Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 93 - 16. mai 2007 Stutt sagt Guð er ikki nevndur Polska stjórnin hevur kravt, at Guð skal nevn­ast við navni í teirri kom­andi grundlógini hjá Evropa­ samveldinum, og stjórnin hevur fýlst á, at Guð er ikki nevndur í tí uppskotinum, sum fransmenn og niður­ lendingar vrakaðu á fólka­ atkvøðu í fjør. Týski sam­ veldiskanslarin, Angela Merkel, sum í løtuni er formaður í ES, hevur ong­ an hug at seta Guð inn í uppskotið. Á einum fundi í Bruxelles í gjár segði hon, at sjálv vil hon fegin hava Guð nevndan í ES- grundlógini, men hon segði seg hava ásannað, at hesum fekst ikki meiriluti fyri. Jerry Falwell deyður Amerikanski sjónvarps­ præd­iku­maðurin Jerry Fal­well doyði í gjár, eftir at hann var funnin vit­ leysur á skrivstovu síni. Jerry Falwell var kendur sum ein av teimum fremstu átrúnaðarligu høgra­monnunum, sum hava fing­ið stóra ávirkan á amerikanskan politikk, síðani George W. Bush gjørd­ist forseti. Jerry Fal­ well var serliga kendur fyri sítt harða stríð ímóti samkyndum og fostur­ tøku, og tað vakti stór­an ans, tá hann sett sam­kynd í samband við yvir­gangs­ at­sóknina at USA 11. sep­ tember í 2001. Seinni bað hann kortini tey samkyndu um umbering fyri tað, sum hann hevði sagt. Byggja reaktor Russisku myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at Russ­ land hevur skrivað undir ein sáttmála um at byggja ein kjarnorkureaktor í My­an­mar. Myanmar er fyrr­verandi Burma, og um­heimurin hevur leingi funnist hvassliga at hernaðarstýrinumstýrinum har, tí tað kúgar ta politisku andstøðuna og virðir ikki van­ligar demokratiskar reglur. Russisku myndug­ leikarnir leggja dent á, at reaktorurin skal ikki brúkast til hernaðarlig endamál, men verður partur av einum granskingarstovni. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – At geva skattalætta í hákonjunkturi og vantandi arbeiðsmegi er sum at leggja eitur fyri búskapin Anders Fogh Rasmussen útlond Ein stór framsýning skal minna bretar á sigurin á argentinum fyri 25 árum síðani. 649 argentinar og 258 bret­ ar fullu í tí 72 dagar langa krígnum fyri 25 árum síðani millum Bretland og Arg­ entina um ræðið á Falklands­ oyggjunum. Í gjár lat krígssavnið Im­perial War Museum í London upp eina fram­sýn­ ing til minnis um krígg­ið, og hóskandi var tað for­ sætisráðharrin fyri 25 árum síðani, Margareth Thatcher, sum setti framsýningina. Framsýningin, sum verður opin teir næstu níggju mán­ að­arnar, er serliga ognað teim­um, sum á ein ella ann­ an hátt høvdu beinleiðis sam­band við kríggið, fyrst og fremst teimum bretsku hermonnunum. Kríggið um ræðið á teim­­um fjarskotnu oyggj­ un­­um kostaði bretska rík­ is­­kassanum hálva triðju mia. pund. Argeninar hava ong­­antíð sagt, hvat tað kost­­aði teimum at herseta oyggjarnar. Kríggið endaði formliga tann 14. juli í 1982. Bretar minnast Falklandskríggið Avgerðin hjá norsku myndugleikunum at seta kvotu á, hvussu nógv útlendsk ferðafólk kunnu fiska, hevur fingið stórar avleiðingar. Útlendsk ferðafólk kunnu veiða í mesta lagi 15 kilo av fiski, meðan tey halda frí í Noregi. Tað avgjørdu myndugleikarnir í gjør, og tað sæst aftur í bíleggingunum í ár. -Vit hava 40 prosent færri bíleggingar í ár, tí okkara gestir velja at fara aðrastaðni ístaðin fyri, sigur Torfinn Andreasen, sum skipar fyri veiðiferðum til útlendsk ferðafólk. Hann er ikki tann einasti. Sambært blaðnum Dagens Næringsliv siga allir hinir útbjóðararnir tað sama. Teir, sum hava mist minst, siga seg hava fingið 20 prosent færri bíleggingar enn í fjør. Kvota gevur færri ferðafólk Margareth Thatcher, sum nú er 81 ára gomul, hevði stóran áhuga fyri teimum nógvu myndunum á framsýningini Konservativi Fólka­flokk­ urin vil hava skattalætta á dagsskránna, men Vinstri sigur nei Konservativi Fólkaflokkurin hóttir nú við at spreingja donsku stjórnarsamgonguna. - Kemur skattalætti ikki á borðið, so skatturin lækkar í seinasta lagi næsta ár, fara vit úr stjórnini, sigur skattapolitiski framsøgumaðurin hjá teimum konservativu, Jakob Axel Nielsen, við Berligske Tidende í dag. Men hann og hini konservativu fáa ikki teirra vilja. -At geva skattalætta, tá hákon­ junkturur er í samfelagnum og trot á arbeiðsmegi, er sum at leggja eitur fyri búskapin, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, við blaðið. Politiskir eygleiðarar í Keyp­ mannahavn siga, at tað er trýst frá nýggja flokkinum Ny Alliance, sum fær tey konservativu at krevja skattalættan á borðið nú. Ny Alliance hevur lægri skatt sum eitt av sínum fremstu málum, og tað kann fáa konservativar veljarar at skifta flokk, siga eygleiðararnir. Tí noyðist flokkurin at gera okkurt, sum munar. Ósemja í donsku stjórnini