fríggjadagur 18. mai 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 18. mai 2007
21
tíðindi
21
Nú bert tríggjar vikur
er til Asfalt fer av bak
kastokki eru 20% av
skránni kunn gjørd,
og hon sær higartil
spennandi út.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Asfalt hevur kunnger nú
fimm nøvn afturat á skrán
na fyri tónleikatiltakið í
Tórsgøtu. Her er harður
treskimálmur, rokkur í
strømmum kovboybuksum,
kristin poppur og eitt kór.
Við øðrum orðum Sic,
Boys In A Band, Torkil
Mørkøre, Gunnar G. Gutte
sen og Vox
Strammar kov
boybuksir
Boys In a Band eru ein av
best umtóktu bólkunum í
løtuni. Teir siga seg spæla
kovboyrokk, sum stutt sagt
er ein blanding av aggandi
gomlum bluestónleiki og
spildurnýggjum rokki.
Bólkurin er fullkomiliga
elektriskur á palli, og øll
vita, at tað er nyttuleyst at
standa ímóti. Boys In A
Band knúlva teg sum áhoyr
ari niður. Eftir AME fram
førsluna í Kagganum fyri
kortum, vórðu teir bókaðir
til ikki færri enn tríggjar
festivalar niðri í summar,
umframt stóran áhuga mill
um útlendsk plátufeløg.
Teir eru somuleiðis vælum
tóktir á 15 teim bestu, hava
vunnið Planet Award fyri at
vera besti nýggi bólkurin í
fjør.
Vakur larmur
Síðan SIC gav fløguna "Pan
demonium" út fyrr í ár, hev
ur bólkurin veruliga havt
undanvind. Í føroyskum
miðlum hevur fløgan fingið
avbera góð ummæli og eisi
ni uttanfyri klettarnar hevur
áhugin fyri SIC verið stór
ur. Avstralska alnet-útvarps
rásin Dark Cloud Radio
hevur spælt SIC javnan.
Við "Pandemonium" hevur
Sic skrivað seg inn í føroys
ka tónleikasøgu. Tí eru SIC
sjálvandi eisini millum høv
uðsnøvnini á ársins Asfalt.
Útgávan er framúrskarandi
og brýtur upp úr nýggjum
innan føroyskan tónleik.
Sjangran er harðligur
melodiskur treskimálmur,
ella sum tey flestu vilja
vera við: bara sera vakran
larm
Fólkaligur rokkur
Torkil Mørkøre er best
kendur frá vælumtóktu útgá
vu sínari, A Matter of Time.
Tónleikurin, sum hann og
vinir fara at framføra á
Asfalt, er fyrst og fremst
sprottin úr gleðiboðskapin
um um Jesus Kristus. Tón
leikastílurin er west coast-
popprokkur, men fer hann
eisini eitt sindur yvir í fólka
ligan rokk. Við Torkili á pal
li vera Beddi Hansen, Leiv
ur Vitalis og Mikkjal Hvan
nastein.
Framtíðin er
avgerandi
Gunnar G. Guttesen hevur
spælt og framleitt tónleik
fyri mong ígjøgnum árini.
Hann er fulltíðar tónleikari
og framleiðari. Gunnar er
fullkomiliga originalur.
Hann peikar á, at tað er ikki
so umráðandi, hvat hann
hevur gjørt, men heldur,
hvat ið hann fer at gera. Og
tað gleða vit okkum sum
vera man sjálvandi til at
vera vitni til á ársins Asfalt.
Við Gunnar á palli vera
Kristoffur Mørkøre og
Brandur Jacobsen. Torført
er at siga, júst hvønn tón
leikastíl Gunnar spælir,
men er trygt at siga, at
Gunnar kemur altíð við eini
fjølbroyttari konsert.
Av bestu gospelkórum
Gospelkórið VOX hevur rót
í Heimamissiónini. Tað tel
ur sekstan sangarar pluss
eitt sjeymans orkestur. Kór
ið hevur sungið saman í
skjótt eitt áratíggju.VOX
hevur m.a. sungið tvær kon
sertir saman við navnframu
gospelsangarinnuni Ettu
Cameron og eisini við
heimskenda gospelsangar
anum Jessy Dixon. Kórið
er millum tey allarbestu før
oysku.
Skráin tekur skap
Skráin telur nú 14 nøvn,
hetta er tó bert eini 20% av
teimum út við 60-70 nøvn
unum, ið fara á pall í døgun
um 7. og 8. juli. Umframt
hesi fýra nøvnini eru fram
manundan kunngjørd
Budam, Martin Joensen og
Hinir, Petur Pólsson, Side
Effect, Lív Hansen, Procla
im, Martin í Grund, Rannvá
Jacobsen og Nátt.
Danska R’n’B
stjørnan Alex vitjar
byin.fo hetta viku
skiftið. Hann fer á
pall í Cippo fríggja
kvøldið og í Eclipse
leygarkvøldið, sam
stund is er Bon Jovi
á skránn i í REX har
Bon Jovi Jam úr Dan
mark vitjar.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hetta vikuskiftið vitja tvey
útlendsk tónleikanøvn hjá
byin.fo. Danski R’n’B sang
arin Alex vitjar á øðrum sin
ni í Føroyum, og spælir
hesaferð tvær konsertir, hitt
navnið er Bon Jovi jam,
somuleiðis úr Danmark, ið
undirheldur í REX í kvøld
og leygarkvøldið.
Yngri gestir í Cippo
Rúni Djurhuus frá byin.fo
sigur við planet.fo, at tey
hava sett Alex á pallin í Cip
po í kvøld og í Eclipse í
annaðkvøld. Síðsta viku
skiftið royndi byin.fo á fyrs
ta sinni, at lata dyrnar í Cip
po upp fyri yngri gestum.
