fríggjadagur 18. mai 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 94 - 18. mai 2007 ]
Átta korter og seks
brotsspørk skuldu til,
áðrenn oddaliðið í
Formuladeildini fekk
bilbugt við liðið, sum
liggur á triðja plássi í
1. deild. Fuglfirðingar
kundu verið stoltir
av úrslitinum, men
eru vónbrotnir um
at verða sendir úr
steypakappingini
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað sá annars rættiliga vón
leyst út hjá fuglfirðingum
tá trý korter vóru spæld.
Teir vóru aftanfyri 3-1, og
høvdu 45 minuttir at skora
minst tvey mál í móti lið
num, sum hevur latið níggju
mál inn í níggju dystum.
Samstundis skuldi ÍF halda
tætt í hinum endanum. Ein
serstakliga trupul uppgáva,
sum tó eydnaðist.
Ráðaleysir og
mótfalnir
EB/Streymur fekk ætlaðu
byrjanina, tá Ronnie Sam
uelsen skoraði eftir fáum
minuttum.
Fuglfirðingar javnaðu
við frálíkum langskoti frá
ógvuliga vælleikandi Elvan
Taser. EB/Streymur gjørdi
tó skjótt hesa útjavnan til
skammar, tá Ronnie Sam
uelsen skoraði sítt næsta
mál, og Hanus Eliasen síð
ani økti, áðrenn liðini
sluppu til hálvleik við støð
uni 3-1.
Í seinna hálvleiki tóktist
heimaliðið at vera nøgt við
støðuna. Teir gjørdu í
hvussu so er einki fyri at
økja um leiðsluna. Fugl
firðingar vistu hinvegin, at
teir máttu stríðast fyri hvørj
um einasta bólti, um teir
skuldu fáa EB/Streym aft
ur.
Miðskeiðis í seinna hálv
leiki fingu teir løn fyri stríð
ið, tá Elvan Taser aftur kem
ur á máltalvuna, eftir kloss
ut verju- og málmansspæl.
Nú spentu fuglfirðingar í,
meðan sundalagsmenn tókt
ust ráðaleysir og mótfalnir.
Setningurin varð fullførd
ur í 80. minutti, tá Bartal
Eliasen rann Símun Eliasen
av, legði bóltin fyri føturnar
á Nenad Saric, sum setti
bóltin í netið. Javnleikur,
sum helt sær til teir 90
minuttirnir vóru spældir.
Fyrstu seks korterini vóru
av. ÍF hevði vunnið seg inn
í aftur dystin og fekk nú
tvey korter aftrat á vølli
num, sum gjørdust bæði
spennandi og dramatisk.
Tvey mál og útvísing
Fyrra umfar hevði lítið at
bjóða uppá, meðan tvey
mál og ein útvísing fullu í
seinna umfarinum. Tað var
Hans Pauli Samuelsen, sum
varð vístur út, tá hann sprell
aði í eini roynd at røkka
bóltinum, sum var á veg út
av linjuni. Bólturin tók í
armin, sum ikki var upp á
pláss, og Rúni Gaardbo
kendi seg noyddan til at
geva víkarmanninum sítt
seinna gula kort. Eftirfylgj
andi frísparkið varð sent
heilt inn undir EB/Streyma-
málið, har Høgni Zacharias
sen legði seg aftur av og
saksasparkaði bóltin í net
ið.
Við tíggju monnum móti
ellivu og afturúr við einum
máli, sá tað av álvara svart
út hjá EB/Streymi. Men
eydnan var við sundalags
monnum. Hóast tað ikki
var uppiborið, megnaðu teir
at javna, tá Ronnie Samuel
sen setti bóltin í netið eftir
hornaspark. Løtu seinni
varð dysturin avblástur, og
neyðugt var við brotssparks
kapping fyri at fáa eina
avgerð.
Í fyrstu fimm royndunum
skoraðu Ronnie Samuelsen,
Egil á Bø, Brian Olsen og
John Heri Dam fyri EB/
Streym, meðan Teitur Joen
sen brendi triðja brotsspark
ið. Elvan Taser, Áki Peter
sen, Høgni Zachariassen og
Bartal Eliasen gjørdu tað
sama fyri ÍF, meðan Tórður
Lervig misnýtti fjórða brots
sparki hjá ÍF.
Sætta brotssparkið hjá
EB/Streymi setti Marni
Djurhuus trygt í netið, og
aftaná bjargaði René Tór
garð brotssparkinum frá
Fritleif í Lambanum.
Vónbrotnir men
ernir fuglfirðingar
Spurningurin hví dysturin
endaði sum hann gjørdi, er
einfaldur at svara. EB/
Streymur spældi langt undir
teirra vanliga støði, meðan
ÍF við Elvan Taser á odda
kempaðu fyri hvørjum ein
asta bólti, spældu ein fínan
dyst og kunnu vera meiri
enn nøgdir við teirra avrik.
Munurin millum deildirnar
sást snøgt sagt ikki.
Men fuglfirðingar fóru
vónbrotnir úr Streymnesi,
tó ernir av teirra monnum.
