fríggjadagur 18. mai 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 94 - 18. mai 2007
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Á seinasta túri hjá Atlantic
Navigator, sum byrjaði
fyri einari viku síðan, vóru
fleiri nýggj andlit at síggja
umborð.
Nú tíðin hjá skipinum í
føroyskum sjógvi styttist, er
tað ikki so áhugavert longur
at vera umborð. Fólk vita,
at tað bara er ein spurningur
um tíð, nær skipið seinastu
ferð loysir í Føroyum.
Tá ein partur av fólkinum er
nýggjur og óroyndur umborð
á einum verksmiðjuskipi, er
skjótt, at onkur fløskuhálsur
kemur í framleiðsluna.
Sum Sosialurin hevur skilt,
noyddust fólk í byrjanini av
túrinum at bróta vakt, tí
trupult var at fáa alt at ganga
hond úr hond, sum neyðugt
er, um framleiðslan skal vera
optimal. Tað tekur sína tíð
at venja nýggj fólk við fram
leiðslugongdina, men teir
seinnu dagarnar hevur fram
leiðslan gingið betur, skilst.
Á seinasta túri hevði At
lantic Navigator 1200 tons av
surimi og 430 tons av mjøli.
Spurningurin er nú, hvussu
nógvar túrar Atlantic Naviator
ger aftrat í føroyskum sjógvi.
Svartkjaftakvotan minkar, og
hon minkar í stórum, tá nógv
skip eru á veiðini í senn.
Skipini fiska av felags
kvotu, og herfyri vóru bert
eini 50.000 tons eftir av
samlaðu kvotuni.
Gongur tyngri
at framleiða
Aker BioMarine
og Ervik Marine
Service liggja væl
fyri at fáa eitt ella
fleiri av teimum
fýra permanentu
loyvunum til veiði
eftir krill í Suður
íshavinum. Tað
eru royndirnar hjá
feløgunum á hesi
veiði, sum geva teim
um fyrimunirnar
Krill
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
IntraFish í Noregi hevur hugt
at, hvørji feløg av teimum
11-12 í Noregi, sum søktu
um loyvi at veiða krill í
Suðuríshavinum, liggja best
fyri at fáa tey fýra loyvini,
sum skulu latast.
Hava fyrimunir
At veiða krill er ikki bara
sum at siga tað, og tað gevur
stórar fyrimunir, um tú hevur
royndir og kunnleika til hesa
veiði.
IntraFish ivast tí ikki í, at
feløgini, Aker BioMarine,
sum Kjeld Inge Røkke stend
ur aftanfyri og Ervik Marine
Service hjá Jørgen Ervik,
verða tung á vágskálini, tá
norska fiskivinnuumsitingini
fer at taka støðu seinni í
hesum mánaðinum.
Hesi bæði feløgin hava
royndarfiskað eftir krill í
Suðuríshavinum.
Góðar vónir
Tey tvey royndarloyvini,
sum norðmenn áður hava giv
ið, verða nú tikin aftur, og í
staðin verða fýra permanent
loyvi latin.
Sambært IntraFish vónar
Aker BioMarine at fáa tvey
av hesum loyvum.
Í ársfrágreiðing felagsins
er optimisma um, at felagið
fer at fáa í minsta lagi eitt av
loyvunum og kanska bæði
tvey.
Aker hevur royndarfiskað
eftir krill við skipinum Saga
Sea, og nú heldur felagið, at
“med bakgrunn i signaler fra
norske fiskerimyndigheter
er selskapet også optimistisk
med hensyn på å få utstedt
en ny permanent lisens for
et nytt krillfartøy..”
Aker BioMarine hevur søkt
um loyvi til tvey skip, Saga
Sea og Atlantic Navigator,
“som skal trekkes ut av fiske
rundt Færøyene…”
Kortini ivi
At útmeldingarnar hjá
norskum myndugleikum
kortini eru eitt sindur
óvissar, skilst eisini á árs
frágreiðingini hjá Aker Bio
Marine, tí norska felagið
hevur eisini søkt argentinsku
myndugleikarnar um loyvi
at fiska krill í teirra sjógvi.
