týsdagur 15. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 92 - 15. mai 2007
Sosialurin
Kílar í framtíðina
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Stutt viðmerking
Í blaðgrein um dagarnar
skrivar Reidar Nónfjall, at
SEV er ein senil organisa
tión og hevur fleiri grund
gevingar fyri síni hugsan.
Sum fyrrverandi umboðs
ráðsformaður kann eg siga
frá, at eg eri so at siga samd
ur í øllum tí, ið Reidar førir
fram.
Eg skal viðmerkja, at í
februar 2005 varð nýtt
SEV-stýrið valt. Av teimum
sjey stýrislimunum valdu
fimm Leiv Hansen, f. S.
Streymoy til formann, Súna
í Hjøllum f. Eysturoynna til
næstformann, meðan hinir í
meirilutanum
vóru
Dia
Poulsen Suðuroy, Kim Dur
huus f. N.Streymoy og Tór
ur Johannesen f. Sandoy.
Meirilutin setti sær høg og
alneyðug mál at fremja
samb. nýggju viðtøkunum,
sum stutt frammanundan
ein einmælt umboðsnevnd
hevði samtykt.
Farið varð til verka við
hesi høvuðsdagsskrá:
SEV skal gerast ein gjøg
numskygdur felagsskapur
Fíggjarætlanin skuldi ger
ast gjøgnumskygd og skuldi
kunna
samanberast
við
roknskapin
Stovna innaneftirlit (sikk
erhedskvalitetsstyrings
system samb. tilmæli frá
Dansk Energi og krøvunum
í Stærkstrømsbekendtgørel
sen
4. a) Fíggjarstjóri setast
b) Framleiðslustjóri set
ast
c) Stjóri fyri býtisvirkini
setast
Hesir skuldu hvør á sín
um øki hava evstu
ábyrgd yvir fyri stýri
num
5. Deild við framtíðarper
spektivi sum endamáli
skuldi setast
6. Harafturat skuldi setast
ein trygdarleiðari samb
altjóða reglum, sum
hevði beinleiðis tilvís
ing til stýrið
7. Seta ferð á framtíðar
orkuútbyggingar, sum
lógu í dvala
8. Fáa skil á starvsviður
skiftum stjórans
9. Fáa skil á fíggjarliga
óskilið í Sewave
10. Fremja ein starvs fólka
politikk, sum samsvarar
við nútíðina, har ein
starvsfólkaleiðari fekk
ábyrgdina
Hesi høvuðspunkt vórðu
sett fyri at fáa felagsskapin
dynamiskan, nútímans og
ikki minst fyri at vinna álit
aftur
millum
landsins
politikarar og landsins borg
arar, sum eiga SEV.
Hesin fyrr nevndi stýris
meiriluti fekk bert 1 ára
arbeiðsfrið, men longu tá
vóru øll hesi fyrr nevndu
punkt komin undir land og
vóru bara eftir at seta í verk.
Men her kom trupulleikin.
Stjórin saman við minniluta
num og hansara aliansa
arbeiddi alt tað, teir vóru
mentir at forða meirilutanum
at fremja sína søk. Við øll
um óhugsandi frekleikum,
ósannindum og tápiligheit
varð roynt at sabotera ein
hvørjari skilagóðari loysn.
Meirilutin kom tí til ta
niðurstøðu, at uppsiga SEV-
stjóran, tí álitið á hann var
fokið og ikki metti, at sam
starvið kundi halda fram.
Meirilutin koyrdi stjóran til
hús, tí mett var, at hann ikki
var rætti maðurin at standa
á odda fyri SEV í samband
við tær avbjóðingar sum
SEV hevði í framtíðini – tá
ið hugsað verður tekniskt,
fíggjarligt, umsitingarliga
og ikki minst opinleika yvir
fyri stýrinum.
Sum umboðsnevndarfor
maður var eg púra samdur
við meirilutanum!
Endin var, at Leivur Han
sen leyp frá. Var politiskt
ryggleysur og gekk brádliga
í alliansu við sínar argastu
mótstøðumenn. Hann kú
vendi so nógv og óskiljandi,
at hann saman við hesum
monnum fór loyniliga kring
Føroya land við ósannindum
at fáa tann demokratiskt
valda meirilutan burtur
beindan. – Uttan yvirhøvur
at seta seg inn í málið ella
tosa um trupulleikarnar í
SEV eydnaðist honum við
einum sera teprum meiriluta
at bumba SEV aftur í Sovjet
tíðina, har “páfuglarnir” og
ovasta leiðslan tignarliga
kunnu standa á einum palli
og heilsa borgaranum um
eitt tempul, sum ongin fær
loyvi at kaga inní.
Stjórin varð settur aftur í
starv, hóast stýrið visti; at
hann hevur næstan helming
in av umboðsnevndini ímóti
sær. Fyri mær er eingin ivi
um, at ein stjóri, sum bara
hevur ein stóran minniluta
ímóti sær eigur at leggja frá
sær, og uppaftur meira, tá
hann hevur havt ein meiri
luta av stýrinum ímóti sær.
