Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Nr. 92 - 15. mai 2007 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas- tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Heimatænastan hevur brúk fyri summarfrítíðaravloysarum um alt landið at arbeiða í skiftandi vaktum í Heimatænastuni í tíðarskeiðnum 1. juni til 30. septembur 2007. Okkum mangla: • Sjúkrarøktarfrøðingar • Heilsurøktarar • Heilsuhjáparar Meira fæst at vita um avloysarastørvini hjá økisleiðarunum í Heimatænastuni: Øki 1: Meta av Fløtum, Heimatænastan, Skálatrøð 14, 100 Tórshavn, tlf. 317249 Øki 2: Sonja Klein, Heimatænastan, Heilsumiðstøðin, 270 Miðvágur, tlf. 333249 Øki 3: Ása Hanusson, Heimatænastan, Heilsumiðstøðin, 620 Runavík, tlf. 449249 Øki 4: Elsba Lütsen, Heimatænastan, Bøgøta 34, 700 Klaksvík, tlf. 457243 Øki 5: Jeanna í Lágabø, Heimatænastan, 900 Vágur, tlf. 373907 Setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn: Umsóknir skulu sendast til eitt ella fl eiri av teimum seks økjunum, sum eru nevnd omanfyri. Umsóknarfreist: 29. mai 2007 Heimatænastan søkir frítíðaravloysarar til alt landið Starvslýsing Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Heimatænastan SAMBAND jan müller jan@sosialurin.fo tlf 341800 vinnusíðurnar Sylvan Jakobsen, sum í nógv ár hevur siglt sum skipari og eisini hevur verið skipa­ eigari, er nú farin at royna seg á mjøl­ verksmiðjuni umborð á Atlantic Navigator, nú tíðin hjá trolar­ anum undir før­oysk­ um flaggi av álvara er farin at styttast Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóskvøldið vóru vit ein túr umborð á Atantic Navigator, sum lá í Ánunum og landaði tey 1200 tonsini av surimi og 430 tonsini av mjøli, sum skipið fekk á seinasta túri. Meðan vit standa og práta við skiparan á seinasta túri, Lion Petersen, kemur ein kendur maður niðan á dekk­ ið. Maðurin er Sylvan Jakob­ sen, ið áður hevur siglt sum skipari og eisini hevur verið skipaeigari. Sylvan hevur leingi ynskt sær at sleppa ein túr við Atlantic Navigator, og nú tað líður móti endanum hjá hesum skipi í føroyskum sjógvi, er hann farin umborð at royna seg á mjøl­verks­ miðjuni. Hóast Sylvan hevur verið alt sítt lív á sjónum og nú er komin í pensjónsaldurin, hevur hann ongantíð verið umborð á einum so stórum og stásiligum fiskifari. Tá skipið kemur aftur eftir loknan túr, verður áhuga­vert at frætta, hvussu Sylvan Jakobsen hevur dámað hetta sjólívið í mun til alt annað, hann hevur roynt á sjónum. Spurningurin er nú, hvussu nógvar túrar Atlantic Naviator ger aftrat í føroyskum sjógvi. Ætlanin skal skipið úr flotanum til heystar, tá tað fer til umbyggingar til krill­ veiði í Suðuríshavinum. Hinvegin er ivasamt, hvussu langt føroyska svart­ kjaftakvotan røkkur. Skipini fiska av felags kvotu, og sum skilst eru bert eini 50.000 tons eftir av henni. Sylvan við Atlantic Navigator Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas- tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Lýst verður eftir deildarleiðara til Dagtilhaldið fyri minnisveik, Jøkulstræti í Tórshavn. Uppgávan er at hava dagligu leiðsluna av dagheiminum. Dagtilhaldið fyri minnisveik er eitt tilboð til heimabúgvandi borgarar, har fólk kunnu vera í dagtímunum. Dentur verður lagdur á at stuðla teimum minnisveiku, soleiðis at tey fáa ein innihaldsríkan gerandisdag. Tilboðini fevna m.a. um sang, lesnað, matgerð, ítrivsarbeiði og at ganga túrar. Ábyrgdarøki: • Saman við starvsfólkunum at skapa eitt heimligt umhvørvi, har húsfólkini trívast • At húsfólkini fáa ein virknan dag við fj ølbroyttum tilboðum, sum eru lagað til teirra áhuga, førleika og tørv og soleiðis varðveita samleikan • Daglig leiðsla av starvsfólkunum • Førleikamenning av starvsfólkunum • Tryggja at fíggjarætlanin fyri dagtilhaldið verður yvirhildin Førleika: • Heilsufaklig útbúgving við demenssam skiparaútbúgving • Hug og hegni at fyrisita og leiða • Evni at samstarva við brúkarar, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • Sær møguleikar framum avmarkingar Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ester Husgaard, virkandi leiðara, ella Gunnleyg Durhuus, leiðari fyri eldraøkið, tlf. 304020. Setanartreytir: Setanarøkið er Nærverkið, og tænastu- staðurin er í løtuni í Heimatænastuni. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn: Send eina umsókn við avrit av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar royndir til: Nærverkið Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari fyri eldraøkið Umsóknarfreist: 7. juni 2007. Deildarleiðari til Dagtilhald fyri minnisveik í Tórshavn Starvslýsing Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Heimatænastan Tveir skiparar hittast umborð á Atlantic Navigator, Sylvan Jakobsen og Lion Petersen Mynd: Vilmund Jacobsen