Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-15, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 15. mai 2007 summarkapping 48 Navn: Eli Hentze Bústaður: Sandur Aldur: 37 Starv: Lærari í skúlanum á Sandi Frítíðarítriv: Eg geri nógv við ítrótt, og annars dámar mær sera væl at lesa. Nær fært tú summarfrí í ár? Eg fái Summarfrí, tá síðsti formuladysturin er spældur undan steðginum. Eg skal tó til Aberdeen við U-15 landsliðnum mitt í juli, so summar­frítíðin byrjar ikki rættiliga fyrrenn eg komi heim aftur haðani. Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg ætli mær ein túr til Skottlands við familjuni í eini 10 dagar. Hví hevur tú valt at fara til júst Skotland? Vit hava trý børn, og vit vilja ikki hava tað alt ov heitt, tá vit fara at ferðast. Staðið í Skotlandi tykist vera ógvuliga barnavinarligt, samstundis sum Norðurskottland hevur eina sera vakra náttúru, so hetta passaði okkum útmerkað væl. Vit hava eisini verið í Skotlandi fyrr, og vit dámdu væl at vera har. Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Ja, vit plaga at vera uttanlands javnan. Vit leggja ofta summarfrítíðina eftir børnunum, og Danmark er eitt fram úr barnavinarligt land at ferðast í. Har­aftur­at hava vit familju í Danmark, sum vit plaga at vitja. Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Vit hava ikki ferðast nógv í Føroyum sum familju, men í mínum starvi sum lærari havi eg ferðast nógv kring landið. Ferðast tú hinar árstíðirnar? Eg eri onkuntíð uttanlands í arbeiðsørindum við sjónvarpinum, men tá eg skal ferðast við familjuni, er tað oftast um summarið. Hvat er títt dreymaferðamál? Eg vildi fegin sloppið til Ísrael ella Brasilia. Harafturat kundi eg gott hugsa mær at sloppið ein túr til Namibia. Til Skotlands við familjuni So langt burtur, og tó so nær ... Tel. 42 31 71 Fartel. 21 15 90 info@gjaargardur.fo www.gjaargardur.fo GJÁARGARÐUR Guesthouse of Gjógv r e p r o z Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. www.hogv.fo VÁRIÐ er komið SMS SHOPPING - kom við TÓRUNN, TURIÐ og MARITU á shoppingtúr BRÚKARA RÆTTUR Okkara løgfrøðingur svarar spurningum! PROFILAR • Mixa merkini í Klivanum • Rit & Rák fær nýggja innrætting • Klokkan við øllum smúkkunum SMS BLAÐIÐ APRÍL - JUNI 2007 Italsk vika í SMS - italskt toy, matur, tónleikur, kaffi, brillur, bøkur og nógv, nógv meira… Lesið nýggjasta SMS-blaðið! Eli Hentze er javnan uttanlands við familjuna, og í ár fara hann og familjan ein túr til Skottlands í einar 10 dagar