Sundalagsfólk kenna seg
hinvegin heppin, men
spyrja seg sjálvi, hvussu
tað bar til, at ein 3-1 leiðsla
móti einum liði úr næstbestu
deildini varð tveitt fyri borð
soleiðis.
Øssur Hansen skal
giftast í morgin. Tí
varð landskappingar
dysturin hjá B68 á
heimavølli ímóti LÍF
framfluttur til Kristi
Himmalferðardag
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
B68 vann sannførandi 4-1
sigur, og toftamenn stevna
beint ímóti bestu deildini.
Brúðgommurin syrgdi sjálv
ur fyri fyrsta málinum við
brotssparki.
LÍF var væl við fyrstu løt
una, og ta eina ferðina bjarg
aði Gunnar á Steig væl, tá
ið Jón Eliasen royndi seg.
B68 hevði mesta partin
av 1. hálvleiki greiða yvir
vág, men teir fingu einki
mál afturat í hesum umfari
num.
Leirvíkingar vóru ikki
væl nøgdir, og kanska
høvdu teir ikki fokus á
rætta staðnum. Sigfríður
Olsen sá reytt, men kortini
eydnaðist tað Adriani Joen
sen eftir innlegg frá Sølva
Vatnhamar at javna.
Eftir steðgin skoraði B68
trý mál. Alexandro Casthilio
eftir frísparksinnlegg úr
høgru og út frá, Jann Ingi
Petersen við beinleiðis
hornasparki úr vinstru, og
fram ímóti dystarenda aftur
Alexandro Casthilio.
Hetta var triðja tapið upp
í slag hjá LÍF, sum í løtuni
tykist langt frá málinum, ið
er Formula deildin.
OB er danskur steypavinnari
FCK mátti hósdagin veitra farvæl til donsku greipuna, tá tað ikki eydnaðist teimum at vinna á
OB í steypafinaluni
Fyrsta korterið sá annars út til, at hetta var dagurin hjá FCK. Teir høvdu fullkomiliga tamarhald
á spælinum frammanfyri teimum 30.000 áskoðarunum í Parkini, og tá ið júst eitt korter var
farið, gav hetta úrslit. Silberbauer fann Atiba Hutchinson, sum rak OB-málverjan av og skoraði
til 1-0. Eftir hetta kom OB meira inn í dystin, og í 37. minutti eydnaðist tað eisini teimum at
javna. Martin Borre skeyt eitt langskot beinleiðis í netið, og so var aftur stórur spenningur í
dystinum. Í seinna hálvleiki sá OB út til at vilja tað mesta. Tað vóru eisini bert fimm minuttir
farnir av seinna hálvleiki, tá ið teir løgdu seg odda. Jonas Borring legði eitt innlegg í pannuna á
Bechara Oliveira, sum trygt kundi skalla OB á odda 2-1. Seinasta korterið legði FCK trýst á
OB, men teimum eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið.
Framtíðin hjá Súna skjótt avgjørd
Sleppur Súni Olsen at halda fram í AaB? Hetta er brennandi
spurningurin, nú sáttmálin hjá honum við felagið gongur út í summar.
Tað er í øllum førum líkt til, at ein avgerð fellir skjótt, tí seinastu
dagarnar hava tríggir leikarar fingið sína framtíð við felagið avkláraða.
Fyrradagin mátti miðvallarin Thomas Kortegaard takka fyri seg, og í
gjár fekk verjuleikarin Martin Pedersen sín sáttmála longdan við
tveimum árum, samstundis sum miðvallarin Fredrik Winsnes skifti til
norska felagið, Strømsgodset. Í samrøðu við Sosialin fyrr í ár segði
Súni Olsen, at hann føldi seg hava álit frá leiðsluni í felagnum, og at
hann hevði góðar vónir um at fáa sáttmálan longdan. Nú má tíðin so
bara vísa, hvar Súni spælir komandi kappingarár.
EB/Streymur-ÍF 10-9 eftir brotsspørk:
Stórt vónbrot hjá fuglfirðingum
Trivaligur sigur til toftamenn
B68-LÍF 4-1 (1-1)
1-0: Øssur Hansen br. 11.
1-1: Adrian Joensen 45.
2-1: Alexandro Casthilio 58.
3-1: Jann Ingi Petersen 62.
4-1: Alexandro Casthilio
Reytt kort: Sigfríður Olsen 34.
FAKTA
EB/Streymur-ÍF 10-9 eftir brotsspørk
4-4 (3-3 (3-1) eftir vanliga og longda leiktíð
1-0: Ronnie Samuelsen, 2.
1-1: Elvan Taser, 22.
2-1: Ronnie Samuelsen, 38.
3-1: Hanus Eliasen, 42.
3-2: Elvan Taser, 67.
3-3: Nenad Saric, 79.
3-4: Høgni Zachariassen, 108.
4-4: John Heri Dam, 115.
Reytt kort: Hans Pauli Samuelsen
FAKTA
Fuglfirðingar lótust ikki um vón, at teir spældu móti oddaliðnum í Formula-deildini. Men
vónbrotið var stórt, tá teir bert vóru fimm minuttir og síðani eitt brotsspark frá sessinum í
hálvfinaluni
Mynd: Sofus Debes Johannesen