mánadagur 14. mai 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 114 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 14. mai 2007
summarkapping
43
Navn: Kristian Páll (Gissa) N. Olsen
Bústaður: Fuglafjørður
Starv: Arbeiði sum bilmekanikari hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali
Hvussu ætlar tú at nýta komandi summar?
Fyriuttan stevnur, ætli eg mær at ferðast eitt sindur. Eg og daman hava longu keypt billettir til
Turkalands í juni. Tað verður veldugt at sleppa vekk frá hesum veðrinum eina løtu. Eg ætli mær
eisini á bæði G!-festival og Summarfestivalin seinni í summar, líka sum øll hini árini!
Hvussu leingi verða tit verandi uttanlanda?
Vit skulu verða í Turkalandi í 14 dagar og yvirnátta 2 nætur í Keypmannahavn á veg heimaftur.
Eg eri akkurát blivin ommubeiggi og tey búgva í Keypmannahavn, so eg má steðga har eina
løtu!
Hvussu ber tað til at tit valdu Turkaland?
Eg leitaði runt á netinum í nakrar dagar, har eg vitjaði rættiliga nógvar heimasíður, ið høvdu
nakað við ferðing at gera. Eg datt framm á eitt stað, ið kallast Pegasos World, og hetta var júst
tað, sum eg vildi hava. Eg ringdi síðani til Fonn Flog, og tey syrgdu fyri øllum fyri meg. Tey hava
enntá gjørt mær tann beina, at royna hotelli áðrenn, og skal eg trúgva teimum, so er tað líka
fantastiskt, sum á myndunum á heimasíðuni.
Gissa ætlar sær til Turkalands
Reykjavík ½ marathon
18. august 2007
úr Vágum 17. august og heim aftur 21. august
Íroknað prísin er:
• Flogferð Vágar-Reykjavík og aftur við ferðaavgjøldum
• Gisting í 4 nætur í Fjørukrónni í einakamar við morgunmati
• Luttøkugjald til hálv-marathon í Reykjavík
• Víkingadøgurði í Fjørukrónni
P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn •
Tel. 34 00 00 •
Fax 34 00 11 • booking@ff.fo
kr. 4.995,-
Vælkomin á Hotel Norð
Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68
Stórt úrval av baðirúmsmøblum
Alt innan
VVS