Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnusíðurnar Nr. 92 - 15. mai 2007 Sjálvir hava teir gjørt nokk so fitt av kanningum av sínum eintingum, tá ið teir hava verið uttanlands, so hóast nógvar kanningar eru eftir at gera, hava teir eina hampiliga greiða mynd av, hvussu ein slík vakst­ raravtala kann formast. Ì hesum sambandi er vakst­ raravtalan, sum varð gjørd í Oulu í Finnlandi, ein klass­ isk sólksinssøga. - - Oulu var eitt øki í aftur­gongd. Timb­urídnaðurin var høvuðs­ vinnan í økinum, men tað tímdu tey ungu ikki at fáast við og fluttu tískil burtur. - Í so máta líkist tað støð­ uni í Suðuroy. Her er flaka­ vinnan høvuðvinnan, men tað tímir ungdómurin ikki og flytir burtur at fáa sær úbúgving, og so er onki at koma heimaftur til. - Men í Oulu gingu allir partar saman um eina vakst­ raravtalu, har eitt vinnuligt tyssi, tey samdust um at leggja seg eftir at menna, var elektronikkur. Burtur úr teirri avtaluni spratt fyritøkan Nokia, sum í dag er ein heimsumfatandi risi á sínum øki. - Varð ein vakstraravtala ikki gjørd fyri Oulu í 1986, hevði Nokia aldrin verið sett á stovn og, hvønn týdn­ ing, Nokia hevur fyri vinnu­ lívið í Finnlandi, er óneyð­ ugt at tosa so leingi um. - Í dag er Oulu ein kraft­ miðdepil í Finnlandi og har eydnaðist hendan vakstrar­ avtalan so væl, at síðani eru fleiri slíkar avtalur gjørdar. Trý mistøk Eisini aðrastaðni eru slíkar vakstraravtalaður væleydn­ að­ar, men summastaðni hev­ ur tað hepnast minni væl. Og teir báðir siga, at tað eru tríggjar høvuðsorsøkir til tað. Tann fyrsta er, at dentur verður lagdur á skeiv vinnu­ tyssi og tí hevur tað alstóran týdning at gera sær stóran ómak at velja tey røttu tyss­ ini. Í Oulu í Finnlandi, av­tal­ aðu tey at leggja dent á elektronikk, har tað kanska ikki er meiri enn eitt ella tvey ár, frá tí at eitt hugskot verður fostrað, til úrslitið sæst. Innan biotøkni ganga hin­ vegin mangan 8-10 ár frá hugskoti til veruleika og tað er ein trupulleiki í hes­ um sambandi. Hetta vóru tvey dømi, sum vísa, hvussu stóran týdn­­ing tað hevur at satsa rætt og at velja tey røttu tyss­ini, sum knunu setast í verk innanfyri tað áramál, sum vakstraravtalan fevnir um. Annar trupulleikin er at velja røttu fólkini at standa fyri. Tað riggar ikki at seta akademikarar at stýra gongd­ini, tí akademikarar eru ikki entreprenørar og duga tí ikki at skipa fyri vinnu­ligari menning. Triði trupulleikin er, at partarnir í málinum ikki skilja týdningin av eini vakst­raravtalu. - Tað nyttar ikki at týða vakstraravtaluna úr Oulu til føroyskt og royna at seta hana í verk fyri Suðuroy. Tað er líka høpisleyst sum at seta eina danska lóg i gildi í Føroyum um, hvussu sirkusfílar skulu røktast. Magni Laksafoss og Jógv­ an Mørkøre siga, at tað er heilt týðiligt, at í Føroyum hevur landsstýrið ikki fatað, hvat hetta gongur út upp á. - Og tað ringasta, sum kann henda, er at seta eina vakstraravtalu í verk, sum mis­eydnast. Er ikki ein greið fatan og ein greiður vilji til at seta hana í verk, er ein avtala deyðadømd í føðingini. Og so er betri, at onki verður gjørt, tí verður ein ætlan, sett í verk, sum miseydnast, fer tað bara at forða fyri, at nakað annað verður gjørt og tað vildi ver­ ið ein vanlukka fyri Suður­ oy. - Tá er betri, at allir partar spara sær ómakin og peng­ arnar. Skal ikki nógv til Eitt, sum er vanligt at hoyra, er, at nú eru so stórar útbyggingar framdar í Suð­ ur­oy, at nú eiga pengarnir at verða