Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 vinnusíðurnar Nr. 92 - 15. mai 2007 Fleiri oljufeløg, sum ikki eru við í oljuleit­ ing við Føroyar í dag, vísa nú áhuga fyri at vera við í leitingini komandi árini. Jarð­ feingi hevur fingið fleiri fyrispurningar um komandi triðju útbjóðing og hetta heldur stjórin har vera eitt gott tekin Oljutilgongdin Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað sær ikki mætari út enn, at fleiri altjóða oljufeløg, sum ikki í løtuni eru virkin í oljuleitingini við Føroyar, nú standa og banka uppá dyrn­ar hjá okkara oljuum­sit­ ing, Jarðfeingi. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri sær hesa positivu gongd sum eitt tek­ in um, at áhugi framvegis er fyri at gera íløgur í olju­ leiting við Føroyar. Hann sig­ur, at tey hava fingið fleiri fyrispurningar frá olju­ feløgum og her eisini fe­løg­ um, sum ikki hava loyvi her, um komandi 3. útbjóð­ ing. Her er talan um áhuga­ verd feløg váttar hann. Tó vil hann ikki upplýsa nøvn. 3. útbjóðing er sett til at vera í byrjanini av seinasta ársfjórðingi í ár. Men innan ta tíð skal uppskot til eina nýggja útbjóðing leggjast fyri tingið. Hetta verður vænt­andi í ólavsøkuting­ setuni. Men frammanundan skal fyrisitingin taka upp dialog við ymsar felags­ skapir og stovnar, sum vara av fiskivinnu, umhvørvi, náttúru annars oø. Soleiðis at ein komandi útbjóðing ikki fer at nerva aðra vinnu og umhvørvi. Atgongd til data At oljufeløg longu nú koma við fyrispurningum um kom­­­andi útbjóðing sær stjór­in á Jarðfeingi sum sera positivt. Tey eru sera áhug­að í at fáa data og upp­ lýsingar frá seismiskum og - Tað er altíð óheppið fyri eitt øki sum okkara, at brunnar verða útsettir, tí vit hava áhuga í at fáa so nógva vitan um undirgrundina sum til ber og so skjótt sum gjørligt Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hetta sigur stjórin í Jarð­ feingi, Sigurð í Jákupsstovu, nú tað hevur verið gitt, at boringin hjá BP í summar, møguliga fór at verða útsett til seinni í ár ella til í næsta ár, nú boripallurin helst verð­ur seinkaður. Sigurð í Jákupsstovu sigur seg einki hava hoyrt um, at boringin verður útsett, men hetta er so ein spurningur millum fyristøðufelag og felagið, sum eigur boripallin og ikki nakað, sum føroyskir mynd­ ugleikar leggja seg út í. Tað, sum annars liggur fast við boring á land­grunn­ inum, er Williambrunnurin, sum BP ætlar at bora í ár. Síðani hevur ENI sagt seg vilja bora Anne Marie brunn­in í 2008 ella 2009. Higartil hevur verið mett, at hann fór at verða boraður í 2008, men sum skilst, so er rásarúmið kortini longri, soleiðis at hann kann eisini verða boraður í 2009. Oljufelagið Chevron hev­ ur fyrr sagt frá, at tað um­ hugsar at bora ein brunn í sínum 008 loyvi beint við markið í 2008 ella 2009. Sosialurin skilur, at felagið helst fer at skjóta seismikk í økinum longu í summar. So okkurt kundi bent á, at felagið er við til at rigga seg til sína fyrstu boring á føroyska landgrunninum. Tað áliggur so feløgunum, sum fingu loyvi í 2. út­ bjóðing, at gera seismisk­ar kanningar, sum so aftur skulu vera grundarlag und­ ir støðutakan til, um tey vilja bora ella ikki. Sum skilst eru tað eisini seis­ mikk­­feløg, sum eru sinnað til at gera kanningar í summ­ar fyri egna rokning – við vón um at kunna selja upplýsingarnar víðari til olju­feløg, sum hava fingið leitiloyvi. Sær gott út Hóast tað eru gingin meira enn 10 ár síðani, at før­oysk­ ir myndugleikar fóru undir fyrireikingar til at leita eftir olju og gassi á landgrunn­ inum, og vit framvegis ikki hava gjørt nakað lønandi olju­fund, so heldur stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákups­stovu ikki, at nøkur orsøk er til stúran. Hann vísir á, at neyðugt er at brynja seg við toli í hesi bransjuni. – Tað er við at ganga rætta vegin aftur við áhuganum, hóast hetta ikki Altíð óheppið at útseta boring Nýggj oljufeløg áhuga fyri