Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 92 - 15. mai 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Símun skoraði sigursmálið Keflavík vann í gjárkvøldið 2-1 í fyrsta umfari í hesum kappingar­ árinum, tá ið teir spældu á útivølli ímóti KR Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einasti føroyski spæl­ arin í íslendskum fót­ bólti, Símun Samuel­sen, var í brenni­dep­linum, tá Keflavík mána­kvøldið spældi fyrsta lands­ kappingardystin í ár. Símun var á vøllinum til tað restaðu tveir minuttir, tá ið Keflavík spældi á útivølli í vest­ urbýnum í Reykjavík ímóti KR. Úrslitið var 2-1 til Keflavík. Símun Samu­ elsen skoraði í 62. min­ utti seinna málið hjá Keflavík. Hann økti til 2-0, eftir at Keflavík seks minuttir undan steðginum hevði skorað fyrsta málið við brots­ sparki. Símun var á miðvølli­ num í vinstru. Málið skoraði hann eftir inn­ legg úr høgru. Sjey minuttir undan leikloki minkaði KR um munin. Tað eydnaðist kortini Keflavík at halda tørn og at fara til hús við øllum stigunum. Hini úrslitini í fyrsta umfari: ÍA-FH 2-3, Valur-Fram 1-1, Breiðablik-Fylkir 0- 1, Víkingur-HK 0-0 og KR-Keflavík 1-2. Sunnudagin skal Kef­ lavík spæla á heimavølli ímóti FH, sum seinastu árini hevur verið stinn­ asta felagið í Íslandi. – Fyrst og fremst, so høvdu vit nógv meira at spæla fyri Jákup á Borg, HB Kramer-Mikkelksen skal selja Fremad Amager Fyrrverandi borgar­ stjórin í Keypmanna­ havn og núverandi Ørestad-stjórin, Jens Kramer Mikkelsen, verður gestarøðari, tá Fremad Amager í heyst hevur tiltak fyri føroysku sponsorum sínum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fremad Amager er spaku­ liga farið í holt við at selja sponsor-pakkar í Føroyum. Og stórur dentur er lagdur á, at geva føroysku stuðl­ unum nakað aftur fyri peningin. Fyri upphæddir millum 12.500 og 150.000 kr. er Fremad Amager farið í holt við at selja sonevnda Team Føroyar Business Club. Hetta er liður í miðvísa arbeiðinum at styrkja fíggj­ arliga grundarlagið undir felagnum, ið eisini í ávísan mun skal virka sum klek­ ingardepil fyri føroyskar spælarar. Hóast upphæddirnar kunnu tykjast stórur fyri summi, so er stórur dentur lagdur á, at fyritøkurnar, sum gerast partur av hesum, eisini fáa valuta fyri gjaldið. Bæði í pro­ fileringini, sum sjálvsagt er í einum sponsorati, men eisini við at hava serstøk tiltøk. Størsta tiltakið í so máta verður í Føroyum í heyst, har fyrrverandi borgar­ stjórin í Keypmannahavn, Jens Kramer Mikkelsen, verður gestarøðari. Í aðrar mátar er sjálvandi munur á innihaldinum í pakkunum. Minstu pakk­ arnir innihalda tvey at­ gongumerki – íroknað flogferð – til dystir hjá Fremad Amager, tvey at­ gongumerki til tiltakið í havn, umrøðu á internet- tilfari og høvi at hitta vinnulívsfólk í danska business club hjá Fremad Amager. Stóri pakkin, sum verður nevndur Platin, inniheldur bandalýsingar, lýsingar í leikskrá, lýsingar í donskum og føroyskum miðlum og dystarsponsorat, umframt at atgongumerkini til dystir og tiltakið tá eru 10 í tali. Sum skilst, so er gongd spakuliga komin á sølu­ arbeiðið, og fleiri fyritøkur hava longu sýnt sponsor- pakkunum stóran áhuga. Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg besti í 9. umfarinum av Formula-kappingini Formula-liðið Fyrrverandi borgarstjórin í Keypmannahavn, Jens Kramer Mikkelsen, verður gestarøðari á kvøldinum, sum verður fyriskipað fyri føroyska business-club hjá Fremad Amager Mynd: Polfoto