týsdagur 15. mai 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 vinnusíðurnar
Nr. 92 - 15. mai 2007
Í løtuni er arbeiði til
allar hendur í
Suðuroy og tað fær
nógvar politikarar at
leggja seg aftur á og
halda, at nú stendur
væl til. Men tað er ein
hættislig støða, tí
veruleikin er, at tað
stendur alt annað enn
væl til í Suðuroy, siga
samfelagsfrøðingurin,
Jógvan Mørkøre og
búskaparfrøðingurin,
Magni Laksafoss
Vakstraravtala
fyri Suðuroy
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Suðuroyggin er ikki long
ur í kreppu. Men hon hevur
framvegis stórar trupullei
kar.
Tað staðfesta teir báðir,
Jógvan Mørkøre, samfelags
frøðingur og Magni Laksa
foss, búskaparfrøðingur.
Í tvey ár hevur verið tosað
um at gera eina miðvísa
ætlan fyri, hvussu gongdin
í Suðuroy kann vendast, so
at
fólkaminking
verður
vend til fólkavøkstur og so
at suðuroyingar við útbúgv
ing eisini kunnu fáa eina
framtíð í oynni.
Kommunur og vinnulív í
Suðuroy heitti á vári í 2005
á
Jógvan
Mørkøre
og
Magna Laksafoss um at
leggja eitt slíkt arbeiði til
rættis.
Teir halda, at besti fram
ferðarháttur, er, at allir part
ar, vinnulív, kommunur í
Suðuroy og landið, ganga
saman um eina beinleiðis
vakstraravtalu.
Grundarlagið undir eini
slíkari avtalu, er, at ein
kanning verður gjørd fyri at
vita, hvørji vinnulig, dentur
skal leggjast á at menna í
Suðuroy.
- Tað hevur ómetaligan
týdning, at talan er um eina
ætlan, sum tað letur seg
gera at seta í verk. Tað merk
ir, at vit skulu finna eini
fýra, fimm vinnulig tyssi,
sum tað er hóskandi at
leggja seg eftir at menna í
Suðuroy.
Hava start seg blindar
Men enn gongur ongan veg
við ætlanini at seta hesa
vakstraravtaluna í verk.
- Tað sær út sum at politik
arar hava start seg blindar
upp á, at tað er nóg mikið
av arbeiði til allar hendur í
Suðuroy og at teir tí ikki
halda, at tað er neyðugt við
eini vakstraravtalu.
Men her eru samfelags
frøðingurin og búskapar
frøðingurin alt annað enn
samdir.
- Hóast kreppan er av,
hevur Suðuroyggin fram
vegis stórar bygnaðarligar
trupulleikar,
sum
ongin
hevur gjørt nakað fyri at
loysa. Fólkatalið minkar
alsamt og teir suðuroyingar,
sum fáa sær eina útbúgving,
eru dømdir til eitt lív í
útlegd. tí í Suðuroy eru alt
ov fá størv til fólk við
útbúgving.
- Sostatt er Suðuroyggin í
einum ringari ringrás og
høvuðsavbjóðingin verður
at venda teirri gongdini og
skapa arbeiði til fólk, sum
hava hug at flyta aftur í
oynna at búgva, so at fólka
talið veksur aftur.
-
Gerandisdagurin
er
kanska ikki longur so nív
andi, sum tá ið arbeiðsloysið
var stórt, men útlitini fyri
framtíðina eru framvegis
døpur, tí tað eru alt ov fá
arbeiðspláss til teir mongu
suðuroyingar, sum fáa sær
útbúgving.
Tí ávara serfrøðingarnir
ímóti, at politikarar stara
seg so blindar upp á, at er
nógv arbeiði, at teir ikki
síggja teir stóru, bygnaðar
ligur trupulleikarnar, sum
Suðuroyggin er í.
- At skapa arbeiðspláss til
hesi fólkini, er altavgerandi
fyri at fáa vent gongdini og
fáa vøkstur aftur í Suðuroy.
- Men tað kann slást
rimmarfast, at onki av tí,
sum hendir í løtuni, er tekin
um, at vøkstur er við at
verða skaptur, tí skal annað
og meiri til, fyri at venda
gongdini.
Neyðugt við
bindandi avtalu
Í hesum sambandi snýr tað
seg um at finna útav, í hvørj
um vinnum tað ber til at
skapa vøkstur. Men tað er
eisini neyðugt at allir partar
avtala, hvussu vit skulu
menna hesar vinnurnar.