brúktir aðrastaðni? Tað er rætt, at nógvur pen­ ingur er brúktir til at út­byggja samferðsluna í Suð­ur­oy og annað. Men her tosa vit um at brúka pening til at menna vinnulig tiltøk. Og tað er ikki so nógv, sum skal til, tí í hesum føri er talan um, at Løgtingið skal seta átta milliónir av í fimm ár, til eina vakstraravtalu fyri Suðuroy. - Upphæddin er eitt, men fyri vinnulívið hevur signal­ virðið í, at land og komm­ unur eru við í einum slíkum menningararbeiði, minst líka stóran týdning - Tað verða hvørki vegir, havnir ella nýggjur Smyril, sum føra Suðuroy fram í 21. øld. - Fyri at menna oynna krevst, at gomul vanahugsan verður slept um, at vegir, havnir og gott ferðasamband er bjargingin. Sjálvandi krevst eitt undirsøðukrevið, men skal vøkstur skapast, eru tað aðrar útbyggingar, sum skulu til. Vegir og tunl­ ar eru karmar til tað farandi vinnulívið. Nú ræður um at skapa undirstøðukervi og karmar til tað nýggja vinnu­ lívið og tað eru hesar karm­ arnar, vit skulu finna og út­ greina. Teir leggja afturat, at roynd­irnar aðrastaðni eru, at skulu vakstrarvinnur skap­ast, krevst neyvt sam­ spæl ímillum kommunur, land, vinnulív, ráðgevarar, menningarstovur, lærdar háskúlar. ´- Men í Føroyum hava politikarar bara eina loysn og tað er at teir skulu skapa karmar, so skal vinnan klára rest og so má vinnan finna útav, um tað er vert at gera íløgur í Suðuroy. - Men tað er beinleiðis bláoygt at vænta, at vøkstur kemur av sær sjálvum, bara politikarar skapa karmar, siga Jógvan Mørkøre og Magni Laksafoss. Á býráðsfundi á Tvøroyri í farnu viku, varð ført fram, at ein fortreyt frá tykkum fyri at fara undir eina vakst­ raravtala, er, at øll Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu. Sostatt dugdu býráðslimir ikki at síggja endamálið í at fara víðari við ætlanini, tí tað fæst ikki semja um at leggja oynna saman í eina kommunu? - Vit hava ongantíð sett slíka treyt. Tvørturímóti hava vit sagt, at kanska kann eitt væleydnað sam­ starv slóðað fyri eini saman­ legging við at beina fyri tí illvilja og sínámillum mis­ áliti, ið mangan kemur til sjóndar, siga Jógvan Mørk­ øre og Magni Laksafoss. Í 2004 avtala gjørd í Íslandi, har Vinnumálaráðið, Akureyrar Kommuna, Eyafjarða Ídnaðar­ menningarfelag, Bygdastofnun, Hægri háskúlin í Akureyri, Ídnaðarmenningarstovnurin, Eyafjarðar Samstarvsfelag, Norðurlands Búskaparvirksemisstovan, fakfeløg í økinum og Útflutn­ingsráð Íslands gingu saman um eina avtalu fyri fýra ár. Endamálið var at økið skuldi aftur gerast eitt áhugavert búsetingaralternativ til høvuðs­ staðarøkið og íbúgvatalið skuldi fáast at vaksa aftur, kappingarførið skuldi betrast, so vøkstur aftur fekst í búskapin, arbeiðsmegin skuldi mennast og økjast skuldi um virki og størv í kappingargreinum, dentur skuldi leggjast á altjóða verkætlanir og at fáa útlendskar íløgur og vitan til økið. Í Eyjafjarðar avtaluni varð avrátt, at savna orkuna um at menna seg í fýra tyssum og har valdu tey útbúgving og gransking, heilsuarbeiði, ferðavinnu og matframleiðslu. (Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur um vakstraravtalur) politikarar at sovna Framtíðin kemur av sær sjálvari, men tað ger vøkstur ikki. Suðuroy er í einum ringari ringrás, men skal gongdin vendast, krevst nógv meiri enn at arbeiði er til allar hendur, sum tað er í løtuni, siga Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur og Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur