Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 18. mai 2007 15 Gunnar Martin Petersen, vanliga nevndur Gunnaba andaðist í nátt 16. mai 63 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinri. Andlát og jarðarferðir nøvn Eg heilsi tær á ytstu gátt runnur av teirri rót, sum kendi heilagt hetta landið, hav og mold og grót, í bø og haga livdi tú í bjørgum og á miðum, fekk sálarbreyð úr halgubók, úr søgn og fornum siðum. (úr yrking hjá Karsten Hoydal) Altjóða arbeiðaradagurin var júst farin afturum, tá Martin Eidesgaard á Tvøroyri legði eyguni saman og gav seg inn í ævinleikan, 87 ára gamalur. Ein altjóða arbeiðari um nakar, hev­­ur fyri seinastu ferð verið á sjón­um eftir fongi. Koyrt sær ein túr á prutlinum. Verið uppi á trøðni omanfyri húsini undir Hválinum og velt ella ambætað seyðinum. Skoðað inn í Rangábotn, út á Valin og út á Trongisvágsfjørð, har hann sá alt tað virksemið, øll tey skip, øll tey feløg og øll tey fólk fyri sær, sum hann hevði lagt sítt lív og sína sál í. Fyri seinastu ferð hevur Martin dansað, sungið og kvøðið í góðum veitslulag. Oyst av sínum royndum og úr síni livandi søguskjáttu. Skemtað við sínum frágera góðu frásøguevnum, har setningarnir við sínum sermerktu herðingum og tvørámáliskum sótu sum ørvar í láturvøddarnar hjá mót­ takaranum. Og fyri seinastu ferð hevur hann biðið Ásu, Martini yngra, Hervør, Anniku og Helga farvæl. Tykkum, ið hjarta hansara fremst av øllum sló fyri, og sum hann var so errin av. Tit eru lykilin til gátuna um, hvussu ein maður kundi vera so lívsfúsur, so virkin, so søgufróður, so skemtiligur, so klárur og ungdómmiligur til sína seinastu løtu. At tað eydnaðist at fáa tykkum øll savnað á sjúkrahúsinum, áðrenn hann sigldi seinasta teinin, hevur gjørt Martin eydnusaman. Eydnuna søkti Martin sjálvur alt lívið. Ikki í gørðum og góðsi balda. Men í dagliga stríðnum at vinna eina líkinda innløgu og úrtøku til familju, stætt, heimbygd og land. At seta búgv. At seta við og skapa komandi ættarliðunum betri kor, enn honum og hansara varð unt. At liva og virka saman við og fyri teimum, ið góvu honum styrki. Strev Martins var frá barna- og ung­ dómsarúm í heimbygdini. Verkliga við øllum arbeiði, ið beyðst á landi. Á fiskaplássunum, á keiini, í kola­ námunum í Rangábotni. Og síðani øll manndómsárini á sjónum kring alt Norðuratlantshav, har hann ongantíð fírdi fyri at royna nýggj­ar, ókendar leiðir og leita upp inntøkumøguleikar. Og bæði verkliga og andliga stríddist Martin frá ungum árum fyri at fylkja fæl­oysingar. Fakfelagshugsjónin og pol­itiska kósin var greið sum eitt nýegnt línustykki. Hjá honum var frælsi, javnaður og brøðralag hvørki bringuprýði ella fótatraðk. Tað var livað lív og kontant krav, tí hann hevði frá barnaárum livað í stættarsamfelagnum og á egnum kroppi og sinni merkt eyðmýkjandi munin á mannavirði hjá teimum, ið áttu, og teimum, ið bert høvdu sína arbeiðsmegi at selja. Martin hevur verið millum tey fremstu at givið verkamanna- og fak­felags­rørsluni hold og blóð. Hann var millum teirra, ið hava tikið veruligu stríðini og vunnið rættindi, ið síðani hava verið sjálvsøgd hjá eftirkomarum. Og tíbetur hevur hann sum heimildarmaður brúkt sítt sterka minni og sítt frásøgukynstur til, at partar av sosialsøgu Føroya kunnu berast til seinnu ættarliðini – hóast hesin partur av Føroya søgu er alt ov lítið granskaður og lýstur. Ber tað yvirhøvur til hjá nýggj­ astu ættarliðunum at skilja tær lívs­ umstøður, tey stríðini og tær koll­velt­ andi broytingarnar, ið lívsverk Mart­ins stendur sum so lýsandi dømi fyri? Svarið er tíverri helst: Nei. Men Martin gjørdi tó sítt til, at vit í hvussu er kunnu royna – og hava møguleikan – at fata partar av tí. Eg var so heppin at koma í sam­ band við Martin og at knýta vinar­ bond við hann, seinastu 11 árini av lívi hansara. Hetta komst av, at eg sam­an við Bjarnheðini í Hoyvík og Mikkjali Øster varð settur at standa fyri send­ingunum hjá Sjónvarpi Før­ oya um Grønlandsútróður. Tað var Lions Club í Vágunum við nógv­um góð­um monnum aftanfyri, ið átti hug­ skotið og hevði savnað pen­ing til hesa verk­ætlan, har eitt lið av Grøn­lands­ fararum skuldi vitja aftur á slóðina á teimum gomlu útróðrar­plássunum. Vága­menninir fingu sam­band við nógv­ ar útróðrarmenn, ið kundu hugs­ast at koma við á ferðina. Og ha­r­ímillum játtaði Martin, ið tá var 77 ára gamal. Hesin túrur aftur á útróðrarplássini í oyðimørkini við vesturstrond Grøn­ lands og í