Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 vinnusíðurnar Nr. 92 - 15. mai 2007 – Vit fylgja sjálvandi við, hvat hendir hinumegin mark­­ið, og tað er greitt, at spurningarnir, sum hava verið frammi í miðlunum í seinastuni, har ein infra­ struk­turur til gassútbygg­ ingar er eitt av uppskotunum, hava okk ara stóra áhuga sigur Sigurð í Jákupsstovu, í eini viðmerking til tíð­ind­ ini um, at bretska stjórnin saman við fleiri stórum oljufeløgum, er í ferð við at leggja eina ætlan fyri fram­ tíðar útbyggingar. Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at fyri framtíðar olju- og gassfund í Føroyum, er tað av alstórum týdningi, at tað longu finst ein útflutn­ings­ leið til gass. Hóast vit gera oljufund, so vil tað altíð vera gass til steðar eisini, og kunnu vit ikk i sleppa av við gassið gjøgnum eina gassleiðingsskipan, so eru vit noydd til at spræna gass­ ið niður aftur í undir­grund­ ina, og tað kann hava nógv­ ar útreiðslur við sær sigur Jarðfeingisstjórin og vísir á, at tað er ikk i loyvt at koyra gassið út í luftina. Sam­anumtikið heldur Sig­ urð í Jákupsstovu, at ein út­bygging í bretskum øki av infrakervi til m.a. gass bøtir um støðuna hjá okk um hyggja vit longur fram í tíð­ ina. kann sammetast við tann áhuga, sum var undan 1. út­ bjóðing. Men eftir tað, sum er hent frá 2001 til 2003, so haldi eg tað gongur tann rætta vegin aftur, eisini um vit taka Brugdubrunnin hjá Statoil við. Tað vistu vit øll var ein sera váðilig boring, men hóast vit ikk i gjørdu eitt oljufund, so fingu vit sera týðandi upplýsingar og vitan frá tí boringini, sum kann koma at stuðla upp­ undir framtíðar leiting sigur Sigurð í Jákupsstovu. Samanumtikið er hann bjartskygdur. Nú ræður um at fáa so nógva nýggja vitan sum gjørligt um okk ara und­ irgrund, samtíðis sum vit øll seta okk ara álit á tað góða arbeiðið, sum verður gjørt eystan fyri markið. Fylgja gongdini eystan fyri markið nýggjari útbjóðing øðrum kanningum, sum eru gjørd í 90-unum og fyrst í ár 2000 – data, sum ikk i longur eru fevnd av lógini um tagnaðarskyldu. Talan er nevniliga um stórar mongd­ir av data, sum nú eru frítt tilgongilig hjá øðrum. Sosialurin skilur frá keldum í oljuídnaðinum, at feløg, sum møguliga liggja framvið og hava áhuga fyri eini komandi útbjóðing kunnu vera onkur av teim­ um heilt stóru so sum ExxonMobile og Total. Bæði hesi feløgini eru virk­ in eystan fyri markið, og tað hevur eisini ljóðað, at tey hava víst áhuga fyri at keypa seg inn í nøkur av verandi loyvum á landgrunn­ inum. Ikki stórar broytingar í loyvistreytum Nú nýggj útbjóðing stendur fyri framman er kortini ikk i ætlanin at gera stórvegis broyt­ingar í sjálvum loyvis­ treytunum. Sigurð í Jákups­ stovu sigur, at tey fara ikk i at broyta treytirnar, sum fylgja við loyvunum, stór­ vegis, tí tær eru góðar sum er. Tær broytingar, sum ætl­ anin er at gera, eru meira praktiskar fyri at gera arbeiðið hjá oljufeløgunum meira smidligt. Onkrar juster­ingar verða so gjørd­ ar. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi hevur vónir um, at fleiri nýggj oljufeløg kunnu koma uppí leitingina á landgrunninum, tá enn ein útbjóðing letur upp í heyst.