Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 93 - 16. mai 2007 Barnasjónleikarastevnan MáF 2007 STJØRNUEYGA Leygardagin 5. mei skipaði MáF - megin­ felag fyri áhugasjón­leikarafeløg í Føroyum - fyri barnasjón­leikara­stevnu í Havn. Sjey leikir vóru á skránni, tann fyrsti byrjaði kl. 12.00 og tann seinasti kl. 17.00. Ein stuttur steðgur var mill­um leikirnar. Framførsl­urnar vórðu leiktar í Tinghús­ garðinum, í Sjónleikar­húsinum og á Meiarínum. Í foyéruni í Sjónleikarhúsinum var eisini andlitsmáling, sum tey ungu frá Dramaverk­staðnum í Havn skipaðu fyri. Stevnan byrjaði við einari gykl- og gleðisgongu frá Sjónleikarhúsinum oman í Tinghúsgarðin. Í Tinghúsgarðinum vóru nógvir luttakarar, og nógv fólk var komið at hyggja. Ein maður og ein kona við svørtum andliti sjongleraðu við trimum eldbóltum. So kom ein onnur svørt kona við tveimum stavum, sum logaðu í endunum. Maðurin vildi eisini hava ein stav, og so gjørdu tey ymisk kynstur, og tað var sum eldlist. Har var eisini ymiskt annað. Gunnvá Zacharias­ sen, stevnu samskipari, tók orðið og Hildur Eyðunsdóttir frá Tórshavnar Býráð helt eina røðu um sjónleik og setti stevnuna. Har vóru eisini tónleikararnir Dánjal, Búi, Óli og Andrias, sum vit kenna frá barnasjónleikinum Ævintýrferðin, og vit prátaðu við teir. Teir spældu á neytaklokku, rútmutrummu, stórutrummu og friend-drum og sungu eisini saman við áskoðarunum. Kórið hjá Tórshavnar Musikkskúla við Joannu Johansen og Kára Bæk sungu eisini. Sangirnir ljóðaðu ótrúliga væl, men tað var keðiligt, at tey ikki sungu harðari og týðiligari. Linda Jórun Poulsen, Guðrið Hentze, Rani Dam, Hákun D. Olsen og Sissal Abrahamsen Gykl- og gleðisgonga Eldspýting í Ting­húsgarðinum Tekstur: næmingar 5.a, Sankta Frans Skúli Myndir: Sólbjørn Fríði Olsen 5.a, MáF og foreldur Tekning: Matteus Hentze 5.a