mánadagur 14. mai 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 14. mai 2007
summarkapping
41
Navn: Siri Hansen
Búðstaður: Albertslund, Danmark
Starv: Lesi til stud. pæd. soc. á DPU
Hvat skal summarið hjá tær brúkast til?
Eg ætli mær til Føroyar í summar at arbeiða. Ikki alt er komið upp á pláss enn hesum viðvíkjandi, men eg vóni tað besta.
Summartíðin í Føroyum skal eisini nýtast til at vitja familju, vinfólk, samstundis sum eg skal á G!-festival og í brúdleyp.
Hvat við summarinum í Danmark?
Eg skal m.a. á fleiri konsertir. Tann fyrsta verður longu um tvær vikur, tá Linkin Park vitjar Keypmannahavn. Í Juni skal
eg á konsert við bæði Tori Amos og Justin Timberlake.
Annars ætli eg mær at fáa so nógva sól í Danmark sum møguligt í summar, tí eg vænti ikki ov nógv av veðrinum í
Føroyum. Eitt fríluftsbað letur upp her í Albertslund tann 26. mai, so tað fari eg heilt sikkurt at royna.
Hvat gleðir tú teg mest til í summar?
Tað er at síggja vinfólk og familju aftur. Eg skal síggja eina av mínum vinkonum sum gifta kvinnu fyri fyrstu ferð í
summar. Hon giftist í gjár (12. mai), og eg hevði tíverri ikki stundir at verða í Føroyum um vikuskiftið.
Eg havi annars føðingardag tann 27. juli. Eg plagi altíð at vera í Havn á ólavsøku henda dagin, men kanska eg fari at
halda hann í ár fyri fyrstu ferð í eini 15 ár. Afturat hesum ætli eg mær eisini á G!. Tað hevur longu bjargað G!, at Nephew
verður partur av festivalinum
Siri gleðir seg til Nephew
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Kom sum Aladdin
flúgvandi til Klaksvíkar
Mánadag 8.12
(bert juni, juli, august)
Mikudag 13.04
Fríggjadag 13.00
Sunnudag 13.52
Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík
Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík
Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo