ brævavirksemi. Haraftrat eigur Eik Bank partabrøv í trimum stórum útlendskum fyritøkum. Tal­ an er fyrst og fremst um størsta íslendska spari­kass­ an, Spron, har Eik Banki við sínum 10% er størsti parta­­brævaánari, og sum fyrsta ársfjóðring gav bank­ a­­num ikki minni enn 68 milliónir í vinningsbýti. Síð­­­ani eigur Eik Banki eisini 25% í Investea A/S og 20% í Nianet A/S. Aftrat hesum er Eik Banki við í fleiri øðrum fyri­­tøkum, eitt nú íbirtingar­ felagið P/F Set. Hetta skal alt takast við, tá mett verður um samlaða avlopið hjá Eik, og tó at roknskapurin ikki er fult útgreinaður vísir hann, at í minsta lagi 92 av teimum 120,5 milliónunum í avlopi (eftir skatt) stava frá virk­ semi uttanfyri sjálvan høv­ uðs­bankan. Sostatt vísa tølini, at í mesta lagi 28,5 milliónir krón­ur av avlopinum hjá Eik Banka stavar frá virk­ semi bankans í Føroyum. Tøl­ini fyri Føroya Banka siga 44 milliónir í avlopi fyri sama tíðarskeið á sama marknaði. Nú skal sjálvandi ikki leggjast annað í hetta enn, at Føroya Banki hevur vunn­­ið alt sítt avlop við virk­semi í Føroyum, meðan megin­parturin av avlop­in­ um hjá Eik stavar frá virk­ semi uttan fyri landodd­ arnar. Og tað er væl tann vegin Føroya Banki ætlar sær við privati­seringini. Stjórarnir í ávikavist størsta tryggingarfelagi og størsta banka í Noregi, Helge L. Baadstad og Øving Birkeland Mynd: Leo Poulsen