mikudagur 16. mai 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Uttan mun til um tú ætlar
tær at keypa, íðka ítrótt,
stuttleika tær ella vitja
mentanarlig tiltøk, so er
Aalborg rætti býurin.
Hann hevur nevniliga
nógv at bjóða innan øll
hesi øki
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sum aðrir stórir býir í Evropa,
hevur Aalborg nógv at bjóða ferða
fólki. Í blaðnum í gjár nevndu vit
Tivoli Karolinelund, djóragarðin,
Aalborg Zoo, og tann sera hugna
liga miðbýin við teimum mongu
gongugøtunum.
Eru handilsviðurskiftni í mið
býnum góð, so eru tey kanska enn
betri í stóra Bilka sentrinum, sum
liggur í útjaðaranum av Aalborg.
Umframt sjálvan handilin, Bilka,
so er sølumiðstøðin skipað, sum
ein stór handilsgøta við einum
torgi í miðdeplinum. Í hesum inn
andura handilsgøtum eru alskins
handlar – alt úr frukt og grøn
metishandlum og kioskum til
klædna –og fløguhandlar. Eins og
í miðbýnum er her eisini góður
møguleiki at stilla svongdina og
tostan, tí matstovur og kaffistovur
tróta ikki.
List og søga í miðbýnum
Aalborg er eisini býurin, ið setur
mentan og list í hásæti. Stutt frá
miðbýnum, umleið 10 min. til
gongu, er kenda listasavnið í Aal
borg. Fólk í hópatali vitja lista
savnið, har bygningurin í sjálvum
sær er eitt satt listaverk.
Innan er bygningurin eisini ser
ligur. Alt innbúgv, t.e borð, stólar,
hurðar, vindeygu, trappur, hond
tøk og lampur eru teknað júst til
Nordjyllands Kunstmuseum, sum
listasavnið eitur. Finski arkitekt
urin, Alvar Aalto, er av tí fatan, at
ljósið í einum listasavnið kann
samanberast við akustikkin í eini
konserthøll, og ljósið setur tí sín
serliga dám á listasavnið og tey
listaverk, ið har eru.
Av tí at bygningurin er so ser
ligur, sum hann er, so eru lista
verkini hareftir. Tað er nevniliga
ikki eitt og hvørt listaverk, ið
sleppur inn um hesar dyr.
Í Algade, sum er mitt í býnum,
er Fornminnissavnið í Aalborg,
Historisk museum, sum sigur søg
una hjá keypstaðnum seinastu
1000 árini. Umframt at hava ser
ligar framsýningar, sum skifta alt
árið, so eru eisini fastar framsýn
ingar – tað eru framsýningar, ið
standa frammi alt árið. Ein tann
best umtókta er Aalborgstovan frá
1602. Eins og Aalborg Zoo so
skipar Aalborg historisk museum
eisini fyri undirvísing, um skúla
flokkar eru áhugaðir í tí.
Nørresundby – ein partur av
Aalborg
Aalborg liggur við Limfjørðin,
og til ber at ferðast um fjørðin
eftir brúnni ella ígjøgnum ein und
irsjóvartunnil. Gongutúrurin um
brúnna er stak góður í góðum
veðri. Útsýnið yvir fjørðin er gott,
og til ber at eygleiða mongu skip
ini, íð liggja í havnini og teir
mongu stuttleikabátarnar, ið ferð
ast eftir firðinum. Yvirumkomin
ert tú í Nørresundby, sum er ein
partur av Aalborg kommunu. Ein
stak hugnaligur býur. Eisini her
ber til at njóta lítla, hugnaliga mið
býin, ið er stutt frá brúnni.
Ein av bestu svimjihøllum í Aal
borg er júst í Nørresundby. Hetta
er ein sera nýmótans svimjihøll
við øllum hentleikum bæði til
børn og vaksin. Ein heitur barna
hylur við 60 metra langum rutsji
bana, er júst tað, ið børnunum
dámar. Tey, ið tíma at svimja,
hava høvi at svimja í einum sera
góðum 50 metra langum hyli, og
fyri teimum, ið betur dáma at taka
sær av løttum og hugna sær, er
møguleiki fyri bæði boblibaði og
turkiskum baði.
Í síðstu greinini um ferðamál í
Norðurjútlandi, fara vit at siga
eitt sindur um umráðið norðan
fyri Aalborg, og teir ferðamøgu
leikar, ið hetta umráðið hevur at
bjóða.
Puntur nummar 8 av 23
Aalborg:
Ein býur fyri øll
Handilsviðurskiftini eru sera góð í stóra Bilka sentrinum, sum liggur í útjaðaranum av Aalborg. Umframt sjálvan
handilin, Bilka, so er sølumiðstøðin skipað, sum ein stór handilsgøta við einum torgi í miðdeplinum