Hetta riggaði sera væl.
- Tey 15-18 ára gomlu
hava einki stað at fara í dan
sa, og vit hildu tí, at tað var
upplagt, at lata eitt av okk
ara støðum upp fyri teim
um. Tí royndu vit hetta síðs
ta vikuskiftið, og fólk tók
ótrúliga væl ímóti tí, sigur
Rúni Djurhuus og heldur
fram:
- Vit høvdu ikki færri 200
ung har seinasta fríggja
kvøld, og vit fingu so nógv
ar góðar reaktiónir. Nógv
foreldur hava eisini ringt til
okkum og takkað okkum
fyri, at vit hava gjørt hetta,
so tað eru vit øgiliga glað
fyri tað. Hetta gevur okk
um eisini ein eyka møgulei
ka hetta vikuskiftið. Vit
kunnu hava Alex, at spæla
til rúsfrían dans í Cippo
fyri teimum yngru í kvøld
og so hava hann í Eclipse í
annaðkvøld, har hann spæl
ir fyri teimum, sum eru
yvir 20 ár. Sostatt er talan
um tveir ymiskar bólkar av
fólki, og tí ber til at hava
eitt útlendsk navn tvey
kvøld á rað í Havn, vísir
Rúni á.
Danskt R’n’B
Alex er kendasta andlitið í
donskum R’n’B. Hann
gjørdist fyrst kendur í heim
landinum, tá hann sum lut
takari í Popstars valdi at
fara burtur úr sjónvarps
sendingini fyri at royna
sína egnu yrkisleið. Hetta
hevur gingið væl fyri hann.
Nýggjasta fløga hansara
var á donskum, og fekk
góða móttøku bæði millum
fólk og fjølmiðlar. Hon
varð skapt í samstarvi við
kenda danska framleiðslu
samstarvið MadnessFor
Real, ið m.o. hava arbeitt
við Black Eyed Peas og Ice
Cube.
Ummælarnir vóru á ein
um máli um, at her var tal
an um eina frálíka fløgu frá
einum framúrskarandi sang
ara. Dj-Neon verður eisini
í Cippo fríggjakvøldið og
leygarkvøldið er DJ-Eddie
í Eclipse.
Fløguaktuella Lena
Anderssen verður
millum nøvnin á
ársins G!Festivali,
hetta kunn ger festi
valurin í dag. Hon
fer á pall á G! við
fullmann aðum
bólki, og sambært
festivalinum, verður
hetta einasta høvið at
uppliva hetta í sum
mar.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hóast Lena seinnu árini
hevur verið millum bestu
og best umtóktur tónleika
nøvnini á føroyska tón
leikapallinum, so hevur
hon ongantíð spælt á festi
valinum á Gøtusandi. Het
ta verður tó broytt í ár, tá
Lena við bólki kemur á
gátt. Lena hevur júst givið
fløguna Let Your Scars
Dance út. Henda fløga er
nógv tann besta útgávan,
ið songkvinnan hevur latið
úr hondum higartil, og ber
boð um eina songkvinnu,
ið er vorðin búgvin til altjó
ða gjøgnumbrot. Seinasta
fløgan Can’t Erase It hevur
verið nógv spæld í útvarpi
uttanlands og hevur sent
Lenu á kosertferðir kring
heimin. Men nýggja fløgan
er somikið nógv betur, at
heimurin tykist víðopin
fyri Lenu.
Gleðir seg
Lena fer á pallin á Gøtu
sandi fríggjakvøldið 20.
juli. Hetta verður eisini ein
asta høvið hjá føroyingum
hetta summarið at hoyra
Lenu við fullmannaðum
bólki.
Framførslan hjá Lenu
verður startskotið til stóra
konsertferð í Evropa, sum
føroysk-kanadiski sang
fuglurin og sangskrivarin
fer undir í september.
- Eg gleði meg ótrúliga
nógv at spæla á G! Nakrar
av mínum bestu uppliving
um bæði sum lurtari og
performari, hava verið í
Gøtu. Eg spældi fleiri ferð
ir í Losjuni, tá Grót var
nýstovnað, og eg minnist
aftur á hesi kvøldini sum
nakað heilt serligt. Tað er
ótrúligt at hugsa sær, at
fantastiskir artistar sum
Eivør, Clickhaze, Høgni
Lisberg, Boys In A Band,
Gestir, Knút Eysturstein
Háberg og onnur – øll eru
sprottin úr hesum umhvørv
inum eftir bert fáum árum.
Og G! festivalurin er "the
icing on the cake!", sigur
Lena um tað at skula spæla
á G! á fyrsta sinni.
- Tá eg hugsi um hugnali
gu losjukonsertirnar og so
komandi konsertina á Gøtu
sandi, kennist tað sum at
vera komin allan sjónar
ringin runt. Eg gleði meg,
sigur Lena.
Droymdi heitið
Tað var neyvan heldur
av tilvild, at Lena droymdi
seg fram til heitið "Let
Your Scars Dance". Tá hon
googlaði tað, fanst ongin
setningur á google, ið ljóð
aði júst so.
- Eg tók tað sum tekin
um, at fløgan skuldi hava
hetta heitið, sigur Lena,
sum við "Let Your Scars
Dance" eisini hevur skriv
að eitt slag av føroyskari
tónleikasøgu. Hon er nevni
liga fyrsti føroyski artistur
in, ið hevur spælt inn tón
leik í heimskendu Abbey
Road Studio 2 í London.
Lena Anderssen á G!
Asfalt kunn ger fimm nøvn
Alex hevur á seinnu fløgu síni
vunni sær nógvar fjeppara
bæði millum plátukeyparar
og ummælarar
Danskt Bon Jovi og R’n’B í byin.fo