mikudagur 16. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 93 - 16. mai 2007
Monrad Dalbúð,
skipari, heldur, at
kunnu føroyskir
myndugleikar gera
FAS-skipanina
uppaftur betri og enn
meira attraktiva, er
hugsandi, at føroyski
skipaflotin í frálanda
vinnuni fer at veksa
uppaftur meira. - Tað
eru bara føroyingar,
sum sigla við
skipunum hjá Team
Beredskab Sp/f, og
hesi bæði seinastu
skipini geva arbeiði
til 42 føroyingar
Frálandavinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagið Team Beredskab
Sp/f eigur sambært føroyska
Skipalistanum
standby-
skipini, Strilhauk og Sup
porter. Útgerðarmaður er
Torleivur M. Mikkelsen, ið
vit kenna frá felagnum Thor
Shipping.
Hesi skipini hava heim
stað í Havn og sigla undir
føroyskum flaggi. Tað eru
føroyingar,
sum
manna
Strilhauk og Supporter.
Hetta er eftir øllum at
døma ein sera áhugaverd
tíð hjá føroyingum í frá
landavinnuni, og líkt er til,
at FAS-skipaskrásetingin í
Føroyum stendur seg væl -
ja, so væl, at eitt nú norð
menn eru farnir at hyggja at
føroysku skipanini.
Fleiri skip
Føroyska reiðaríið mennist
í hvørjum og fjølgar um
frálandaflotan.
Í gjár klokkan 15 kom
enn eitt skip undir føroyskt
flagg, og í komandi viku
kemur tað fjórða í røðini.
Hesi bæði seinnu eru mun
andi størri enn tey bæði
fyrru.
Skipið, sum kom undir
føroyskt flagg í gjár, eitur
Prosper. Gamla navnið er
Normand Prosper, og nú
skipið er undir føroyskum
flaggi er so bara Prosper-
navnið eftir.
Í morgun hevði Sosialurin
maskinmeistaran, Vilhelm
Nielsen, í telefonini, og tá
eydnaðist okkum eisini at
fáa fatur á skiparanum,
Monrad Dalbúð, ið er
vágbingur, sum býr í Runa
vík.
- Eg og skiparin hava
verið her yviri í eina viku,
og nú veittrar føroyska
Merkið í mastrini á Prosper,
sigur Vilhelm Nielsen.
Mánadagin í komandi
viku kemur so eisini Ranger
undir føroyskt flagg, og
ætlandi fer yvirtøkan fram í
Haugesund.
Hesi bæði skipini fara í
vinnu sum standby-skip,
men hava eisini møguleikar
at gera supply-uppgávur.
Vit kunnu siga, at skipini
soleiðis eru kombinerað
standby og supply-skip.
Spennandi tíð
- Hetta er triðja skipið í
røðini, ið eg sum skipari
fyri Team Beredskab Sp/f
havi verið við til at flagga
undir føroyskt flagg í tvey
ár. So, hetta er ein heilt
ótrúliga spennandi tíð hjá
reiðarínum, okkum sum
sigla við hesum skipum og
hjá føroyskari frálandavinnu
sum heild, sigur skiparin,
Monrad Dalbúð.
Skiparin vísir á, at Pros
per er slakar 80 metrar
langur og slakar 15 metrar
breiður, og tískil er hetta
størsta skipið hjá føroyska
reiðarínum, Team Bered
skab Sp/f.
- Ranger, sum kemur
undir føroyskt flagg mána
dagin, er slakar 70 metrar
langur og einar 14 metrar
breiður, leggur Monrad Dal
búð aftrat.
Hann sigur, at Prosper,
sum hevur tveir 4.000 hk.
motorar, er væl útgjørdur
við eitt nú sonevndu FIFI1-
Tvey frálandaskip aftra
Prosper, sum hevur tveir 4.000
hk. motorar, er væl útgjørdur
við eitt nú sonevndu FIFI1-
skipanini, ið kann sløkkja
velduga stórar eldar
Norskur tjóðardagur haldast í Føroyum
Í morgin 17. mai fara føroyingar og norðmenn í Føroyum at hátíðarhalda
norska tjóðardagin. Hátíðarhaldið verður í Sjónleikarhúsinum í Havn. Byrjað
verður kl. 17. Tá fer Hanus G. Johansen at syngja vísur eftir Jakob Sande frá
fløguni »Frå leddiken«, sum hevur fingið sera góð ummæli í Noregi. Aftaná
verða pylsur og sodavatn til børnini, meðan tey vaksnu fáa ein drekkamunn
og køkur. Skipað verður fyri onkrum spæli fyri børnini uttanfyri, um veðrið
verður til vildar. Tað er Føroyskt Norskt Felag, sum skipar fyri tiltakinu, ið
kostar 100 krónur fyri vaksin, men er ókeypis fyri børnini. Øll eru vælkomin,
siga fyrireikararnir.