Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-16, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mai 2007síða 56

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2007 56 summarkapping            Vælkomin á Hotel Norð Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68 Stórt úrval av baðirúmsmøblum Alt innan VVS Kjóli 620,- Dr. Jacobsensgøta 24 · Tel 31 53 17 Sólorka til fartelefonina Tørvurin á streymi til fartelefonina ella til iPod’in hevur higartil verið ein trupulleiki, tá tú ferðast úti í natúruni. Tað kann vera forbiðið ringt at finna eina stikkkontakt, tá tú ert staddur á Slættaratindi ella á Leynasandi. Fyri ikki at tosað um, meðan tú ert staddur á onkrum festivali. Men hesin trupulleiki er nú loystur við Freeloader. Freeloader er ein løðari til alt millum himmal og jørð, ið brúkar sólorku. Hetta er ein far-løðari, ið brúkar sólina til at løða seg sjálvan upp. Ein fullur Freeloader kann geva tínum iPodi streym í 18 tímar ella tíni fartelefon í 44 tímar, og við sólorku løðir Freeloader alla tíðina seg sjálvan uppaftur, so talan er í veruleikanum um ein loysn, ið varðar við. Omaná alt hitt, so er eisini talan um sera reina orku, og sostatt er hetta eisini ein umhvørvisvinarlig loysn. Freeloader liggur í einum alminumshylki og tolir sostatt nógv av. Freeloader kann millum annað keypast á heimasíðuni gadgets.dk