Tað er júst endamálið við
eini vakstraravtalu, at allir
partar binda seg til at seta
tey tiltøk í verk, sum semja
er fingin um.
- Tað eru nógvar kanning
ar og frágreiðingar skrivaðar
um støðuna í Suðuroy og
tað er onki endamál í at
skriva eina afturat.
- Nú ræður um at leggja
eina miðvísa ætlan og enda
málið við eini vakstraravtalu
er ikki at veita kreppuhjálp.
Hinvegin líkjast tey 10
boðini,
sum
landsstýrið
kom við á sinni, eini kreppu
hjálp, sum kundi loyst ein
bráðkoman trupulleika.
Men tað, sum er avbjóð
ingin, er at finna langtíðar
loysnir, sum kunnu venda
skeivu gongdini.
Í hesum sambandi halda
teir báðir serfrøðingarnir, at
besti framferðarháttur er at
finna nøkur vinnulig tyssi,
sum tað er vert at leggja
dent á.
- Ì hesum sambandi skulu
vit finna tey vinnuligi tyssi,
har vit halda, at møguleikin
er størstur fyri at skapa
vøkstur í nýggjum størv
um.
Kommunurnar í Suðuroy
hava samtykt at fara undir
hesa ætlanina. Í fyrstu
atløgu settu kommunurnar í
Suðuroy og landskassin
250.000 krónur av í part til
at kanna, hvørji vinnulig
tyssi, vit skulu leggja okk
um eftir at menna í Suður
oy.
- Ætlanin var so, at hesar
500.000 krónur skulu brúk
ast til at kanna eftir, hvørjar
vakstrarvinnur kunnu koma
upp á tal í Suðuroy.
Hetta er ein tilgongd, har
endamálið er, at bæði vinnu
lív og politikarar í Løgtingi
og í kommununum frá
fyrsta degi, verða við á
kanningarferðum og eru
við til at finna útav, hvørji
vinnulig tyssi, dentur skal
leggjast á.
- Fyri hesar 500.000 krón
urnar, skulu vit hava funnið
nøkur hóskandi, vinnulig
tyssi og allir partar skulu
hava undirskrivað eina av
talu um at seta hesi tyssini í
verk.
Teir báðir siga, at sostatt
er tað misskilt, tá ið politik
arar siga, at vit skulu fyrst
gera eina kanning og síðani
skulu politikarar og vinnu
lívsfólk meta um kanningina
og semjast um at seta hana
í verk.
Ein sólskinssøga
Teir báðir siga, at slíkar
vakstraravtalur eru gjørdar
aðrastaðni, og summastaðni
hava tær eydnast avbera
væl.
- Okkara arbeiði er at
kanna eftir úti um heimi
fyri at vita, hvussu slíkar
avtalur hava eydnast aðra
staðni.
T
á ein vakstraravtala verður gjørd fyri at skapa búskaparvøkstur í
einum øki, er privata initiativið avgerandi. Ein vakstraravtala
tekur tí støði í, at privata vinnan skal hava ein sentralan leiklut í
avtaluni. Longu frá byrjan av skal privata vinnan tí uppí leikin og vera
við til at forma avtaluna, soleiðis at hon finnur sín leiklut í avtaluni. Á
sama hátt skulu møguligar útlendskar fyritøkur eisini vera við í avtaluni
og mugu tí eisini vera við frá byrjan av.
Tað eru sostatt nógvir partar í eini vakstraravtalu, men teir mest
týdningarmestu partarnir eru kommunurnar og landið. Skal ein vakstrar
avtala kunna gera nakran veruligan mun, krevst ein sterkur vilja frá
landi og kommunum.
(Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur um vakstraravtalur)
H
esi øki (Suðuroy og Sandoy, blaðm) eru í
bygnaðarligum trupulleikum - tað kunnu
vit øll verða samd um. Men at gera økini til
kreppurakt øki er ikki rætt! Tí mæli eg...... øllum til
at handfara hesar trupulleikar sum bygnaðarligar
avbjóðingar og ikki sum eina kreppustøðu.
(Jóannes Eidesgaard, løgmaður, í svari upp á fyrispurning frá Óla
Breckman í august 2005)
Nógv arbeiði í Suðuroy fær