Føringahavnini, gjørdist uppliving fyri lívið. Vit búleikaðust 15 mans umborð á einum gomlum politibáti í tvær vikur, har vit sigldu inn á plássini og gjørdu upptøkur við heimildarmonnunum frá morgni til myrkurs. Og satt at siga høvdu vit ímyndað okkum, at Martin, sum var aldurs­ forseti í ferðalagnum, kanska fór at møðast og halda tað vera í strævnari lagi. Men tað var beint tvørturímóti. Martin var sum fiskurin og var ein ótrúligur heimildarm aður og felagi at ferðast saman við. Hann hevði róð út í Grønlandi bæði fyri og eftir seinna heimsbardaga. Og Martin var tikin úr leikum sum frásøgumaður. Hann gjørdi søguna ljóslivandi fyri okkum, so vit sóu fyri okkum báts­ manningarnar, kendu stríðið, sorg­ir­ nar, gleðirnar, vandastøðurnar, longs­ ulin og veiðihugin. Síggi fyri mær, tá vit komu inn í Ravnoynna og Martin setti fótin á land aftur í Valaravíkini, við sama skúrin, sum hann hevði verið í 1939 saman við sínum skipsfeløgum av Val­ inum á Tvøroyri. Tað var ein burt­ur­av rørandi løta. Skúrurin stóð enn heilur, og Martin mintist hvønn lut og hvønn bátsfelaga. Og honum so líkt, dugdi hann bæði at lýsa tær sterku kenslurnar og at skemta og fegnast í senn. Tár og sjongur gingu hond í hond. Og eitt annað lýsandi dømi um frá­ søguevni og persónligheit hjá Mart­ini, var tá hann greiddi frá um heimferðina í 1939 við damparanum Niels Finsen. 350 mans búleikaðust í lastini omaná saltfiskinum, tá damp­arin rendi seg í ódnarveður á Kappanum. Hann fekk fleiri stórar sjógvar, ið snýstu nógv omanav skip­in­um, og tað var um reppið, at teir gingu burtur. Martin greiddi málandi frá ruðulleikanum í lastini: Sjógvur rann í lastina, alt var bølmyrkt og menn róptu. Bensintunnur høvdu bólt­að og alt rann í bensini, so ongin tordi at bresta ein svávulpinn til tess at tendra lampurnar. Martin slapp sær so upp á dekkið gjøgnum eitt mannhol at vita hvussu støðan var. Har stóðu summir og loraðu spannir upp og niður úr lastini at fáa sjógv og bensin fyri borð. Mart­ in tók í við teimum, men tá hann hevði staðið eina løtu, hugsaði hann: “Nei! Skal jé standa her og oysa ein dampara tóman við pøs? Tað kann onki nytta!” Og hann slapp sær so aftur móti apteringini har afturi. Men hóast Martin ikki oysti Niels Finsen tóman við pøs, so oysti hann av síni góðsku, hvar hann kom. Eftir Grønlandstúrin høvdu vit regluligt samband, og eg havi eftirhondini sitið væl mangar ferðir uppi hjá Ásu og Martini undir Hválinum. Hvørja ferð við óendaligum blíðskapi og góðari samveru. Tú fórt altíð ríkari, klókari og glaðari heimaftur – ja, tað var sonn sálarbót at vera saman við Martini og stundum hevði tú ilt í búkinum, sum tú hevði flent. Og fáur kundi smílast og flenna so hjartaliga við øllum kroppinum, sum Martin. Tað var eins og hvør vøddur spældi eitt vinarlag, tá tú hitti hann. Niðanfyri húsini undir Hválinum liggur eitt akker, sum Martin við talj­ um og endum og knossi fekk drigið heilt niðan í brattlendið, á sama hátt sum alt tilfarið til húsini, ið hann og Ása bygdu. Akkerið ímyndar eitt lís­ verk og ein mann, sum søkti so mong mið á ókendum leiðum, men hvíldi í sær sjálvum við tryggari grund hjá teimum, ið stóðu hjarta hansara næst. Fólk sum Martin fáa sjáldan minn­ isvarðar reistar eftir seg. Men tey hava reist so nógvar varðar eftir seg í samfelagsmenningini, sum vit øll byggja okkara lív og vælferð á í dag. Tær veruligu søgurnar bíða enn eftir at verða skrivaðar. Góði Martin. Takk fyri títt verk, tína smittandi lívsgóðsku, tín lívsvísdóm og títt vinarlag. Hvíl í friði, kæri vinur. Við tíni rødd í oyranum orðum kvirr sum fræ, eg snúgvi mær á lívsins leið inn í ein nýggjan dag, og glatast hugmál tíni eld í gloymsku um mín veg, tó nælir fram við gøtum tað, tú legði niður í meg. (K.H) Høgni Hoydal Martin in memoriam Dagurin 19. mai. Potentiana. Rómversk genta, sum 16 ára gomul varð tikin av døgum í Róm 20. mai. Angelica. Teir kenna onga halga konu við hesum navni. 21. mai. Helena, deyð ár 329. Hon var mamma Konstantin keisara. Grikst navn, ið merkir kyndil. Í samband við, at nýggi dag­stovnurin Látrið í Nólsoy alment verður tikin í nýtslu, verður móttøka í dagstovninum fríggjadagin 18. mai kl. 17.00 Undir móttøkuni fer Heðin Mort­en­sen, borgarstjóri, at bjóða vælkomin, og Hildur Eyðunsdóttir, formaður í Ment­máladeildini hjá Tórs­ havnar kommunu, fer at halda røðu. Eisini fer kendi nólsoy­ ingurin Kim Hansen at syngja undir hátíðar­haldinum. Móttøkan er almenn. Móttøka í Nólsoy