Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2007 summarkapping 55 byrja summarið hjá okkum Bo Grønt urtagarðurin Halt frí tá tú hevur frí 7 96 Húsar Tel 222060 www.viljin.co m V i t s i g l a ú r h e s u m s t ø ð u m KlaKsvíK | leirvíK | eiði | GjóGv • Bátur til 12 fólk • Skipaðir túrar • Leigutúrar • Fiskitúrar Viljin Tours 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Vit taka okkum m.a. av • passmyndum • digitalum myndum • allari myndaviðgerð • sølu av digitalum myndatólum • sølu av DVD video upptøkutólum Skansarnir hjá Hitler Adolf Hitler helt, at tað hevði avgerandi týdning, at hann kundi hava tamarhald á innsiglingini til Skagerrak, og tí gjørdi hann danska fiskivinnubýin Hantsholm til ein av sínum størstu skansum í Norðureuropa við fleiri hundrað bunkarum og kanónstøðum. Danmark varð hertikið av týskarunum undir seinna heimsbardagar, og Hanstholm hevði stóran týdning fyri týska herin. 800 fólk búðu í Hanstholm, tá ið týskarnir komu til býin, og krígsárini fór ein stór hernaðardubbing fram í fiskivinnubýnum, har Norrøna hevur sína donsku havn. 3.000 hermenn høvdu støð í Hantsholm undir krígnum, og tá ið kríggið endaði var eitt ótal av skansum og kanónstøðum í býnum. Týsak herleiðslan helt, at verjan av Skagerrak skuldi fara fram úr Hantsholm øðrumegin og úr Kristiansand í Noregi hinumegin. Har skuldu kanónirnar gera sum frægast fyri at verja 120 kilometrarar breiða farvatnið millum Danmark og Noreg, so at sameindu styrkirnar ikki kundu sigla inn í Skagerrak og koma til dømis eystureuropeisku londunum við Eystursjóvgin til hjálpar. Í dag ber til at síggja levidirnar av skansunum hjá týskarunum, og eitt serligt savn er gjørt í einum av stóru bunkarunum undir jørð. Í Museumsbunkeren ber til at fáa eina hóming av lívinum í einum bunkara undir krígnum, og søgan fer veruliga lív millum teir teir fugtigu betongveggirnar. Í Hantsholm ber til at vitja ein av stóru bunkarunum, sum týski herurin bygdi í Danmark undir seinna heimsbardaga