týsdagur 15. mai 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Aalborg er størsti býurin í
Norðurjútlandi, og har er
nógv at fara til fyri alla
familjuna. Miðbýurin er
spennandi fyri tey vaksnu
við nógvum handlum,
kaffistovum, matstovum
og stórum sølumiðstøðum,
meðan børnini kunnu
gleða seg til m.a. tivoli og
Aalborg Zoo
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Summarið er í hondum, og fólk
gera seg til reiðar at pakka ferða
taskurnar, fáa passini til vega og
leita eftir rætta ferðamálinum.
Nøkur ferðast í Føroyum, onnur
leita sær burtur í onnur lond at
ferðast. Uttan mun til, hvagar leið
in gongur, so munnu flest øll
gleða seg til ljósu, fjálgu árstíð
ina.
Seinastu árini hava nógvir føroy
ingar lagt leiðina til heitu londini
í Suðureuropa, men annars hevur
tað verið rættiliga vanligt at vitja í
Danmørk, kanska serliga í Jút
landi, sum á mangan hátt minnir
um Føroyar.
Ein av áhugaverdu býunum í
Jútlandi er Aalborg, sum við sín
um 160.000 íbúgvum er næst
størsti býurin í Jútlandi. Aalborg
er ein stórbyur, samstundis sum
hann kann tykjast at vera rættiliga
hugnaligur, lítil og lættur at ferð
ast í. Hóast býurin er fjórðstørsti
býurin í Danmark og hevur næstan
fýra ferðir so nógvar íbúgvar sum
Føroyar, so er tað lætt at finna
runt í sjálvum miðbýnum við
teimum mongu, smølu gongugøtu
num. Handlar, kaffistovur, mat
stovur, kioskir og stórar sølumið
støðir eru eftir allari
gøtuni, so ikki er neyð
ugt at keða teg, fert tú
ein tú eftir gongugøt
unum. Har er nógv at
hyggja at – eisini um
handlarnir ikki lokka.
Oman frá gongugøt
uni er kenda gøtan,
Jomfru Ane Gade.
við sínum hugnaligu
útimatstovum
og
vertshúsum. Ein gøta,
har lív er í, bæði dag
og nátt.
Tivoli – fyri
alla familjuna
Í Aalborg er eitt av størstu stutt
leikastøðum í Danmark, nevniliga
Tivoli Korolinelund. Hóast talan
er um nógv minni tivoli enn tað í
Keymannahavn, bæði í vídd og
við aktivitetum, so er Tivoli Karo
linelund í Aalborg eitt stað, har
bæði vaksin og børn kunnu hugna
og stuttleika sær ein góðan summ
ardag. Umframt aktivitetir, sum
er vanligir í einum tivoli, so hevur
Aalborg Tivoli eisini tann væl
umtókta rutsjibanan,
nevndur Boomerang
urin, sum kann fáa
sjálvt tann, sum torir
best, at rista í knøu
num.
Fyri kortum kom
45 metra høga tornið,
sum vitjandi kunnu
fara uppí. Til ber at
njóta góða útsýnið yv
ir býin, men tað man
fáur kunna í hesi
hædd uttan á torni
num, tí tú situr har
uppi eina stutta løtu,
sum tykist vera fleiri
minuttir og veitst, at um eina løtu
fert tú við fullari ferð niðuraftur.
Hóast tornið ikki er so høgt sum
tornið í Keypmannahavn, so man
tað vera nóg høgt fyri flestu fólk.
Í tivoli eru matstovur, bæði úti
og inni, umframt ein hópin av ís
kioskum, kaffistovum og grillstøð
um. Eitt frálíkt stað fyri bæði
barnafamiljur og ungdóm.
Aalborg Zoo
Eitt annað vælumtøkt ferðamál í
Aalborg er Aalborg Zoo. Aalborg
Zoo liggur nær miðbýnum og hev
ur opið alt árið. Til ber at njóta
hugnaliga umhvørvið, hyggja eft
ir teimum 1200 djórunum, ið har
er, seta seg inn á onkra av mat
stovunum ella bert ganga og
hugna sær í vøkru lundini.
Djóragarðurin er sera væl um
tóktur av barnafamiljum, kanska
serliga orsakað av lítla húsdjóra
garðinum við geitum, lombum og
øðrum húsdjórum. Børnini fáa
her høvi at fara inn í lítla djóra
garðin og vera millum djórini.
Skúlaflokkar, ið vitja í Aalborg,
kunnu eisini fáa rættiliga góða
undirvísing um djór inni í sjálvum
djóragarðinum. Aalborg Zoo bjóð
ar nevniliga skúlaflokkum undir
vísing um tey ymisku djórasløgini,
og her er talan um alt frá eitur
koppum og slangum til tey heilt
stóru súgdjórini. Flokkar kunnu
biðja um at fáa undirvísing innan
júst tey djórasløg, tey hava áhuga
í.
Til ber at lesa meira um ferðmál
í Aalborg og Norðurjútlandi í
komandi bløðunum hesa vikuna.
Aalborg:
Ein frítíðarbýur í Norðurjútlandi
Tivoli Karolinelund er ein stuttleikalund í Aalborg, har bæði vaksin og børn kunnu hugna og stuttleika sær ein góaðn
summardag
Boomerangurin í Tivoli Karolinelund kann fáa sjálvt tann, sum
torir best, at rista í knøunum.
Puntur nummar 7 av 23