týsdagur 15. mai 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnusíðurnar
Nr. 92 - 15. mai 2007
skal hava nýtt skip
Inn beinanvegin
Danska Sjóferðslustýrið hevur nú givið boð um, at tey
trettan skipini hjá reiðarínum Folmer & Co. skulu til lands
beinanvegin. Herfyri fekk reiðaríið forboð fyri at reka
skipini, tí tað hava verið nógv fleiri arbeiðsvanlukkur
umborð á hesum skipunum enn umborð á øðrum donskum
farmaskipum. Men reiðaríið valdi at lata skipini halda
fram hjá øðrum reiðaríi. Men tað gongur ikki, tí Sjóferðslu
stýrið vil sleppa at kanna skipini beinanvegin.
Duldi frágreiðing
Politiska andstøðan í Noregi er í øðini, eftir at tað er komið
fram, at fiskimálaráðið hevur dult eina frágreiðing frá
2005, sum vísti, at Stórtingið mátti játta tilbúgvingini 50
mió. krónur eyka í 2006 og aðrar 70 mió. krónur eyka í
2007, fyri at tilbúgvingin kundi sigast at vera álítandi.
Børge Brende úr Høgra, sum sjálvur er fyrrverandi ráðharri
í umhvørvismálum, sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at
fiskimálaráðharrin hevur dult tilmælið.
Finnur Fríði er nýggjasta
skipið hjá P/F Vinnuni,
men gongst sum ætlað hjá
gøtumonnum, kemur nýtt
skip í flotan um ikki so langa
tíð
Mynd: Vilmund Jacobsen
fær størri virði.
- Vit fara helst at bíða
nakað enn við at fara á sild
við hinum skipunum, so
leiðis at meira fæst burtur
úr henni.
Í fjør samstarvaðu skipini,
Tróndur í Gøtu, Finnur
Fríði og Jupiter, á sildini,
soleiðis
at
tvey
skip
partrolaðu, meðan tað triðja
sigldi inn við veiðini – og
soleiðis skiftust tey um at
tóga og sigla til lands.
- Hetta riggaði óføra væl,
og soleiðis fara vit at gera
aftur í ár.
Jákup Jacobsen sigur, at
meginparturin av sildini,
sum felagið veiddi í fjør,
fór til matna – í Føroyum,
Hetlandi og Danmark.
- Nýggja skipið verður antin
bygt í Noregi ella Danmark,
sigur Jákup Jacobsen, reiðari,
sum her heldur røðu, tá
Finnur Fríði varð navngivin
í Noregi
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað hevði verið er
keðiligt, um vit fingu
verkfall, tí hetta hevði
gjørt viðurskiftini eitt
sindur truplari. Men
skip og manningar
vóru avklárað við
støðuna og skuldu
nokk sloppið av við
fiskin, sigur formað
urin í Føroya Reiðara
felag, Jákup Sólstein
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gólvini á føroysku fiska
virkjunum vóru turr mána
kvøldið, sum sáttmálin mill
um
arbeiðarafeløg
og
arbeiðsgevarar gekk út á
midnátt í gjárkvøldi.
Í morgun fekst so semja í
lag millum partarnar á pri
vata arbeiðsmarknaðinum,
og tí verður eingin arbeiðs
steðgur á hesum sinni.
Jákup Sólstein, formaður
í Føroya Reiðarafelag, vísir
á, at fleiri skip vóru inni og
landaðu í síðstu viku, og
okkurt skip landaði mána
morgunin.
- Men tey skip, sum lógu
til at koma aftur av túri
mánadagin, hava ivaleyst
longu sett kós av landinum.
Hann ivast onga løtu í, at
skip og manningar høvdu
funnið neyðugar útvegir
fyri fiskinum, um partarnir
á privata arbeiðsmarknað
inum ikki komu til sættis í
morgun.
Jákup Sólstein vísir á, at
bæði skipaeigarar og fiski
menn
hava
altíð
verið
fleksiblir, og tí hevði ein
møguligur arbeiðssteðgur
ikki komið ringast við hjá
teimum.
- Eg tosaði til Bretlands í
gjár fyri at fregnast um
fiskaprísir, men sum eg
skilti, eru teir ikki so góðir í
løtuni, sum ynskiligt hevði
verið. Hinvegin vóru teir
heldur ikki vánaligir.
Formaðurin í Reiðarafel
agnum reisir tó spurningin,
hvussu støðan hevði verið á
marknaðinum, um fleiri
skip komu við nógvum
fiski í senn.
- Tá hevði ikki verið
óhugsandi, at fiskakeyparar
fóru at gera sær dælt av hes
um, so prísirnir fullu, sigur
Jákup Sólstein, sum fegnast
um, at partarnir á privata
arbeiðsmarknaðinum samd
ust uttan arbeiðssteðg.
Skipini høvdu
nokk sloppið
av við fiskin
- Eg tosaði til
Bretlands í gjár
fyri at fregnast
um fiskaprísir,
men sum eg
skilti, eru teir ikki
so góðir í løtuni,
sigur Jákup
Sólstein
Mynd:
Vilmund Jacobsen