Í Noreg undra tey seg
yvir, at myndugleikarnir
bert vilja geva fýra loyvir
í Suðuríshavinum, tá mett
verður, at stovnurin av hesum
smáu dýrum er rættiliga
stórur. Men helst er orsøkin
hon, at stjórnin vil vera
varin, tá tað tilsamans eru
20 lond, sum saman umsita
hetta ríkidømi.
IntraFish heldur eisini, at
onnur viðurskifti tala fyri, at
tað verða Aker BioMarine
og Ervik Marine Service,
sum fara at fáa loyvini. Fleiri
av hinum umsøkjarunum eru
feløg, sum eru undir stovnan
og onnur, sum í løtuni eingi
skip hava til hesa veiði.
Røkke og Ervik fara at
vinna »kampin« um krill
Tvey norsk skip hava
royndarfiskað eftir krill, og nú
fer norska stjórnin at skriva
út fýra permanent loyvi til
krillveiði. Aker BioMarine
vónar at fáa tvey av hesum
Tað eru 20 lond, sum umsita fiskiskapin á leiðunum í Suðuríshavinum, har veiðan eftir krill fer
fram. Mett verður, at tilfeingið á leiðini er rættiliga stórt
Nýggja Ritu um tvey ár
Arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við at útvega nólsoyingum eitt
nýtt strandfaraskip ístaðin fyri Rituna, sigur, at tað nýggja
skipið eigur at vera liðugt á sumri í 2009. Bólkurin ímyndar
sær eitt skip, sum skal hava pláss fyri 180 ferðafólkum um
veturin og heldur fleiri um summarið. Harumframt skal skipið
kunna taka tveir stórar bilar, so oljubilar, renovasjónsbilar
og onnur stór akfør kunnu koma í oynna, sigur Jákup av
Skarði, formaður.
- Vit royna at halda
fast um, at stevnan
ikki verður ein
bygdastevna, soleiðis
sum vit kenna tær
aðrastaðni, men at
hetta framhaldandi
verður ein bátastevna
við tí, sum hoyrir eini
slíkari stevnu til, sigur
forkvinnan í VÍF,
Jóngerð Nielsen
Bátastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgin skipa vestmenn
ingar aftur fyri bátastevnu
í Vestmanna, og hetta er
soleiðis vorðið eitt afturvend
andi tiltak, ið vestmenningar
gera nógv burtur úr.
Jóngerð Nielsen, forkvinna
í VÍF, sigur, at tað er vorðið
tradition, at nógvir bátar
møtast úti í Hesti kvøldið
fyri stevnuna í Vestmanna.
- Í fyrsta lagi fara fleiri
bátar úr Vestmanna út í Hest,
men vanligt hevur eisini
verið, at bátar úr øðrum
økjum, sum eru ávegis til
Vestmannar, eisini fara
út higar. Í Hesti kóka teir
seyðarhøvd og eta annan
føroyskan mat. Teir ganga
ímillum bátarnar og hugna
sær saman. Og kanska hevur
onkur harmoniku ella guitar
við.
Við Fútaklett
Jóngerð Nielsen sigur, at
tíðliga seinnapartin leygar
dagin møtast allir bátarnir
við Fútaklett við gamla
bátinum, Ólavi, á odda,
og av Fútakletti gongur so
leiðin inn á Vestmanna.
Tað er VÍF og serliga kapp
róðrarnevndin hjá felagnum,
sum saman við nógvum
góðum fólki – og góðum
stuðlum – stendur aftanfyri
bátastevnuna.
Peningurin, sum er til
avlops á stevuni, fer til
kappróðrarneyst, og soleiðis
verður eisini hesaferð.
Vestmennin