Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 18. mai 2007 37 Elektrikkarar Søkt verður eftur Elektrikkarum at byrja skjótast møguligt. Arbeitt verður við fjølbroyttum upp­ gávum. Vit bjóða: • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði. • Góðar arbeiðsumstøður. • Eitt umhvørvi í broyting. Vit ynskja: • At tú hevur sveinabræv sum elektrikkari. • At tú er fyrikomandi, ágrýtin. • At tú hevur áhuga fyri fakinum. • At tú kann arbeiða sjálvstøgut og hevur góð samstarvsevnir. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Ógvuliga góð lønarviðurskifti. Talan er um fast starv, fulla tíð. Set teg í samband við: EL.fo fartelefon 215002 EL.fo Sp/f · Viðargøta 62 · 160 Argir Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna søkir eftir búskaparfrøðingi til spennandi starv á roknskapardeildini. Uppgávur Sum búskaparfrøðingur ráðgevur tú stovns- og deildar- leiðarum í búskapar- og fíggjarspurningum. Tú er við til uppseting av fíggjarætlanum, roknskapum og ávegis uppgerðum. Eisini er tú við til at loysa minni og størri projektuppgávur. Harumframt ert tú við til at menna og røkja búskapar- skipanina, sum byggir á Microsoft Dynamics (Navision). Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi, við sjálvstøðugum uppgávum, ið geva tær góðar møguleikar fyri fakligari og persónligar menning. Setanin Vit rokna við at tú hevur viðkomandi búskaparliga útbúgving sum t.d. HA, HD ella Cand. Merc. Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum sambært sáttmálanum við avvarðandi yrkisfelag. Upplýsingar um starvið Fleiri upplýsingar fært tú við at ringja til Hera Olsen, roknskaparleiðara ella Janus Isfeldt deildarleiðara á telefon 302010. Umsóknarfreist Umsókn við viðmælum og prógvum skal sendast til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 100 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. mai 2007. Tórshavnar kommuna Búskaparfrøðingur Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Á Ellis – og umlættingarheiminum er eitt starv sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0,8., leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast til ber. Deildarsjúkrarøktarfrøðingurin hevur, við tilvísing til leiðaran, ábyrgdina av dagliga virkseminum á Umlættingarheiminum, starvsfólkaleiðsluni, vegleiðing av starvsfólki og praktikkvegleiðing til lesandi og næmingar og upptøku av fólki til umlætting. Vit bjóða eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt starv, innan geriatriska økið. Eitt starv har umlættingarheimið er arbeiðsstaður. Tó so, at nakrar sjúkrarøktaruppgávur eisini eru á Ellisheiminum. Arbeiðstíðin er mest í dagvaktum. Førleikakrøv Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur Hevur starvsroyndir innan geriatriska økið Leiðsluroyndir og/ ella er sinnað/ur at fara undir leiðsluútbúgving. Vit ynskja ein deildarleiðara sum hevur • hug og hegni at leiða • góð samskiftis og samstarvsevni • hug og hegni at arbeiða innan eldrarøkt á einum stovni við fjølltáttaðum uppgávum. Lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Idu Sørensen, leiðara á tlf. 317339 / 311839. Umsókn Skrivlig umsókn verður at senda til Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í seinasta lagi fríggjadagin 1. juni 2007 kl. 12.00. Brævbjálvin skal merkjast: „Deildarsjúkrarøktarfrøðingur“. Tórshavnar kommuna Deildarsjúkrarøktarfrøðingur Tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 23. apríl 2007 samtykti broyting í Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Ætlaða broytingin er, at eitt økið uppá uml. 4.500 m2 á Argjaboðagøtu verður broytt frá B3-vinnuøki til C3-øki til miðstaðarendamál. Broytingin umfatar litra a og matr. nr. 34 a, Kirkjubø. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 21. mai til og við 11. juni 2007, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 21. august 2007. Kunngerð lýsingar