týsdagur 15. mai 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 vinnusíðurnar
Nr. 92 - 15. mai 2007
- Sáttmálin nærkast
undirskriving, men
enn er endaliga støða
ikki tikin til, hvar
nýggja skipið skal
byggjast. Tað verður
antin í Noregi ella
Danmark, sigur Jákup
Jacobsen, reiðari í
Gøtu
Nýbygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í eitt hálvt ella so hevur P/F
Vinnan í Gøtu arbeitt við at
fáa í lag ein sáttmála um
nýbygging
av
einum
kombineraðum
trol-
og
nótaskipi.
Jákup Jacobsen, reiðari,
sigur, at nú er næstan komið
undir land við samráðingum
um ein sáttmála.
Hann heldur, at sum
útlitini eru í løtuni nærkast
ein sáttmáli undirskriving,
men kortini hevur felagið í
Gøtu ikki endaliga tikið
støðu til, hvar skipið skal
byggjast.
- Tað verður antin í
Noregi ella Danmark, sigur
hann.
Spurdur, um hugsandi er,
at skrokkurin verður bygdur
aðrastaðni, sigur reiðarin,
at tað er nakað, sum skipa
smiðjan, ið fer at byggja
skipið, tekur støðu til, men
tað er ikki óhugsandi.
Felagið í Gøtu hevur
heldur ikki gjørt av, hvussu
flotin, sum felagið eigur,
verður skipaður, tá nýggja
skipið kemur í flotan.
Møgulig umbygging
- Samstundis, sum vit
arbeiða við at fáa byggisátt
málan undir land, umhugsa
vit eisini onkra umbygging.
Jákup vil tó ikki neyvari
siga, hvør umbygging talan
kann vera um, men vísir á,
at Tróndur í Gøtu er vorðin
stívliga 20 ára gamal og
krevur meira viðlíkahald nú
enn áður.
- Finnur Fríði, sum er
nýggjasta skipið hjá okkum,
verður sum hann er. Hann
hevur riggað og roynst sera
væl, og man teljast millum
bestu skip í hesum skipa
bólki.
Finnur Fríði hevur tvey
veiðiloyvir.
Aftrat Tróndi í Gøtu og
Finni Fríða, eigur felagið í
Gøtu Jupiter og Saksaberg,
sum eisini hevur síni veiði
rættindi til svartkjaft um
framt 40% av sild og nakað
av makreli.
P/F Vinna eigur eisini
veiðirættindini hjá Krúnuni,
sum felagið keypti.
- Vit skuldu tískil havt
pláss fyri einum skipi aftrat
í okkara flota, sigur Jákup
Jacobsen.
Skjótt á sild
Kombineraðu nóta- og trol
skipini eru í løtuni á svart
kjafti, men væntandi er, at
tey fara á sild nakað skjótt.
- Saksaberg hevur higartil
gjørt tríggjar sildatúrar, og í
dag landar skipið umleið
220 tons í Kollafirði.
Reiðarin í Gøtu sigur, at
sildin enn er soltin eftir
gýting, men sum tíðin
gongur, kemur meira upp á
hana, samstundis sum hon
P/F Vinnan í Gøtu
Nýtt oljufund
Oljufelagið Altinex Oil Denmark, sum millum annað
umfatar fyrrverandi danska oljufelagið Denerco Oil, kunn
gjørdi í gjár, at felagið hevur funnið eina nýggja oljuleið í
danska partinum av Norðsjónum. Leiðin er í Rau-økinum
á 2504 metra dýpi. Enn er ikki greitt, hvussu stórt fundið
er, men tær kanningarvar verða gjørdar nú. Fyri at gera tað
lættari at staðfesta støddina hevur Altimex Oil Denmark
gjørt tríggjar síðuboringar á leiðini.
Útbjóðing loysti seg
Tað loysti seg hjá danska statinum at bjóða ferjusiglingina
millum Samsø og Kalundborg og millum Bøjden og
Fynshav út av nýggjum. Tað vísti seg, at tey somu reiðaríini,
sum høvdu siglingina frammanundan, áttu eisini lægsta
boð hesaferð, men tey vóru kortini so mikið lægri enn tey
gomlu, at staturin sparir 60 mió. krónur í stuðuli til
siglingina tey næstu fimm árini. Tað kemst av, at reiðaríini
hava funnið øki, har tey kunnu spara.
Saksaberg hevur higartil gjørt tríggjar túrar á sild, og í dag
landaði skipið umleið 220 tons til Kollafjord Pelagic
Mynd: Vilmund Jacobsen
Avtala er gjørd um
útbygging av VHF
netinum og um
uppsetan av
føroyskari AIS-
skipan. Eisini verður
nýggj útkalliskipan
keypt til sløkkiliðið
WHF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilbúgvingarstovnur Føroya
hevur gjørt avtalu við fyri
tøku úr Eysturríki um
útbygging av VHF-netinum,
so betri útbreiðsla fæst mill
um oyggjarnar. Eisini er
avtala gjørd um uppsetan
av einari AIS-skipan at
fylgja við skipaferðsluni.
Harumframt er avtala gjørd
um keyp av eini útkalli
skipan, sum alarmsentral
urin skal brúka í sambandi
við útkalling av sløkki
liðum.
Í nógv ár hevur verið fýlst
á, at VHF útbreiðslan mill
um oyggjarnar ikki er nøkt
andi.
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum,
Bjørn
Kalsø, fegnast um, at komið
er væl ávegis at bøta um
viðurskiftini.
- Tá alt arbeiðið vónandi
er liðugt á sumri komandi
ár, eru íløgur gjørdar fyri
21,1 miljónir krónur yvir
tvey ár fyri at nútímansgera
radioútgerðina á Tórshavn
Radio og at betra um trygd
ina á sjónum, sigur hann.
Tilbúgvingarstovnur
Føroya veit at siga, at fýra
nýggjar VHF-støðir verða
settar upp aftrat teimum
fýra verandi støðunum, sum
júst eru skiftar.
- Umfatandi útrokningar
hava víst, at best møgulig
útbreiðsla við átta VHF-
støðum fæst við at hava
støðir á Eiðiskolli, Slætta
fjalli omanfyri Mikladal,
Hálsinum við Klaksvík,
Støðlafjalli
í
Eysturoy,
Klubbanum í Fugloy, Hest
inum í Suðuroy, Knúki í
Mykinesi og á Sornfelli.
Nýggj stýrisskipan er upp
sett á Tórshavn Radio, sum
er fyritreyt fyri allari útbygg
ingini.
Tilbúgvingarstovnurin
sigur, at avtala er gjørd um
uppsetan av eini AIS-skipan
við 8 basisstøðum á somu
plássum.
- AIS, ið stendur fyri
Automatic
Identification
System, er ein skipan, sum
veitir støðugar upplýsingar
um skipaferðsluna í VHF-
økinum. Skipanin kann eis
ini nýtast til at senda ávar
ingar og onnur boð til skip
umframt at hava eftirlit við
eitt nú boyum, vitum, ali
ringum og øðrum.
Eisini er avtala gjørd um
keyp av alarmservara til
útkalling av sløkkiliðum,
sum alarmsentralurin hjá
løgregluni umsitur.
Tey, ið ynskja fleiri upp
lýsingar um útbyggingarnar,
kunnu venda sær til leiðaran
á MRCC Tórshavn, tlf.
351302.
Fleiri upplýsingar um
útbreiðsluna eru eisini at
finna á www.mrcc.fo.
WHF-netið
útbyggjast
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður,
fegnast um, at
WHF-netið nú
verður útbygt
Mynd:
Vilmund Jacobsen