Hetta kvettið í SEV man
vera eindømi í einum sokall
aðum
demokratiskum
landi!
Eftir at meirilutin var
burturbeindur, valdi eg sum
umboðsnevndarformaður
at trekkja meg tí týðuliga
sást, at ikki var pláss fyri
øðrum meiningum.
Persónliga skilti eg ongan
tíð, at nakar gekk við til at
stilla upp - og enntá lata seg
velja
so
ódemokratiskt,
bara fyri at verja einaveldi
SEV-stjórans.
Stutt sagt eri eg samdur
við øllum teimum mongu
og nú Reidar Nónfjall um,
at alneyðugt verður at
skifta út meginpartin av
dagligu leiðsluni í SEV.
Men hvar eru fjølmiðl
arnir? Hava teir ikki eina
stóra ábyrgd at røkja í hes
um føri?
Runavík, tann 14. mai
2007
SEV – ein senil organisatión
fyrrv. umboðsráðs
formaður í SEV
Hans Tausen
Olsen
Føroyar hava fingið nýggjan fíggjarmálaráðharra.
Magni Laksafoss tekur við eftir Bárð Nielsen. Hóast
Magni Laksafoss ongar parlamentariskar royndir hev
ur, er hann kendur frá almenna orðaskiftinum og sum
limur av Búskaparráðnum. Við hesum vali, hevur
Sambandsflokkurin, samgonga og landið alt uttan
iva fingið ein fakliga væl kvalifiseraðan fríggjarmál
aráðharra. Hvønn politiskan førleika hann hevur má
tíðin so vísa. Vit eins og øll onnur kunnu bara vóna,
at hann verður Føroyum ein góður maður.
Hóast Sambandsflokkurin fann sín mann, hevur mál
ið um fíggjarmálaráðharran sett kílar í samgongu
samstarvið. Hvør enn hevur rætt í hesum máli, fer
bara framtíðin at vísa, um tað góða samstarv verið
hevur millum formenninar í Javnaðarflokkinum og
Sambandsflokkinum, fer at verða avloyst av óvissu,
møguliga entá fíggindaskapi.
Neyvan nakar er ósamdur við løgmann um, at tingsess
ur er suverenur. Her eru tó nøkur men, ið hava verið
lítið frammi. Eftir okkara tykki átti Heðin Mortensen
at spælt við ærligum kortum og beinanvegin meldað
út, hvat hann fór at gera stóð honum í boði at koma
á ting. Tá varð allur ivi ruddaður av vegnum og som
uleiðis minni grundarlag undir óvissu og ónøgd. Tað
hevði verið ein mansligari støða, ið aftur hevði gagn
að øllum pørtum. Sum borgarstjóra og eisini sum
ISF forseta og harvið sum umboðsmaður fyri unga
ættarliðið hevði tað sømt seg fyri hann heldur enn at
hugsa taktiskt og at vinna sambandsfíggindum sínum
neisir at spælt út ærliga og opið. Og ætlar Heðin
sær eina politiska karrieru innan Javnaðarflokkin,
átti hann at vitað, at henda støða við ikki at melda
út, kann koma at skaða bæði seg sjálvan og flokkin
uppá longri sikt. Ávís sambandsfólk eru ímint og
onkur eisini hatsk, so handfaringin av málinum, kann
í ringasta føri seta Javnaðarflokkin uttan fyri alt vald
eftir komandi val.
Og spurningurin er um ikki eisini formaður Javn
aðarfloksins sjálvur hevur lagt brenni til hetta bál
ið. Hann átti at kunnað – uttan at leggja seg út við
stýrisskipanarlóg – at greitt Heðini frá negativu avleið
ingunum. Also um hann hugsaði, hvat mundi vera best
fyri flokkin upp á longri sikt. Kann væl vera, at løgmað
ur raknar við ein dag við kaldan dreym, har hann situr
í andstøðu, nettupp tí hann ikki gjørdi sær nóg stóran
ómak fyri at fáa Heðin Mortensen at skilja, at tað
hevði tænt bæði honum sjálvum, Javnaðarflokkinum
og framtíðar samstarvinum við Sambandsflokkin
best, um Heðin alt fyri eitt meldaði út, at hann vildi
halga seg býráðsarbeiði fult og heilt og ikki lata sín
persón gerast ein trupulleika fyri framtíðar samstarvið
millum flokkarnar. Slík gerð hevði verið eitt skot
í bógvin hjá teimum sambandsmonnum, ið ynskja
J. Eidesgaard, har piparið grør. Við atburðinum hjá
Heðini og væntandi hegni løgmans at sannføra Heðin
um framtíðar trupulleikarnar hjá flokkinum hevur
ávísur vongur í Sambandflokkinum av álvara fingið
vind í seglini. Í ringasta føri kann hetta vera byrjanin
til enn eina oyðimarkarferð hjá Javnaðarflokkurin í
andsstøðu.