týsdagur 15. mai 2007síða 50
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 15. mai 2007
50
summarkapping
Navn: Jákup á Borg
Bústaður: Viljormsgøta 2 í Hoyvík
Aldur: 27
Starv: Stjóri í Bilrøkt
Frítíðarítriv: Familjan, fótbólturin og
hundurin
Nær fært tú summarfrí í ár?
Vit skulu spæla Evropa Cup í fótbólti, og
hetta liggur beint í summarfrítíðini, so har
verður neyvan nøkur tíð til at halda
summarfrítíð.
Hvussu fert tú annars at halda
summarfrítíðina?
Eg eri akkurát fluttur inn í nýggj hús, so har
er nokk at takast við.
Plagar tú at ferðast uttanlands um
summarið?
Ja, vit hava verið næstan hvørt ár
uttanlands. Vit vóru ein túr á Grand Canaria
um heystið í fjør, og hetta ætli eg mær at
royna aftur. Eg vænti tó at halda
summarfrítíð í Føroyum í ár, men kanska eg
fari uttanlands eftir fótbóltskappingina.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um
summarið?
Nei, eg ferðist alt ov lítið í Føroyum. Nú
hevur man hoyrt so nógv um at ferðast í
Føroyum í samband við SamVit, so hetta
ætli eg at gera meir við.
Hvat er títt dreymaferðamál?
Einki slær eitt hotel sum Hilton í
Keypmannahavn, so har fari eg altíð, um eg
skal ferðast víðari. Annars var eg við
landsliðnum í USA í fjør, og hetta dámdi
mær ótrúliga væl. Har kundi eg gott hugsa
mær at fari aftur.
Jákup vil aftur til USA
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Jakkar, buksur
og T-shirt
Jakki 599,-
Dr. Jakobsensgøta 21
Tel 31 53 15
Buksur 399,-
7 9 6 H ú s a r
Te l 2 2 2 0 6 0
w w w. v i l j i n . c o m
V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m
KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv
• Bátur til 12 fólk
• Skipaðir túrar
• Leigutúrar
• Fiskitúrar
Viljin Tours
31 7
9 13
Dr. Jakobsensg. 12
FO-100 Tórshavn
njac@kallnet.fo
Vit taka okkum m.a. av
• passmyndum
• digitalum myndum
• allari myndaviðgerð
• sølu av digitalum myndatólum
• sølu av DVD video upptøkutólum
Jákup á Borg ætlar sær
møguliga ein suðureftir
við familjuni í heyst
eftir fótbóltskappingina.
Harafturat kundi hann
hugsa sær at sloppið ein
túr aftur til USA