mikudagur 16. mai 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2007
17
tíðindi
skipanini, ið kann sløkkja
velduga stórar eldar. Skipið
kann eisini nýtast sum
sleipibátur og hevur eitt
seðlatrekk upp á 160 tons.
- Skipið er eisini útgjørt
og hevur sertifikat til at
taka sær av nógvum skips
brotnum, um vit skuldu
komið í eina slíka støðu.
Monrad sigur, at Prosper
soleiðis kann taka 200
skipsbrotin fólk umborð á
eitt slag av sjúkrahúsi.
- Eg havi verið við í hesi
tilgongdini at flagga skipini
til føroyskt flagg, og eg fari
at sigla sum fastur skipari
við hesum higartil størsta
skipinum, sigur hann.
Prosper, sum í fyrsta lagi
fer at sigla sum standby-
skip, kann eisini loysa allar
supply-uppgávur.
- Vit hava eitt afturdekk,
sum er stívliga 600 fermet
rar stórt. Hetta svarar til eitt
rímiliga stórt grundøki til
eini sethús, sigur skiparin.
Sosialurin
hevur
ikki
fingið at vitað neyva prísin
fyri Prosper, men sum skilst
liggur hann um 50 miljónir
krónur.
Skiparin er sera væl nøgd
ur við felagið Team Bered
skab Sp/f, og hann heldur
nógv um Torleif Mikkelsen
sum »primus motor« í teirri
tilgongd, sum verið hevur.
- Eg havi havt nógv við
Torleif at gera seinastu
árini, og eg haldi, at hann
hevur verið rættiliga óførur
og framsýggin, sigur Mon
rad.
Áhugaverd tilgongd
Skiparin dylur ikki, at tað
er FAS-skipanin í Føroyum,
sum ger tað møguligt hjá
føroyskum feløgum at gera
seg galdandi í frálanda
vinnuni.
- Nú eru norskir skipa
eigarar byrjaðir at hyggja
higar til lands fyri síggja,
hvussu føroyska skipanin
er.
Monrad heldur, at kunnu
føroyskir
myndugleikar
gera FAS-skipanina upp
aftur betri og enn meira
attraktiva, er hugsandi, at
føroyski skipaflotin í frá
landavinnuni fer at veksa
uppaftur meira.
- Tað eru bara føroyingar,
sum sigla við skipunum hjá
Team Beredskab Sp/f og
hesi bæði skipini, sum
verða
undir
føroyskum
flaggi aftrat, geva arbeiði til
42 føroyingar.
Hann sigur, at við før
oysku altjóða skipaskrá
setingini er skipanin hon, at
sjálvt um kinverjar eru
umborð á føroyskum skip
um, skulu hesir rinda skatt í
Føroyum.
- Samstarvið við norð
menn er sera gott, og vit
hava fingið at vita, at før
oysk sjófólk ikki á nakran
hátt standa aftanfyri norsk
sjófólk.
Góðar umstøður
Monrad ivast onga løtu í, at
frálandavirksemið, sum før
oyingar nú sita á - og sum
væntandi fer at mennast
komandi árini, kann koma
at fáa stóran týdning í eini
møguligari føroyskari olju
vinnu.
- Vit hava góðar umstøður
og góða hýru, eru 28 dagar
úti og 28 dagar heima, og
fáa hýru alla tíðina.
Skiparin sigur, at Team
Beredskab Sp/f hevur havt
nógvar uppgávur fyri Stat
oil, men okkurt av teimum
báðum fyrru skipunum hev
ur eisini havt aðrar upp
gávur.
- Supporter hevur arbeitt
fast fyri Statoil, og tað fer
Prosper eisini at gera - í
hvussu er fyribils, sigur
Monrad Dalbúð, skipari.
at undir føroyskt flagg
- Hetta er triðja skipið í
røðini, ið eg sum skipari
fyri Team Beredskab Sp/f
havi verið við til at flaggað
undir føroyskt flagg í
tvey ár. Hetta er ein heilt
ótrúliga spennandi tíð hjá
reiðarínum, okkum sum
sigla við hesum skipum og
hjá føroyskari frálandavinnu
sum heild, sigur skiparin,
Monrad Dalbúð á Prosper,
Monrad Dalbúð. Maðurin á
myndini er Vilhelm Nielsen,
maskinmeistari
Í gjár kom Prosper undir føroyskt flagg, og mánadagin kemur enn eitt frálandaskip, Ranger, undir føroyskt flagg
Samtykt at samráðast
Meirilutin í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu hevur
samtykt, at kommunan skal taka upp samráðingar við
Klaksvíkar kommunu um møguliga at leggja tær báðar
kommunurnar saman. Tað skrivar Norðlýsið á sínari
heimasíðu. Men Pól Fuglø, bygdaráðslimur, sum er í
meirilutanum, sigur við blaðið, at einki er hent í málinum
síðani samtyktina, tí at borgarstjórin, Júst Poulsen, vil ikki
fylgja samtyktini hjá meirilutanum.
Havið skal kannast
Í august fara grønlendskir, danskir og svenskir granskarar
at kanna havleiðirnar úti fyri Landnyrðingsgrønlandi.
Tveir stórir ísbrótarar, tann svenski Boden og tann russiski
Sovietsky Soyyuz skulu sigla ígjøgnum ísin, sum í støðum
kann vera upp í fimm metrar tjúkkur. Høvuðsendamálið
við kanningunum er at vita, hvussu langt norður grønlendski
landgrunnurin røkkur, tí tað hevur týdning, tá mark eina
ferð skal ásetast kring Norðpólin.