týsdagur 15. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 92 - 15. mai 2007
Sk
em
m
a
n
søk
ir h
an
dils
læ
rli
ng
Gerst handilslærlingur hjá okkum
og fá nógvar góðar fyrimunir
Vit bjóða:
• Møguleika fyri altjóða útbúgving
• Spennandi smásøluútbúgving við egnum skúla
• Møguleika fyri arbeiði við stórum avbjóðingum
– bæði í Føroyum og á eini av deildunum í
útlandinum
• Løn sambært galdandi sáttmála hjá S&K
Vit vænta at tú ert:
Samstarvsfús/ur, sjálvstøðug/ur, fyrikomandi,
arbeiðssom/-samur, opin og ikki bangin fyri at
siga tína meining.
Kunning um Skemmuna:
Í Skemmuni starvast 14 fólk. Eisini hevur Skem-
man deildir í hesum londum: Íslandi, Kanada,
Letlandi, Litava og Estlandi. Í hesum londum
lata vit eisini fleiri nýggjar deildir upp á hvørjum
ári. Síðan Skemman byrjaði fyri 20 árum síðan,
eru arbeiðsplássini økt støðugt. Í dag eru umleið
1000 arbeiðspláss tilsamans, á øllum deildunum
í teimum 7 londunum.
Skúlagongd:
Skúlagongdin fer fram í Danmark. Gjøgnum
samstarvið við Jysk, fáa okkara lærlingar loyvi
at koma á Jysk skúlan í Norður-Jútlandi, og tí
fáa teir ein nógv størri fakligan kunnleika um
okkara vørur, enn ein fær gjøgnum eina vanliga
handilsútbúgving. Skúlin er góðkendur av al-
mennu myndugleikunum.
Krøv:
Fyri at gerast lærlingur í Skemmuni krevst
FHS-útbúgving ella onnur miðnámsútbúgving.
Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga
umsókn – í seinsasta lagi 1. juni 2007 – til:
SKEMMAN
Staravegur 7 · Postboks 3278 · 110 Tórshavn
ella á teldupost: skemman@skemman.fo
Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja
315588 og spyrja eftir Dan.
Í D N A Ð A R L A B O R A N T U R
Søkt verður eftir ídnaðarlaboranti til starvsstovu
okkara at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri
avtalu.
Starvið er eitt fulltíðar farloyvisstarv í 1 ár við
møguleika fyri føstum starvi.
Starvið umfatar m.a. rávørueftirlit, eftirlit av
lidnari vøru, framleiðslu av reagensum og
viðlíkahald av GMP góðskuskipanini.
Løn sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Føroya Landstýri.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Eyðhild Fuglø á tlf. 34 11 00.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og
møguligum viðmælum skal verða okkum í hendi
í seinasta lagi 3. juni 2007.
TJALDURS APOTEK
R.C. Effersøesgøta 31
Postboks 3010
110 Tórshavn
www.apotek.fo