fríggjadagur 18. mai 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 94 - 18. mai 2007
Kundaráðgevi til
Vinnulívsdeildina í Saltangará
Arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og
fjølbroyttar og fevna um alt samskifti
við vinnulívskundar okkara.
Umsóknin skal sendast til:
Eik
Att: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
Les meira um starvið á
www.eik.fo
Tínar uppgávur verða:
- at ráðgeva, røkja og hava ábyrgd av vinnulívskundum
- uppsøkjandi arbeiði úti hjá vinnufyritøkum
- lánsviðgerð
Fakligir førleikar:
Tú hevur førleikar í roknskapargreining og hevur viðkomandi
útbúgving, eitt nú peningastovnsútbúgving ella aðra
búskaparliga/handilsliga útbúgving.
Persónligir eginleikar:
Vit leita eftir einum starvsfelaga, ið dámar væl at hava tætt
samband við viðskiftafólk. Tú ert uppsøkjandi, hevur eyga
fyri sølu, hevur góð samstarvsevni og dámar væl at arbeiða í
einum skundmiklum og støðugt skiftandi umhvørvi.
Áhugað kunnu seta seg í samband við Jónleif Th. Jacobsen,
økisleiðara, telefon 348120, teldupostur
jonleif.jacobsen@eik.fo ella við Marjuna Eystberg, starvsfólka-
leiðara, telefon 348510, teldupostur marjun.eystberg@eik.fo.
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønin verður ásett
sambært avtalu.
Skrivligar umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 29. mai 2007.
lýsingar