Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. mai 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 14. mai 2007 42 summarkapping Navn: Dánial Pauli G. Dalbø Bústaður: Los Angeles, San Fernando Valley, California Starv: Lesi filmkunnleika á Columbia College, Hollywood Hvat ætlar tú tær at nýta komandi summar til? Eg gangi í skúla og havi bert eina viku summarferiu. Tað ger, at eg ikki havi tíð til alt, sum eg havi hug til. Ta einu vikuna fari eg nokk ein túr til Føroyar á G!-festival. Restina av summarinum fari eg at njóta í Los Angeles og her á leiðini. Fortel eitt sindur um, hvat ein kann uppliva í L.A.? Her eru nógv góð matstøð, náttarlivið er í topp, og strendurnar eru frálíkar. Hetta er eitt paradís fyri surfarar. Sjálvur dugi eg ikki at surfa. Eg havi ikki roynt roynt tað enn, men eg trivist væl bara at liggja á strondini og sóla mær. So kann líka leggjast afturat, at her er sól hvønn dag. Tá ein vitjar L.A., eru tað nøkur støð tú mást fara. Walk of Fame, tann heimskenda biografin Chinese Theater, Universal Studios, Disneyland, Six Flags o.s.v. Her er eisini sera nógvur ítróttur til allar ítróttarfjeppararnar, men av tí at eg ikki eri nakar fjeppari av amerikanskum ítrotti, bíði eg til David Beckham kemur í summar, men tá fari eg heilt víst til onkrar dystir hjá L.A. Galaxy og hyggi eftir vanligum fótbólti. Sjálvandi er sera nógvur tónleikur at hoyra í L.A.. Havi sjálvur júst verið á MUSE-konsert og fari heilt sikkurt á nógvar konsertir seinni í ár. Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo www.husamekling.fo V a g l i ð • F O - 1 0 0 T ó r s h a v n T e l 3 1 9 3 2 1 • F a x 3 1 9 3 3 1 Leitar tú eftir húsum ella vilt tú selja hús tíni, so er Húsamekling rætta staðið. Hygg inn á www.husamekling.fo Veitslusett svart/hvítt Dr. Jakobsensgøta 21 Tel 31 53 15 Ferðaskrivstovan vinnulívið setur sítt álit á Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo Njót nattúruna við klettum, holum og fuglalívinum við Vestmannabjørgini. Vit sigla inn í djúpar holur og millum lodrøtt fuglabjørg og tætt millum bogar og sker. Um tú vilt uppliva nakað serstakt - royn so ein túr við einum av okkara bátum. Trygdin er í hásetri og manningin hevur góðar royndir og nógv ár á baki. Sightseeing túrar eystur undir land ...og kring allar Føroyar PALLI LAMHAUGE Tel. 424155 - fax 424383 sight@sightseeing.fo www.sightseeing.fo Dánial Pauli í skúla í Hollywood