Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nógv av ferðafólkunum, sum taka túrin til Aalborg, velja eisini at vitja aðra­ staðir í Norðurjútlandi. Her eru ferðabýirnir við vesturstrondina sera góðir. Bæði Blokhus og Løkken hava túsundtals ferðandi um summarið, og frí­tíðar­ lundin, Fårup Sommer­ land, sum liggur ímillum býrinar, dregur eisini nógv fólk SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Norðurjútland er eitt umráði, ið hevur nógv at bjóða ferðafólki. Ikki er neyðugt at fara longur enn til Danmarkar fyri at koma til tær vøkru, hvítu sandstrendurnar, og Norðurjútland hevur nógv at bjóða í so máta. Frá Hanstholm og heilt upp til frítíðarbýin Løkk­ en er vesturstrondin klødd við sandi. Er veðrið til vildar við sól og hita, so eru hesar strendurnar als einki aftan fyri strendurnar í Suðureuropa. Ferðabýir í Norðurjútlandi Ferðafólk streyma eisini til um­ráðið kring hesar strendur, og lítlu býirnir, Løkken og Blokkhus, gerast stórbýir í summar­mánaðu­ num. Eins og í teimum heitu londu­num, so gera hesir býir alt fyri at nøkta tørvin hjá teimum ferðandi. Í Blokhus hava tey tey seinastu árini lagt doyin á at gera býin so attraktivan sum gjørligt fyri tey ferðandi. Miðbýurin, ið liggur nær við strondina, er nær­ um allar gjørdur av nýggjum, sam­ stundis sum nøkur av teimum gomlu húsunum eru varðveitt og umbygd. Á sjálvum torginum stend­ur stór bovlinghøll, har ferð­ andi og onnur umframt at bovla eisini hava høvi at spæla onnur spøl. Í høllini er eisini ein sera góð matstova. Býurin er hugnaligur við stórum torgi og nógvum handlum, kaffi­ stovum og matstovum, og til ber umframt at bovla eisini at spæla minigolf og hugna sær í góða baði­landinum, sum er í Danland, mitt í býnum. Eins og Blokkhus, so er Løkken eisini ferðamannabýurin burturav. Í býnum er alt, ið hugsast kann, bæði fyri barnafamiljuna, tey eldru og ungdómin. Býurin yðjur í lívi um summarið, og serliga hugna­ligi miðbýurin setur sín dám á. Faarup Summerland Millum Blokhus og Løkken liggur kenda frítíðarlundin, Fårup Somm­ erland, við sínum mongu spenn­ andi aktivitetsmøguleikum. Har er so at siga okkurt fyri allar ald­ urs­bólkar. Serliga børnini og tey ungu verða ikki við sviðu soð, fara tey at vitja í Fårup Somm­er­ land. Har eru alskins hoppi­ madrass­ur og trampolinir, rutsji­ banar bæði fyri tey, ið dáma hædd­ ir og tey, ið ikki er so djørv. Har er spennandi vatnrutsjibanin Colo­ rado River og nýggi rutsjubanin, Falken, ið hevur eina ferð upp á 70 km/t. Fyri tey, ið ikki eru til tað, sum fer skjótt, so er bæði eitt barnativoli og eitt stórt spælipláss til tey smáu, og fyri flestu børn man tað eisini vera bæði stuttligt og spennandi at royna seg í bana­ num, har tey skulu gjøgnum ym­ iskar forðingar. Nakrar ferðir um dagin er ein sera áhugaverd framsýning við delfin­um. Hetta er so avgjørt ein framsýning, ið er verd at vitja – ikki bert eina ferð, men hvørja ferð, tú vitjar Fårup Sommerland. Í lundini eru hópin av ymiskum matstovum og kioskum, men nógv vitjandi velja at hava mat við sær, tí møguleiki er hjá øllum teim­um vitjandi at grilla sjálv. Vatnlandið – prikkurin yvir i’num Umframt at vera eitt stórt spæli­ pláss, so hevur Fårup Sommerland eisini eina stóra Aquapark, sum er uttandura. Aquaparkin er sera væl útgjørd við ymiskum hylum, bæði til tey stóru og smáu, men hevur eisini fleiri vatnrutsjibanar, bæði høgar og lágar. Í aquaparkini er sera vakurt. Við hylarnar er pláss at leggja seg at sóla sær ella at hugna sær. Til ber eisini at seta seg á matstovuna á staðnum, ið hevur sera gott út­sýni yvir vatnlandið. Fårup Sommerland liggur uml. 60 km frá Aalborg, og bussamband er ímillum Aalborg og Fårup Somm­erland fleiri ferðir um dag­ in. Puntur nummar 9 av 23 Aalborg: Hvítar strendur og spennandi frítíðarbýir Aquaparkin er eitt stórt vatnland inni í Fårup Sommerland. Aquaparkin hevur alt frá smáum hylum fyri børnini til teir stóru vatnrutsjibanarnar fyri tey, sum tora betur